Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-12, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2007síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

45 VB vísti av álvara tenn í Klaksvík, men Simona Petersen var drúgvari enn Daiva Toumaite, tá málini vórðu tald saman Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Avrikini hjá VB hava sveiggjað nógv í ár. Men rakar liðið toppin, so kunnu tær væl bjóða teimum fremstu av. Tann veruleikan hava kvinnurnar úr Vági prógvað áður, og tað gjørdu tær aftur sunnudagin, tá tær vitjaðu í Klaksvík. Stjørnan vildi fyri sín part hevna ósigurin í Vági fyrr í heyst, og tað eydnaðist sum so eisini. Men tað var tó við vit og slit, kortini. Fyri steðgin stóðu gest­ irnir nevnliga einki aftan fyri meistararnar. Í Daivu Toumaite hava tær kanska besta spælaran í landinum, men ofta hevur tó knípt við breiddini á liðnum. Hesa ferð vóru tó bæði Christina Holm og Gurið Mortensen við hjá VB, og tað gjørdi góðan mun. Skrædnaði eftir steðgin Fyri steðgin hevði VB nevnliga heilt stutt tjóður í Stjørnuni. Liðini skiftust um at hava leiðsluna, men beint, sum seinni hálvleikur byrjaði, sluppu vertirnir tó avstað. Fimm mál á rað var meira, enn VB kundi svara aftur. Og tó at tær eina løtu megnaðu at stríða seg heilt nær, so var hendan løtan helst avgerandi fyri dystin. Soleiði skundi Stjørnan fegnast um, at tær staðfestu oddasessin í deildini, har Neistin tó enn hevur ein dyst tilgóðar. Men meira enn hetta, so prógvaði dyst­ urin, at VB væl kann bíta frá sær, tó at avrikini hava sveiggjað nógv higartil. Og megna ungu spælararnir á liðnum hartil at búnast við somu ferð, sum tær gjørdu tað í fjør, so kann væl vera, at meira enn bara einstøk góð úrslit fara at spyrjast burtur úr kappingarárinum. Stjørnan-VB 27-23 (10-10): Simona vann skotkappingina Simona Petersen var í serflokki leygardagin. 16 ferðir smekkaði hon bóltin í VB-meskarnar Mynd: Bjartur Joensen Stjørnan-VB 27-23 (10-10) Málskjúttar Stjørnan: Simona Petersen 16(3), Bára Skaale Klakstein 3, Joan Midjord Djordjevic 2, Durita Christophersen 2, Anna Kristina Samson 2, Lise Hjort Hansen 1(1), Una Olsen 1 VB: Daiva Toumaite 14(3), Monika Samuelsen 2, Laila Jespersen 2, Gurið Mortensen 2, Sára Samuelsen 1, Svava Vestergaard 1, Christina Holm 1 Brotskøst: Stjørnan 4, VB 4 Útvísingar: Stjørnan 5, VB 4 Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen FAKTA Heldur ikki í sættu royndini eydnaðist KÍF at fáa stig, og nú tykist árið mest sum vera endað, áðrenn tað veruliga er byrjað Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var rópt fyri seinasta útkall hjá KÍF, sum enn ikki hevur vunnið stig í hesi útgávuni av Atlantic Airways­kappingini. Undan kappingini vóru annars fleiri, sum høvdu hug at nevna kollfirðingarnar til favorittar til annað av finaluplássunum, men tann dreymurin tykist nú heilt fjarður. Tí eins og í undanfarnu dystunum, so noyddust kollfirðingarnir av vøllinum uttan stig, tá teir dystaðust móti H71 sunnudagin. Eina løtu tóktist tó, sum skuldi tað rigga hjá KÍF hesaferð. Liðið fekk betru byrjanina á vøllinum, og eitt skifti fyri steðgin vóru teir eisini á odda, men teir megnaðu ikki at halda hesum. Seinastu tíggju minuttirnar undan steðgi­ num skoraði H71 fimm ferðir á rað, og tann munin vunnu gestirnir ongan tíð aftur. Hjá hoyvíkingum var talan kanska ikki um tað heilt flótandi hondbólts­ spælið, men liðið tykist í ár vera betri fyri, enn teir vóru eitt nú í fjør, tá fleiri dystir vórðu taptir vegna vantandi orku. Tann trupulleikin ger seg ikki longur galdandi, og við alla tíðina at halda skrúvuni fingu teir toga stigini heim. H71-KÍF 24-22 (12-9): Knekkaðir kollfirðingar H71-KÍF 24-22 (12-9) Málskjúttar H71: Esbern Patursson 6(3), Halgir Dahl Olesen 5, Janus Sørensen 4, Dánjal Tórgarð 4, Johnny Durhuss 2, Eyðun Højgaard 2, Gunnar Blåsvær 1 KÍF: Damir Oros 6(2), Rógvi Weihe 4, Gert Hansen 4, Dean Jankovic 4, Eddie Joensen 2, Emil Petersen 1, Jóan Pauli Olsen 1(1) Brotskøst: H71 3, KÍF 3 Útvísingar: H71 6, KÍF 6 Diskvalifikatión: H71 1(3X2 min) Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen FAKTA Vidic leingir til 2010 Serbiski verjuspælarin Nemanja Vidic kom til Man­ chester United frá Spartak Moskva í januar 2006. Fyrstu vikurnar gekk eitt sindur illa í hond, men eftir at hann hevði spælt seg upp, hevur bara gingið ein veg. Tað er serliga samstarvið við hin verjuklettin, Rio Ferdinand, sum hevur verið til stórt gagn fyri United. Nú hava partarnir so longt samstarvið fram til summarið 2010. Tey bestu verða kosin í Miðlahúsinum Ætlaða galla­veitslan fyri fótbólt, sum skuldi verða um vikuskiftið, var avlýst. Fyrireikararnir mettu, at undirtøkan fyri tiltakinum var ov lítil, og tí var avgerð tikin um, at veitslan verður av ongum. Hæddarpunktið á sjálvari veitsluni er vanliga, tá bestu spælararnir í farna kappingarári verða heiðraðir, men hendan handanin verður tó gjøgnumførd. Nøvnini á teimum, sum hava staðið seg best, verða nevnliga kunngjørd í Miðlahúsinum fríggjadagin. [ Nr. 219 - 12. november 2007 ]