mánadagur 12. november 2007síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 219 - 12. november 2007
Leygardagin 10. november
fylti Óla Hendrik av Fløtum
í Havn 80 ár. Vit hava í hes
um sambandi verið inni á
gólvinum hjá Edith og Óla
Hendrik og hava fingið eitt
prát um hansara lív
Óla Hendrik er ættaður úr
Fuglafirði. Pápin var Hans á
Lakjuni, sum tó er ein onnur
lakja enn henni, Jógvan er
ættaður av. Mamman var
Malena Dorthe f. Poulsen.
Hetta eftirnavn gongur aftur
til Svínáir, og nærmasta ætt
er Jógvan Poulsen, sum var
tingmaður fyri Eysturoynna
í mong ár. Tað var eisini
hann, sum skrivaði fyrstu
føroysku bíbliusøguna.
Tey vóru sjey systkin.
Óla Hendrik var elstur, og
síðan komu Hilma, Else
beth, Brynleif, Arnbjørg,
Samulina og Petur Oluf.
Hans var fiskimaður, og
hann sigldi um skipari og
bestimaður. Hann var nógv
við Kyrjasteini, sum var
flaggskipið hjá fuglfirðing
um tá í tíðini.
Fór at sigla við fiski
Tað var undir krígnum, at
Óla Hendrik gjørdist 14 ár
og tískil skuldi gera nakað
til nyttu. Tá var ikki lætt at
sleppa til skips. Men pápin
og pápabeiggjarnir Óli og
Sámal høvdu ein stóran opn
an bát, Lakjubáturin. Við
honum siglu teir til bygdir
nar norðanfyri, nevniliga
Gjógv, Funning og Oyndar
fjørð at føra fisk fyri S.P
Petersen. Fiskurin var førd
ur til Fuglafjarðar og skip
aður umborð á skipini hjá
reiðarínum Ruth, Pilot og
Atlantic. Hann var so sigld
ur til Bretlands at verða
seldur. Óla Hendrik sigldi
eisini við og fekk hann
fyrstu royndirnar til sjós
við hesum bátinum.
Annars slapp Fuglafjørður
sera væl frá siglingini undir
krígnum. Eitt skip fórst,
Atlantic, sum sigldi uppá
land, men manningin varð
tíbetur bjargað.
Hevði trolskúla
Í 1945 fór Óla Hendrik at
arbeiða uppá trol saman við
Rasmus Ramussen, Víka
Rasmus. Teir arbeiddu fyri
Sigurd Simonsen, sum tá
hevði Vón, ið royndi við
troli. Vón var fyrsta skip
sum er bygt í Føroyum í
nýggjari tíð. Í Rasmussi
hevði Óla Hendrik ein góð
an lærumeistara, tí hann
hevði siglt nógv við trolara,
millum annað, tá ið hann
búði í Bretlandi.
Óla Hendrik kom at sigla
nógv hjá Sigurd Simonsen.
Hann var við Vón, Fame og
Vitanum.
Umleið 1947 skipaði Ras
mus fyri trolskúla úti á
Glyvrum. Við øllum trolar
unum, sum tá vóru komnir
til Føroyar, var stórur tørvur
á trolmonnum. Rasmus bað
Óla Hendrik koma at hjálpa.
Hann hevði hug at bera seg
undan, helt seg ikki vera so
royndan. Men hann eftir
líkaði, tá ið Rasmus ikki
vildi sleppa honum undan.
Her vóru teir ein mánaða,
og tað vóru 2025 mans frá
øllum Skálafjørðinum sum
her lærdu at fáast við trol.
Hetta hevur helst verið
fyrsti trolskúli í Føroyum.
Fyrst í 1948 ringir Jóannes
hjá Dáva í Klaksvík, um Óla
Hendrik ikki kann koma við
Skálaberg (tann fyrsta) sum
trolmaður. Tá var hann við
Vón og føldi seg ikki væl at
skula rýma frá Sigurdi, so
hann vildi spyrja Sigurd
fyrst. Sigurd bað hann endi
liga fara, tí hjá Kjølbro vóru
møguleikarnir so nógv betri,
enn hann kundi bjóða. Her
var Óla Hendrik í tvey ár.
