Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-12, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2007síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 [ Nr. 219 - 12. november 2007 ] SÍ – Dráttur 3-1 (25- 21, 25-11, 15-25, 25-7): SÍ fór framvið Drátti SÍ vann sær rættin til at reypa í Vág­ um, tí sunnudagin vunnu tær móti grannunum úr Drátti FLOGBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo SÍ vístu styrki og vunnu tryggan sigur uppá 3-1 móti grannunum úr Drátti. Við sigrinum kundi SÍ eisini fara framvið grannunum á stigatalvuni, við einum dysti til góðar. Sørvágs kvinnur hava eisini hála seg upp á sama stigatal sum ÍF, men har er ÍF í teirru støðu, at tær hava ein dyst færri enn SÍ. SÍ byrjaðu betur, og vunnu tær eisini tvey tey fyrstu settini. Tað triðja settið fór Dráttur avstað við, men í fjórða settinum settu SÍ kvinn- urnar Drátt upp á pláss og vunnu sikkurt. So- statt at endaliga úrslitið gjørdist ein tryggur sigur. Var fyrsta settið javnt, var ongin ivi um næsta sett. Vertirnar vunnu næsta sett við stóra mun- inum 25-11. Triðja sett tóktust SÍ at taka sær av løttum, samstundis sum Dráttur rættuliga kom í gongd. Drátturs kvinnur vunnu hetta settið 15- 25. Fjórða settið var ongin ivi yvirhøvur. Tí við rungandi tryggum sigri uppá heili 25-7, vunnu SÍ settið og harvið eisini dystin. Dráttur er við hesum úrslitinum dottið niður á triðja pláss eftir fimm dystum, meðan SÍ, ið fyrr lá á triðja plássi, hevur yvirtikið annað plássið frá Drátti. Páll og Erling á vøllinum Tveir av ungu føroysku spælarunum í Fremad Amager komu á vøllin í toppdystinum í 2. Deild Eystur um vikuskiftið. Erling Jacobsen hevur onkra ferðina áður roynt seg, og hesaferð slapp Páll Klettskarð eisini framat seinastu løtuna. Fremad Amager spældi ímóti Brønshøj og vann 2-1. Anders Jochumsen skoraði bæði málini hjá Fremad Amager, sum liggur á odda í deildini, nú liðini fara í vetrarfrí. B68 ger avtalur við unglingar B68 hevur gjørt avtalur við tríggjar ungar spælarar í felagnum. Hesar avtalur eru galdandi fyri kappingarárini 2008 og 2009. Leikararnir, sum tað snýr seg um, eru Remi Langgaard, Emil Olsen og Jonleif Højgaard. - Hetta eru tríggjir evnaríkir ungir leikarar, sum eru uppvaksnir í felagnum og sum vit vænta okkum nógv av, sigur Jógvan Højgaard, nevndarformaður. Klaksvíkingar úr Mjølni vóru sunnudag­ in á vitjan hjá Fleyr í Havn. Dysturin var ein uppgerð millum nummarr fýra og fimm í meistaradeildini hjá monnum FLOGBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Mjølnir byrjaðu betur og tann gongdin tóktist at halda fram. Tó vóru teir úr Fleyr, væl betur við í endanum av fyrsta setti og í byrjanini av øðrum setti. Tó skuldi tað vísa seg, at teir úr Mjølni vóru væl betur fyri og vunnu teir at enda sannførandi. Avgerandi løtan Mjølnir vunnu tryggan 0-3 sigur sunnudagin, og var tað ongantíð veruligur vandi á ferð. Tó góvu Havnamenn úr Fleyr, teimum úr Mjølni dygga mótstøðu móti endan- um á fyrsta setti. Hetta rakk tó ikki til meira enn at teir komu uppá eini trí stig á muni. Tí setti fall til Mjølnir, ið vann 22-25. Næsta settið byrjaðu klaks- víkingar sum eitt óløgið. Teir struku avstað, og eftir lítlari løtu høvdu teir lagt seg á odda heili 9-1. Avgerðin tókt- ist vera komin, og restina av dystinum var kanska lættari enn tað fyrsta settið hjá Mjølnirs monnum. Seinna settið vann Mjølnir 15-25. Triðja settið vunnu klaks- víkingar eisini, og hesuferð gjørdist um avhølving. Luft- in var farin av Fleyr ballón- ini, og Mjølnir vann settið 11-25 og dystin 0-3. Mjølnir rakti hægri, vóru betur og sterkari, og vóru heilt einfalt betur enn Fleyr Mynd: Álvur Haraldsen Nú er TB komið á talv­ una, eftir at teir fyrstu tríggir dyatirnar hava verið soltnir, hvat stigum viðvíkur FLOGBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Dysturin í Gundadalshøllini sunnudagin, endaði við tryggum 0-3 sigri til gest- irnar av Tvøroyri, og harvið er TB komið á stigatalvuna eftir trilvandi byrjan. Aftur tap til Fleyr Fleyr hevur í ár valt at stilla eitt rættuliga ungt lið til kapp- ingina í meistaradeildini hjá kvinnum. Tær eru nærum sama lið, ið eisini umboðar felagið í kvinnuunglingum, og má man siga at tær hava tað trupult við at skava sær stig saman í meistaradeildini. Havnagenturnar eru dugna- ligar, men spurningurin er, um tær eru klárar til flogbólt í meistaradeildini. Óivað koma tær at læra eina rúgvu í hesum kappingarárinum, og fara tær eisini at mennast av hesum. TB við aftur TB, ið er mannað við sera ungum leikarum í ár hevur byrjað heldur trilvandi uppá kappingarárið. Tær hava mist fólk í mun til seinasta kapp- ingarár, og hevur tað sett síni spor. Popovic systrarnar eru enn í TB, og tó. Tann eina noktar snøgt sagt at spæla, tí hon ikki fær pengarnar, og hin er júst komin úr barns- burðarfarloyvi, so tað er ikki optimalt, fyri at siga tað akra sum tað er. Katrin Petersen, ið er ein av berandi kreftunum á unga TB-liðnum sigur at tað var ótrúliga deiligt at vinna aftur, og at dysturin ongantíð var í vanda fyri at gleppa teimum av hondum. – Vit spældu ein góðan dyst í dag, og allar kempaðu fyrimyndarliga, sig- ur Katrin Petersen og leggur afturat, at rætta liðið vann. Meira í væntu TB hevur gamaní ikki fingið meira enn ein sigur enn í ár, men tær vóru nær við á heima- vølli móti ÍF herfyri, tá tær noyddist at fara av vøllinum við tapi, men Katrin Petersen sigur at tær vóru nær við. – Vit spældu vælt á, og vóru nær við at vinna, men hepni var ikki við okkum, tær avgerandi løturnar, og tá gjørdist tungt. Men við sigrin- um í gjár er kanska ein vend komin í. Lagið er gott og vilj- in er í hásæti. Tær yngru blíva betur og betur fyri hvønn dyst, sigur Katrin Petersen, ið var við til at avgera dystin í Havn móti Fleyr. Fleyr – TB 0-3 (22-25, 14-25, 9-25): TB fingið gongd á Fleyrleikarar royna at blokka, men Katrin Petersen hamr­ ar yvir blokkin og enn eitt stig er komið í skjáttuna til TB Mynd: Álvur Haraldsen Fleyr – Mjølnir 0-3 (22-25, 15-25, 11-25): Mjølnir sveiggjar aftur