Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-12, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2007síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

47 [ Nr. 219 - 12. november 2007 ] Holst steðgaður av kava Dysturin millum Lyngby og Esbjerg í donsku superliguni sunnudagin, varð steðgaður í 20 minuttir, eftir at tað var farið at kava. Tá var støðan 2-1 til Esbjerg. Strikurnar á vøllinum vórðu ruddaðar fyri kava, og so hildu spælararnir fram at spæla. Endin var, at Esbjerg fekk eitt mál afturat og fekk øll trý stigini. Christian Lamhauge Holst var á beinkinum, men hann varð settur inn í seinna hálvleiki. Seinasti kjansur hjá Flindt-Bjerg Í kvøld fær Ove Flindt-Bjerg seinasta kjansin at bjarga Odd Grenland undan niðurflyting til næstbestu norsku fótbóltsdeildina. Odd Grenland spælir seinna dystin ímóti Bodø/Glimt um seinasta plássið í Tippuliguni, og fyrra dystin á heimavølli tapti Odd Grenland 1-0. Tí hevur liðið úr Skien knívin á barkan áðrenn ársins seinastu 90 minuttir. Leygardagin var eitt av teimum mongu Derby-unum í Onglandi spælt á St. Andrews leik- vøllinum í Birming- ham. Talan er um “The Second City derby”, og har vann Aston Villa. Juande Ramos vann sær sín fyrsta sigur sum Tottenham venjari og Chelsea taptu stig í oddastríðnum FÓTBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Aðrastaðni spældu Bolton aftur javnt, hesu ferð móti Middlesbrough, steðgur kom í sigursrøðina hjá Blackburn, tá teir taptu í Manchester ímóti United, og Chelsea taptu týdningar- mikil stig í kappingini um meistaraheitið, tá teir spældu javnt á heimavølli móti Everton. “The Second City derby” var fyrsti dysturin leygar- dagin, og uppgerðin hevði tann væntaða intensitetin og spenningin, eins og ein slík uppgerð er so kend fyri. Liam Ridgewell var so óheppin at gera sjálvmál móti sínum gamla felagi, og so var Aston Villa á odda, eftir bert 11 minuttir. Men Mikael Forssell javn- aði fyri Birmingham, ið sendi Birmin´gham við- haldsfólkini í sjeynda himm- al, tá hann hamraði bóltin við høvdinum í netið til 1- 1, við ongum møguleika hjá Scott Carson at bjarga. Tá dysturin tóktist at enda javnt, sníkti Gabriel Agbon- lahor seg til eina góða støðu og kundi við høvdinum leggja Aston Villa á odda og á sigurskós. Spurs rakna við Juande Ramos markeraði sín fyrsta heimadyst á White Heart Lane, við ein- um tryggum 4-0 sigri móti einum Wigan-liði, ið er uttan venjara í løtuni, aftaná at Chris Hutchings varð fýrdur herfyri. Jermaine Jenas skoraði tvey av málunum. Tað fyrr eftir sera hegnisligt spæl frá Robbie Keane. Miðvallarin vísti síðani hvussu kaldur hann kann vera, tá hann sneiddi mál- mannin og plaseraði bóltin kølið framvið hjálparsleysa Chris Kirkland. Pínan var ikki liðug fyri Wigan, tí Aaron Lennon skoraði við einum vøkrum fluktara, eftir upplegg frá Dimitar Berbatov, áðrenn hann gjørdist uppleggjari sjálvur, tá hann legði bóltin fyri føturnar á Darren Bent, ið meistarliga rullaði bóltin í netið. Chelsea misti á stokkinum Tim Cahill var hetjan, tá Everton fóru til London og stjólu sær eitt stig heim við aftur til Liverpool. Hann skoraði í síðsta minutti av dystinum. Didier Drogba hevði ann- ars lagt vertirnar á odda við høvdinum, eftir horna frá Salomon Kalou. Men The Blues máttu taka til takkar við javnleiki aftaná at Tim Cahill sera hegnisliga fekk javnað við einum saksa- sparki. Nýggjundi sigurin í ár Manchester United megn- aðu at standa ímóti einum Blackburn liði í góðum stima, tá teir spákaðu sær til ein sigur uppá 2-0. Cristiano Ronaldo skor- aði tvær ferðir og tryggjaði harvið The Red Devils, teirra nýggjunda sigur í hes- um kappingarárinum. Ársins spælari frá síðsta ár, Cristiano Ronaldo skor- aði sítt fyrsta mál, eftir at hann var hægstur og fekk stútað bóltin í netið. Seinna málið kom eftir eitt skjótt mótálop, har Carlos Tevez fekk lagt fyri føturnar á sama Ronaldo, ið fekk prik- að bóltin innum mállinj- una. Tepur Liverpool sigur Liverpool høvdu eitt hav av møguleikum og nærum alt spælið, men inn í málið vildi bólturin ikki. Rafael Benitez hevur góðar menn á beinkinum, og tað vísti seg eisini at vera avgerandi fyri úrslitið. Tí tá gott og væl 20 minuttir írestaðu, valdi Benitez, innan eitt stutt tíðarbil at skyfta tríggj- ar leikarar inn; Ryan Babel, Fernando Torres og Lucas Leiva. Ryan Babel var meira ágangandi enn John Arne Riise hevði verið og legði hetta eyka trýst á Ful- ham verjuna. Og tá so Fer- nando Torres kom inn tá 20 minuttir írestaðu gingu 11 minuttir áðrenn Torres, við einum einmansavriki kundi leggja Liverpool á sigurs- kós. Fýra minuttir seinni kundi Steven Gerrard leggja heimaliðið á odda 2-0 við brotssparki, eftir at Peter Crouch var blivin feldur. 2- 0 varð eisini endaliga úrslitið, og Liverpool byrjar at leggja harðari trýst á oddaliðini. The Villains aftur omaná Úrslitini hetta umfarið: Birmingham – Aston Villa 1-2 (Forssell – s.m., Agbonlahor) Bolton – Newcastle 0-0 (málleyst) Chelsea – Everton 1-1 (Drogba - Cahill) Derby – West Ham 0-5 (Bowyer 2, Etherington, s.m., Solano) Liverpool – Fulham 2-0 (Torres, Gerrard) Man Utd – Blackburn 2-0 (Cristiano Ronaldo 2) Portsmouth – Man City 0-0 (málleyst) Reading – Arsenal (Verður spældur í kvøld) Sunderland – Newcastle 1-1 (Higginbotham - Milner) Tottenham – Wigan 4-0 (Jenas 2, Lennon, D.Bent) FAKTA Gabriel Agbonlahor hevur skotið avgerandi málið, og so er fagnaðurin øgiligur hjá gestunum á St. Andrews Mynd: Polfoto/AP