Fyrst eitt ár við fyrsta Skála
berg og síðan eitt ár við
Dragaberg, sum var betra
skipið av teimum báðum.
Uppá skúla
Nú fer Óla Hendrik uppá
skúla, fyrst í Havn. Men tá
tað vísti seg at vera trupul
leikar við at fáa prógv tikin
í Føroyum fult viðurkend,
fer Óla Hendrik til Keyp
mannahavnar,
har
hann
fyrst tekur prógv sum stýri
maður og síðan sum skips
førari.
Tá var runnið saman mill
um Óla Hendrik og Edith
Weihe, ættað úr Porkeri, og
tey giftast í 1950.
Í 1952 er skúlagongdin
liðug og nú er at fáa kjans.
Teir fingust tá gjøgnum
Dansk Styrmandsforening.
Aftaná onkra bráfeingis
sigling mynstrar Óla Hendr
ik tann 17.juli 1952 sum 2.
stýrimaður við Kaskelot hjá
Grønlendska
Handlinum.
Hetta var eitt skip, sum
sigldi strandasigling í Grøn
landi á sumri. Skiparin var
Poul
Rasmussen,
sum
seinni gjørdist skipari á
Hans Hedtoft.
Var við til “tvingsilsflyt
ingina” í Thule í 1953
Við Kaskelot kom Óla
Hendrik at luttaka í einum
tiltaki, sum framvegis verð
ur nógv umrøtt í Danmark.
Tað hevur eisini nýliga ver
ið sakarmál um hetta mál,
har kravt hevur verið endur
gjald til tey avvarðandi.
Hetta var, tá ið íbúgvarar
nir í Thule meira ella minni
vórðu
tvingsilsfluttir
á
sumri 1953.
Forsøgan var tann, at aft
aná 2. heimsbardaga bygdu
amerikanarar
eina
stóra
herstøð nærindis bygdini
Thule. Hetta órógvaði veiðu
møguleikarnar hja uppruna
fólkinum og tók lívsgrund
arlagið undan teimum, tí
teirra
veiðudjór
rýmdu.
Tískil varð avrátt at flyta
bygdina og alt fólkið, sum
tað var, til eitt annað pláss á
leiðini, Qanaq, har tað bar
til at veiða uttan órógv.
Óla Hendrik luttók í hesi
hending. Teir fóru við
Kaskelot við fullum skipi
av tilfari, sum skuldi nýtast
til at byggja hesa nýggju
bygdina. Farið varð inn í
Thule eftir fólkinum, sum
skuldi flytast, og siglingin
til nýggju bygdina tók einar
seks tímar. Tað hevur sjálv
agt verið ringt at flyta, men
í veruleikanum var einki
val, sum støðan var blivin.
Síðan varð fólkið sett á land
í nýggju heimbygdini sam
an við tilfarinum til húsini.
Tað er so heppið, at Óla
Hendrik hevur myndir frá
hesi søguligu hending, og
eru tær við í hesi grein.
Seinni
kom
Kaskelot
eisini at sigla sum skúlaskip
í Grønlandi, har tað vóru
einir 10 grønlendskir næm
ingar umborð. Óla Hendrik
letur stak væl at grønlend
ingum at vera saman við.
Óla Hendrik verður yvir
stýrimaður í 1955, og í
1956 fer hann við Tikurak,
sum eisini røkir strandasigl
ing. Skipari er aftur nú Poul
Rasmussen.
Henda sigling var soleið
is, at siglt varð alt summarið
frá bygd til bygd. Tá ið
ferðaætlanin
var
liðugt
sigld, varð farið aftur til
Danmarkar. So var frí, til
farið varð avstað aftur móti
vári. Edith var so eftir í
Keypmannahavn einsamøll
í upp til gott 9 mánaðir.
Sum frá leið vóru trý av
børnunum fødd í Danmark.
