Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-12, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 219 - 12. november 2007 37 tíðindi 12. novembur 2005 skuldi vera ein fagnaðardagur, tí henda dag skuldu vit báðir í brúdleyp hjá eini góðari vinkonu. Vit báðir Hans Dávid og eg høvdu gjørt av, at vit skuldu fylgjast í brúdleyp. So seint sum náttina til 12. november ringdi hann til mín, og vit avtalaðu, at eg skuldi vakja hann kl. 14.00 dagin eftir. Hans Dávid var í góðum lag, tá eg tosaði við hann hesa náttina, og alt var so stutt­ ligt og deiligt, men hvør skuldi vita, at hetta var tann seinasta samrøða, ið var okkara millum. Dagin eftir ringi eg fyri at vakja hann, men har var einki svar, og eftir at eg ikki hevði fingið fatur á honum, fór eg heim til hansara. Hann var ikki komin heim hesa náttina, og hetta var sera óvanligt. Leiting varð sett í gongd og sunnumorgun 13. nov­ ember kl. 11.20 fekk eg boðini, at hann var funnin druknaður á vágni í Klaks­ vík. Hesi boðini vóru tey tyngstu boð, eg nakrantíð í lívinum havi fingið. Hans Dávid var sera frið­ arligur persónur og segði sjálvdan meir, enn neyðugt var. Hann var sera hjálp­ samur, og tá brúk var fyri honum, var hann altíð til reiðar. Eftir at Hans Dávid var farin, hevði ein vinur á lofti, at Hans Dávid hevði verið meir fyri foreldrini hjá sær, enn hvat vit allir vinmenn hansara høvdu veri til samans fyri foreldur okkara, og hetta vóru sann­ leiks orð. Serliga var hann pápa sínum hjálpsamur í tí dagliga, har teir høvdu sína yrkisleið saman umborð á Vátakletti. Hann var sera skjótur í verki og gjørdi einki hóvasták burt­ urúr. Hans Dávid og eg høvdu manga góða løtu saman á fótbóltsvøllinum, har hann var tann dugnaligasti í bygdini. Hetta var kanska ikki so løgið, tí honum dámdi sera væl henda ítrótt, og frá tí, at hann var smádrongur, brúkti hann nógva tíð á vøllinum. Tá vit ikki sjálvir vóru á vøllum, so sótu vit mangan frammanfyri sjónvarps­ skýggjanum og spældu FIFA, og tað dámdi honum ótrúliga væl, tí har var hann líka stinnur sum alla aðrastaðni, og var hann altíð við yvirvág ímóti okk­ um. Hann hevði eitt serligt skálkasmíl, tá hann hevði vunnið, og eg má siga, at hetta smílið østi okkum av og á, men tá eg hugsi aftur á hesar løtur, vóru tær nakr­ ar av teimum bestu løtum, vit høvdu saman. Tíðin eftir at Hans Dávid andaðist hevur verið sera hørð fyri okkum, sum standa eftir, serliga fyri familjuna, ið hann var ein so góður stuðul hjá. Sjálv­ ur má eg siga, at tað hevur verið ótrúliga ringt at síggja sannleikan í eyguni, at Hans Dávid, mín besti vinur, ikki er ímillum okk­ um longur, og nú, tvey ár eftir hann er farin, klári eg at seta orð á mín stóra sakn. Elsuba, Petur, Sólja, Malena, Jón Heini, Elsuba Malena, Pætur og Jákup, tit hava mist meir, enn eg nakrantíð kann siga her í orðum, og í tykkara svár­ astu tíð kláraðu tit at vera ein stuðul og troyst hjá vin­ fólki Hans Dávidar, og hetta eru vit øll í dag í sera takksom fyri. Harrin fylgi tykkum øllum. Hvíl í friði vinur mín Ragnar Til minnis um mín besta vin Hans Dávid Petersen f. 19.12.1981 - d. 12.11.2005 Í løtuni hevur Ninna Steinø listafram­ sýning á Jinx. Ninna er 39 ára gomul, ættað av Tvøroyri og búsitandi í Svøríki. Á framsýningini eru 13 verk, instal­ latiónir og akrylmálningar. Tilfarið er alt frá pappíri, gips og metal til tómar kettumatsdósir úr plast. Ninna hevur í nógv ár arbeitt við leiri, og tað sæst aftur í skapanini, í nøkrum av mynd­ unum, har formurin er rættuliga trí­ dimensionalur. Framsýningin er ein lívlig og litrík samanseting av 13 áhugaverdum verk­ um, har hugflog, álvari og speisemi eru eyðkenni. Ninna á Jinx Ninna Steinø hevur í hesum døgum listaframsýning á Jinx Kunngjørt verður fyri familju, vinum og kenningum, at góða kona mín, mamma, vermamma og omma okkara Guðrið Paulina Johannesen Fødd Egholm ættað úr Tórshavn, búsitandi í Bryndum í Danmark andaðist leygardagin 10. november 61 ára gomul. Jarðarferðin verður úr kirkjuni í Bryndum fríggjadagin 16. november kl. 13.00. Familjunnar vegna Hugo og børnini Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara elskaða kona, mamma, omma og systir Minna Jórun Dam f. Ósá andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsið leygardagin 10. november, 58 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsið týskvøldið 13. november kl 18.00. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni mikudagin 14. november kl 13.30. Familjunnar vegna Finn, Christian, Annlis og Róðin Ístaðin fyri blómur ella krans, kann ein peningagáva setast á konto í Norðoya Sparikassa. Konto nr. 9865.103.71.74. Dagurin 13. november. Arcadius, deyður ár 437. Aðalborðin maður, sum var í fylginum hjá vandalakonginum Geise­ rik. Tá ið tað kom upp, at hann var kristin, varð hann tikin av døgum