Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-12, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 219 - 12. november 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Í dag fyllir Jens Pauli Heinesen 75 ár. Jens Pauli er útbúgvin lærari, men hevur síðan 1970 virkað sum rithøvundur burturav. Fyrsta bók hansara, søgu­ savnið Degningsælið, kom í 1953, og síðan tá eru komnar tilsamans 15 skald­ søgur og 10 søgusøvn, um­ framt sjónleikir, ritgerðir og greinar. Fleiri av skald­ søgum og stuttsøgum hans­ ara eru týddar til onnur mál, eitt nú til týskt, norskt og grønlendskt. Tvær ferðir, í 1959 og í 1993, hevur Jens Pauli Heinesen fingið bókmenta­ virðirløn M.A. Jacobsens, og í 1999 fekk hann Ment­ anarvirðisløn landsins fyri sítt megnaravrik. Jens Pauli hevur eisini verið virkin í Rithøvundafelag Føroya, har hann árini 1970­73 sat sum formaður. Rithøvundafelagið ynsk­ ir Jens Paula hjartaliga til lukku við degnum. aód Jens Pauli Heinesen 75 Kæra systir okkara Gunnvør Bech fødd: Stenberg úr Svínoy, andaðist í heiminium í Hillerød 10. november 63 ára gomul. Marita og Kjartan Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Poula Danielsen Skála Vanliga nevnd Poula í Trøðni andaðist fríggjadagin 9. november. Jarðarferðin verður úr Skála kirkju týsdagin 13. november kl. 13. Vegna tey avvarðandi Andrass, Pállfríða, Jóhanna og Pætur Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæri beiggi Erling Splidt Nes-Vágur andaðist leygardagin 10. november á Argjum, 74 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinri. Familjunnar vegna Systkini Í dag, mánadagin 12. nov­ ember, fyllir Jens Pauli Heinesen, rithøvundur og skald, í Havn, 75 ár. Jens Pauli er ein av okkara kend­ astu rithøvundum. Hann er útbúgvin lærari, men hevur mesta partin av lívi sínum virkað sum rithøvundur burturav. Jens Pauli, sum er ættaður úr Sandavági, har hann eis­ ini vaks upp, hevur skrivað síðan hann var smádrongur. Tað fyrsta sum stóð á prenti frá hansara hond var í blað­ num Barnatíðindi sum Jákup Berg, lærari í Øravík, ritstjórnaði. Jens Pauli var tá bert 10 ára gamal, og greinin hevði heitið ”Ein fjalldagur”, sum var ein sera góð náttúrulýsing. Fyrsta bókin hjá honum var søgusavnið Degnings­ ælið, kom í 1953. Hann hevur skrivað tilsamans 15 skaldsøgur og 10 søgusøvn, umframt sjónleikir, ritgerðir og greinir. Hann hevur ver­ ið virkin í Rithøvundafelag Føroya, har hann sat sum formaður frá 1970­73. Jens Pauli hevur fingið nógvar heiðurslønir fyri sína skriving. Hann fekk M. A. Jacobsens heiðursløn í 1959 fyri søgusavnið ”Hin vakra kvirran”, í 1969 fyri søgusavnið ”Aldurnar spæla á sandi”, í 1973 fyri skaldsøguna ”Frænir eitur ormurin” og 1993 fyri skaldsøguna ”Bláfelli”. Ì 1999 fekk hann eisini Mentanarvirðisløn lands­ ins. Fleiri av skaldsøgum hansara hava verið lisnar upp í útvarpinum. Fjúrtan ára gamal fór Jens Pauli til Havnar á skrivstovuna hjá Líkningar­ ráðnum. Gekk árið eftir í preliminerskúla á VBV, tók preliminerprógvið í 1950 og tvey ár seinni studentsprógv. Hann læs til lærara í Danmark á Emdrupborg statsseminarium og tók prógvið har í 1956. Var lærari niðri eitt skifti, kom so til Føroyar og gjørdist lær­ ari við Tórshavnar komm­ unuskúla í 1957. Hann var eisini lærari við Realskúlan og Venjingarskúlan. Frá 1968­69 hevði hann farloyvi frá lærarastarvi sín­ um og búði í Suðurspania saman við familjuni, meðan hann fór undir skaldsøguna Frænir eitur ormurin. Í 1970 fór hann so frá sum lærari fyri at gerast rithøvundur burturav. Størsta høvuðsverkið hjá Jens Paula má tó sigast at vera bókarøðin ”Á ferð inn í eina óendaliga søgu”, sum telur heilar 7 bøkur og yvir túsund síður. Ætlanir eru um í næstum at geva hetta stórverkið út samlað. Foreldrini hjá Jens Paula vóru: Petur Heinesen á Lofti, bóndi úr Sandavági, og Anna Maria Malena Heinesen, fødd Johannesen, úr Hesti. Í 1956 giftist Jens Pauli við Maud, dóttir Annu og Otto Brimheim í Havn. Maud vaks upp í Klaksvík hjá Lisu og Eliseusi Jacob­ sen. Maud var eisini ein skrivandi kvinna. Hon fekk t.d barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri barnasøguskaldskap sín. Maud andaðist 7. september 2005, 69 ára gomul. Maud og Jens Pauli fingu døturnar Elin, sum býr í Havn, og Mariannu, sum er ættleidd úr Suðurkorea, og býr á Argjum. Jens Pauli eigur eisini sonin Janus, sum býr í Havn. Abbabørnini eru seks í tali. Í sambandi við føðingar­ dagin verður móttøka fyri Jens Paula í heiminum í Stoffalág 18 í Havn, mána­ dagin 12. november frá kl. 17­20, har øll eru væl­ komin. mg Jens Pauli Heinesen 75 ár: Skrivað síðan hann var smádrongur