Túrurin heim í 1956 var
annars sera buldrasligur, og
nógv av uppstandandi var
brotið, tá ið teir koma til
Danmarkar.
Á manningarlistanum
hjá Hans Hedtoft
Í 1957 fer Óla Hendrik sum
yvirstýrmaður við Disko,
sum er eitt av teimum stóru
ferðamannaskipunum
hjá
KGH, sum sigldi rutu
millum Grønland og Dan
mark. Lagt varð at í teimum
ymisku
býunum.
Hvør
túrur aftur og fram tók eina
mánaða.
Tað er um hesa tíðina, at
danir fara at fyrireika bygg
ingina av einum nýggjum,
størri, betri og tryggari
skipi til hesa farleið. Hetta
gjørdist Hans Hedtoft.
Spurningurin var eisini
hvør, ið skuldi sleppa við
hesum nýggja skipi. Óla
Hendrik skilti, at hann var á
upprunaliga manningarlist
anum. Men tað varð so
avrátt, at teir yvirmenn,
sum høvdu havt eftirlitið
við byggingina av skipinum
skuldu manna Hans Hedtoft
í fyrsta umfari. Var okkurt
at rætta uppá, so vóru teir
best fyri í so máta.
Tann 3. januar 1959 kl. 12
verður Óli Hendrik saman
við øðrum boðin umborð á
Hans Hedtoft at “bese skib
et og deltage i en frokost”.
Tað gjørdi Óla Hendrik
fegin. Ikki minst, tí hann
kendi nógvar av manningini,
sum hann hevði siglt saman
við. Millum hesar eisini
skiparan Poul Rasmussen,
sum Óla Hendrik sigur hava
verið eitt “praktfult menn
iskja.” Hetta var seinastu
ferð hann sá hesar menn.
Óla Hendrik mynstrar
aftur við Disko 20. Januar,
og teir fara úr Danmark
tann 27. Teir eru á leiðini
tvørs av Føroya Banka, tá
ið teir frætta um neyðarkall
ið hjá Hans Hedtoft tann
30.
januar.
Ferðafólkini
umborð verða kunnað. Tá
ið teir komu um Kappaleið
ina halda teir útkikk, um
nakað er at síggja, men tá
var øll vón veruliga slept.
Tað einasta, sum nakrantíð
var funnið, var ein bjarging
arkransur av skipinum.
Ein av teimum, sum fórst,
var 2. stýrimaðurin Richard
Jacobsen úr Sandvík. Óla
Hendrik hevði siglt saman
við honum við Disko. Ein
dagin umborð sigur Richard,
at hann fer at gevast við hesi
sigling, tí hetta fer eina ferð
at ganga galið. Men so fær
hann møguleikan at sleppa
við Hans Hedtoft, og ein slík
an kjans bar ikki til at siga
nei til!
Við til hesa søgu hoyrir
eisini, at ferðamannaskipið
Umanak var við at ganga
burtur eitt ár undan Hans
Hedtoft. Tá gjørdist eitt rættu
ligt kjak, um tað yvirhøvur
var forsvarligt at sigla við
ferðafólki til Grønlands um
veturin. Men við Hans Hed
toft, sum ikki kundi søkka,
var tann vandin av!
Heim til Føroyar
Sum eyðkent fyri føroyingar,
so vildu Óla Hendrik og
Edith gjarna koma aftur til
Føroyar. Men tað ráddi um at
liggja framvið at fáa eitt
arbeiði heima. Hann hevði
frætt, at kanska var onkur
møguleiki hjá skipasýninum,
og hann søkti. Teir kundu
einki lova, men skuldu hava
hann í huganum.
Men ein dagin, Óla Hendr
ik er á veg heim úr Grøn
landi við Disko, verður
ringt frá skipasýnum, og
ørindini vóru, um hann
kundi koma beinanvegin til
Óla Hendrik av Fløtum 80 ár:
Var á manningarlistanum
hjá Hans Hedtoft
nøvn
Óla Hendrik og Edith av Fløtum