týsdagur 13. november 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 220 - 13. november 2007
Vit vóru við til
framløguna av bókini
“Fisher Heinesen tá ið
rak við og ímóti.”
útgáva
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Vit, sum minnast 50 ár aftur
tíðina, minnast eisini Fisc
her Heinesen á ein serligan
hátt. Hetta var í samband
við læknastríðið í Klaksvík.
Tað var ikki lætt tá at fáa
greiðu á, hvat tað egentliga
var, sum hann hevði gjørt,
men dómin er tað eingin,
sum gloymir. Fyrst fekk
hann 1½ ár við Føroya rætt
og síðan varð broytt til 1 ár
av landsrættinum. Hetta var
ikki smávegis dómur, og
eingin dugdi at skilja hann.
Heimkoman, sum Fischer
fekk, tá ið hann var latin
leysur var eisini minnilig.
Her var talan um eina veru
liga hetju. Hann hevði tá
kunnað komið inn á ting
sum einki, men hetta hevði
ikki hansara áhuga.
Seinni kom ein at kenna
henda seigliga mannin, tá
ið hann rættaði kumpass.
Enn seinni fyri ta genialu
streymtalvuna, sum øll dug
du at skilja í mun til mána
støðurnar, sum vóru uppgiv
nar í álmanakkanum.
Ein annar persónur, sum
hevur hugtikið, er Elduvíks
Jógvan, pápi Fischer. Hann
var eisini ein serligur per
sónur við sínum skili og
sunnu fornuft.
Tí var tað eisini áhugavert,
at søgan um Fischer nú kom
á prent, fyri ein stóran part
skrivað av honum sjálvum.
Hann var so “heppin” at fáa
átta mánaðir í Tinganesi,
har hann stórt sæð kundi
gera sum hann vildi, bert
hann helt seg innandura.
Hesa tíðina nýtti hann til at
skriva sína lívssøgu og
umframt tað hugleiðingar
um ymisk evni.
Hetta tilfar hevur klaks
víkingurin Óli Olsen tikið
hond um, snøggað tað til og
lagt nakað nógv afturat, so
talan er um eina góða heild
armynd av Fischer.
Framløgan
Bókin varð framløgd í Ósá
skúlanum nú leygardagin,
har hon eisini kundi fáast
til keyps fyri serprís, signer
að av høvundanum.
Tað var heilt fitt av fólki
til staðar á hesi samkomu.
Karl
Martin
Samuelsen
sang, eisini onkran sang,
sum varð yrktur í samband
við læknastríðið, og setti
hetta sín dám á løtuna.
Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri ynskti fólki
vælkomnum. Hann umrøddi
Fischer sum ein av teimum
stóru synunum, sum Klaks
vík hevur fostrað, og hann
tók
sjómansskúlan
sum
dømi.
Ummælið hjá Jóan
Paula Joensen
Jóan Pauli Joensen, rektari
á Fróðskaparsetrinum, um
mælti bókina og segði mill
um annað:
Í innganginuum í bókini
skrivar Óli Olsen at hann,
tá ið hann savnaði tilfar til
bøkurnar um sigling og út
búgving, ofta kom inn á
gólvið hjá døtrum Fischers
Honnu og Doris, sum høvdu
nógv at siga honum.
Úrslitið hava vit í dag.
Óli Olsen hevur fingið sett
tað, sum Fischer hevur
skrivað, saman í eina bók,
har tekstur og myndir stuðla
hvørjum øðrum. Hetta er
partvís ein sjálvbiografi,
sum gevur okkum góða hyll
ing á øllum lívinum hjá ein
um merkismanni. Men her
er eisini so nógv annað til
far, sum Fischer, sum tann
arbeiðssami, ágrýtni og for
vitni maðurin hann var, hev
ur kannað og skrivað upp.
Serliga er nógv um náttúru
fyribrigdi sum veður og
vindur fyri ikki at tosa um
streym. Eisini alt tað, sum
kundi nýtast í sambandi við
sigling og navigatión fyrr í
tíðini. Alt slíkt, sum Fischer
Heinesen hevði givið gætur
og ligið undir, tá ið teir gom
lu høvdu tosað.
