týsdagur 13. november 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 220 - 13. november 2007
Skilaleys koyring bleiv dýr
Um vikuskiftið misti ein bilførari í Havn koyrikortið fyri skilaleysa koyring. Hann fór
koyrandi niðan ígjøgnum brekkuna í Niels Winthersgøtu, niðan ímóti Jóannes
Paturssonargøtu, tá ið hann helt, at bilurin frammanfyri koyrdi ov spakiliga. Tískil royndi
hann at yvirhála mitt í mótbrekkuni, men har eru ikki umstøður at yvirhála, tí tað sæst ikki
um sýnina. Tí mundi tað eisini enda galið, tá ið ein bilur kom oman av høvdini og skuldi
oman ígjøgnum brekkuna. Tað endaði við, at bilurin, sum yvirhálaði og tann, sum var
yvirhálaður, rendu saman og teir fóru báðir niðan av vegnum við parkeringsplássið. Førarin í
bilinum, sum yvirhálaði, verður ákærdur fyri skilaleysa koyring. Men hann var eisini týðiliga
ávirkaður av rúsdrekka, so tað verður hann eisini ákærdur fyri.
Ein loysn er at seta
eina høga gyrðing
rundanum alla smá
bátahavnina á Skála
trøð og stongja økið
fyri almenninginum
fyri at bátarnir skulu
fáa frið, sigur Petur
Jensen, nevndarlimur í
Bátafelagnum
Smábátar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað hendir javnan og savn
an. Og leygarnáttina hendi
tað so aftur at herverk verð
ur framt á bátar, sum liggja
í bátahylinum í Skálatrøð.
Ein av teimum, sum eigur
bát á Skálatrøð, er Petur Jen
sen og hann er eisini nevnd
arlimir í bátafelagnum í
Havn.
Hann sigur, at tað kemur
ofta fyri, at bátar, sum
liggja við bátabrúgvarnar
fáa ikki frið og leygarnáttina
var tað so hansara egni
bátur, sum var fyri ágangi.
Onkur hevur brotið rút
in inn í húsið og síðani hava
tey læst seg inn. Tað er týði
ligt, at tey hava sitið og ball
ast inn í húsinum, men tað
ringasta er, at tey hava
skrætt sjónvarpið niður av
skottinum.
Kortini heldur hann, at
hann slapp væl, tí tað kundi
verið so nógv verri.
Vit hava áður sæð, at
ótangar hava tømt eldsløkkj
arar, tá ið teir hava brotið
inn í bátar og at teir hava
knúst eina rúgvu at útgerð.
Í so máta var eg heppin, at
ikki meiri hendi, tí vandi
fyri umfatandi herverki er
avgjørt til staðar, tí tað hava
vit sæð fyrr.
Stongja bátaplássið
Petur Jensen sigur, at í báta
felagnum, hava tey onkuntíð
tosað um, hvussu tey kunnu
tryggja bátarnar betri.
Vit føla okkum rættiliga
ótrygg og tí haldi eg, at tað er
rætt, at vit taka málið upp.
Hann sigur, at nógvir av
bátunum eru rættiliga dýrir
og tí er tað harmiligt, at her
verk verður gjørt á teir í
heilum.
Væl eru bátarnir tryggj
aðir, men tað er ikki serliga
hugaligt at taka upp eftir her
verki í heilum og tí kundi eg
hugsa mær, at stig verða tikin
til at forða fyri, at herverkini
henda. Yvirhøvur.
Hann heldur, at ein loysn
kundi verið at sett gyrðing
upp rundanum alla báta
havnina á Skálatrøð. Tað
gera tey aðrastaðni og tað
riggar fínt.
Tað, sum hann hugsar
um, er at seta eitt høgt rima
verk úr stáli upp rundanum
bátabrúgvarnar. Hvør báts
eigari fær so lykil, sum
hann læsir seg inn við.
Hann heldur, at umframt
at forða fyri herverki, kundi
eitt slíkt rimaverk tænt fleiri
øðrum endamálum.
Tað kundi gjørt tað lætt
ari hjá kommununi at fingið
alt legugjaldið fyri báta
plássini, inn, tí ein, sum er í
eftirstøðu, fær sjálvandi
heldur ikki lykil.
Forða fullum fólki
Men hann heldur, at tað er
enn meiri týdningarmikið,
at ein gyrðing kundi bøtt
munandi um trygdina við
bátabrúgvarnar.
Tað skerst ikki burtur, at
bátabrúgvarnar eru mangan
ómetaliga hálar. Tað skerst
heldur ikki burtur, at tað
sostatt er lívshættisligt hjá
fullum fólki at ganga eftir
teimum. Men tað skerst
heldur ikki burtur, at brúgv
arnar liggja mitt í býnum,
tætt við náttarlívið og tað er
tíverri heldur ikki óvanligt,
at full fólk fara malandi út
eftir brúgvunum og tað er
at seta seg sjálvan í lívs
vanda.
Petur Jensen sigur, at ein
gyrðing kundi hjálpt mun
andi um trygdina.
Heðin Mortensen, borgar
stjóri, sigur í stuttari við
merking, at hetta er eitt sera
gott hugskot og tað er uttan
iva eitt hugskot, sum býráð
ið átti at tikið upp beinan
vegin.
Leingi hevur tað ikki verið
loyvt at roykja innandura um
borð á skipunum hjá Strand
ferðsluni. Men nú er tað held
ur ikki loyvt at keypa sigar
ettir í kioskunum umborð á
strandfaraskipunum. Strand
ferðslan hevur nevniliga nú
gjørt av, at hereftir skal tað
ikki bera til at keypa sigarettir
í kioskunum umborð á
Strandfaraskipunum.
Forboðið kom í gildi í
gjár umborð á øllum skipun
unum, sum hava kiosk.
Regin Vágadal, stjóri á
Strandferðsluni sigur, at hetta
er ein avgerð, sum stovnurin
hevur tikið av sínum einting
um.
Og tað er fyri at tæna fólka
heilsuni, at Strandferðslan
ikki longur fer at selja
sigarettir. Hann sigur, at
rákið í samfelagnum er tann
vegin, at hugsað verður meiri
og meiri um fólkaheilsuna.
Harafturat er tað mangan
ávíst,
hvussu
ómetaliga
heilsuskaðiligt, tað er at
roykja og sum almennur
stovnur, halda vit, at vit eiga
at ganga undan og gera okk
ara til frama fyri fólka
heilsuna.
Við hesum átaki fer Strand
ferðslan eisini at missa nakað
av inntøku, men stjórin sigur,
at vinningurin av sigarettsøl
uni er ikki meiri enn so, enn
at tað klárar Strandferðslan
uttan trupulleikar. Hann legg
ur afturat, at hann hevur onki
frætt um, at ferðafólk hava
verið misnøgd við, at tað nú
ikki longur ber til at keypa
sigarettir umborð á skip
unum.
Gevast at selja sigarettir hjá
Strandferðsluni
Leingi hevur tað verið ólógligt at royka allastaðni innadura
umborð á skipunum hjá Strandferðsluni, men nú verður heldur
ikki loyvt at keypa sigarettir í kioskunum umborð
Leiddir og keddir
av herverki
-Ótangarnir høvdu skrætt sjón-
varpið niður av skottinum, men
kortini heldur Petur Jensen, at hann
var øgiliga heppin og slapp bíliga
Rúturin var brotin og innan
bar húsið týðilig tekin um, at
óbodnir gestir høvdu sitið inni
og ballast