týsdagur 13. november 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 220 - 13. november 2007
Í hesum døgum kemur Frí
merkjadeildin út við trimum
útgávum – jólamerkjunum,
árbókini og ársmappuni.
Við at geva út frímerki
síðani 1975 hevur Frímerk
jadeildin gjørt sítt til at kun
na um føroyska søgu, ment
an, náttúru og samfelag.
Hetta hevur eisini verið
gjørt í hesum árinum. Íalt
eru 617 frímerki givin út
hesi 32 árini.
Jólamerki
Aftur í ár gevur Frímerkja
deildin fólki møguleika at
prýða jólapostin við teimum
serstøku jólamerkjunum.
Í ár hevur listakvinnan
Astrid Andreasen teknað
myndirnar, ið eru av børn
um sum spæla í kava.
Eins og áður fer yvirskotið
av hesi søluni til Jólamerk
jagrunnin, sum hevur til
endamáls at stuðla tiltøkum
fyri børn og ung í Føroy
um.
Árbókin og ársmappa
Samstundis við jólamerkini
hevur Frímerkjadeildin giv
ið út árbókina, sum aftur
hesaferð er prýdd við nógv
um og vøkrum myndum.
Í bókini eru øll frímerkini
frá árinum og smáørk eru
sett í serstakar lummar.
Bókin fæst í tveimum
útgávum – einari dansk/før
oyskari og einari ensk/týsk
ari.
Ársmappan við øllum frí
merkjunum í ár er eisini
komin út í hesum mánaðin
um.
Aðrar útgávur
Hóast ein skuldi trúð at
hetta var nóg mikið, hevur
Postverkið haraftrat givið
út tvey postkort ið avmynd
standmyndirnar av Mariu
og Kristusi.
Á sætta og seinasta sinni
eru
pappírsklippini
hjá
Astrid Andreasen gjørd til
jólaprýði. Hesar eru fimm í
tali og fáast fyri 105 kr.
Til teirra, sum dáma væl
at senda jólakort, hevur
Postverkið givið út fýra jóla
kort við somu myndevnum
sum á jólamerkjunum.
Umframt alt hetta hevur
Postverkið givið út serstøk
klistrimerki við somu mynd
evnum. Hesi merkini eru
vælegnað at seta á vindeygu,
spegl og onnur støð.
sb.
Frímerki til alt árið