Fischer greiðir frá barn
dómi síðum í Klaksvík og
tí, sum børn tá fingust við,
eitt nú at fiska síl og fanga
állar. Hann greiðir eisini
frá, tá ið hann fór til skips
fyrstu ferð, og skipið varð
søkt. Fischer heldur seg
ikki at hava verið nøkur
fiskiklógv, men tað kundi
eisini gera tað sama við teir
ri yrkisleið hann fekk. Kort
ini dámi honum væl at fara
á flot, eisini var hann onkr
an túr til skips seinni, men
mest av forvitni. Sum tann
skrivandi maður hann var,
skrivaði hann eisini dagbók
til hann varð gamal maður.
Onkur brot verða eisini end
urgivin í bókini.
Parturin um virksemið
hjá Fisher Heinesen í Dan
mark er sera áhugaverdur.
Hann fekk sær holla útbúgv
ing sum sjómaður. Fyrst á
sjómansskúla í Svendborg,
seinni sum stýrimaður í
Ålborg. Hví hann fór har,
tað visti hann ikki rættiliga,
men kanska var tað lagnan,
at hann har skuldi hitta
donsku Esther, sum gjørdist
honum ein holl kona. Seinni
fór hann til Fanø, har hann
tók skipsføraraprógv. Eisini
fekk hann stundir til at taka
preliminerprógv.
Hann byrjaði tíðliga at
undirvísa á sjófartsskúla,
og tað var hetta, sum skuldi
koma at verða hansara pro
fessión. Hann fekk sær eisi
ni ta neyðugu sjómanns
skúlalærara útbúgvingina á
Danmarks tekniske Høj
skole, so hann var eisini
hálvur verkfrøðingur. Hen
da útbúgving hansara gav
honum stórar møguleikar.
Hann var í mong ár sjó
mannsskúlalærari og stund
um skúlastjóri í Marstal.
Har gekst honum væl, og
har fingu hann og konan
døturnar báðar.
Hví mundi hann fara frá
hesum starvi við tess møgu
leikum til Føroyar í eitt
starv sum havnameistari í
Klaksvík?
Hjá honum hevur tað ver
ið sum hjá so mongum øðr
um føroyingi. Klettarnir í
Norðuratlantshavi draga til
sín. Tann drátturin er ógvuli
ga sterkur, tað kann eg
sjálvur ásanna. Tað kann
verða bæði gott og ringt og
ger ein ikki sørt blindan
fyri teimum møguleikum,
sum ein hevði kunnað havt
uttanfyri Føroyar.
Fischer var farin væl um
tey fjøruti, tá ið hann og
konan settu búgv í Klaksvík.
Hann gjørdisr gamal maður
og fekk tí eitt langt og virki
lív í heimbygdini. Her triv
ust hann og konan. Eg síggi
eisini fyri mær teir báðar
Robert Joensen og hann
ganga túrar í fjøllumum við
fjalstavi og skjáttu á herðun
um. Tað man hava verið eitt
sera áhugavert prát teirra
millum.
Fischer Heinesen fekk av
rikað nógv og kom at verða
undangongumaður á mong
um økjum. At hann sum ful
lærdur sjómansskúlalærari
gjørdi sítt til at stovna sjó
mansskúla í Klaksvík er
náttúrligt. Hansara leiklut
sum sjómansskúlalærara og
stjóra fyri sjómansskúlanum
í Klaksvík hevur Óli Olsen
Søgan um Fischer Hei
Hetta var ein av myndunum frá læknastríðnum, sum fóru kring heimin. Sáttligu norðingarnir f.v. Jógvan Joensen, Mikkjal
Joensen og Johan Purkhús verja borg við vápn í hond!
Fischer handan stongdar dyr
við skrivimaskinu. Hann
sat uppi á loftinum, har
Vinnumálaráðið er í dag
Halda skýming á Oyrabakka
Í annaðkvøld, mikukvøldið klokkan 19.00, verður Skýmingarhald á
Sunda bókasavni á Oyrarbakka í sambandi viå, at norðurlendska
bókasavnsvika er í hesum døgum um kvinnur í Norðurlondum.
Eyð Matras, sjónleikari, fer at les brot úr gitnu skaldsøguni um Kristin
Lavransdóttir hjá norska rithøvundanum Sigrid Undset. Somuleiðis fer
Oddvør Johansen, sum hevur skrivað fleiri bøkur, at greiða frá sínum
ritverki. Oddvør fekk Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens í 2002. At
enda fer Vígdis Fjallstein at syngja. Á myndini sæst Sigrid Undset við
skriviborðið.