Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-13, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. november 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 vinnan Nr. 220 - 13. november 2007 fyri pengapungin Adventure tourism/ »Spennings-ferðavinna« Eitt slag av ferðavinnu, har hin ferðandi er virkin í náttúruni. Tílíkt virksemi inniber ein ávísan vanda, lutvíst stórar kropsligar avbjóðingar og tørv á serkunnleika. Extreme tourism líkist, men er bara ógvusligari. Vistferðavinna Eitt slag av ferðavinnu, ið leggur seg eftir at varðveita náttúruna og varða um áhugamálini hjá lokalu íbúgvunum. »Geo-ferðavinna« Byggir á burðardygd og virðing fyri vitjaða ferðamálinum. Geo-ferðavinna leggur dent á tað serstaka lokala og skal vera eins nógv til fyrimuns fyri tann vitjandi sum fyri vertarnar Hóp-ferðavinna Eitt slag av ferðavinnu, ið leggur seg eftir ferðandi í hópatali, verður serliga sett í sambandi við “sjógv, sand og sól”. Onnur eyðkenni: Millumlanda eigaraskapur, tvs. lítil beinleiðis inntøka til lokalu samfeløgini, árstíðarbundið og pakkaferðir. Náttúru ferðavinna Øll sløg av ferðavinnu, ið taka støði í náttúruni og atdráttum knýttum at náttúruni. Pro-poor tourism Eitt slag av ferðavinnu, ið hevur til endamáls at økja um inntøkurnar hjá fátøkum fólkum. Responsible tourisme / Ábyrgdarfull ferðavinna Eitt slag av ferðavinnu, sum skal vera til gagns fyri lokalu íbúgvarnar, sum hevur til endamáls at minka um neilig sosial og/ella umhvørvisligu árin, og sum stuðlar upp undir at varðveita lokalar siðir, mentan og djórasløg. Sustainable tourism / Burðardygg ferðavinna Eitt slag av ferðavinnu, har tørvurin hjá tí ferðandi verður nøktaður, samstundis sum dentur verður lagdur á at verja og betra um møguleikarnar hjá næsta ættarliðið – og fyri framtíðina sum heild. KELDA: The International Ecotourism Society. www.ecotourism.com SLØG AV FERÐAVINNU Stjórin í SamVit segði, at tað at friða økir, merkir ikki, at økini ikki mugu vitjast, men vitjaninar skulu bara vera undir eftirliti, so tey verða varðveitt til eftirkomararnar – og vistferðafólkini, ið leggja nógvan pening eftir seg hotell eiga at taka virknan lut í sambandi við at verja náttúruna og at stuðla lokalu samfeløgunum. - Í Evropa eru 20–30% av teimum ferðandi tilvitað um tørvin á burðardyggari ferðavinnu, og 10-20% av teimum ferðandi leita eftir “grønum loysnum” – og 5- 10% av teimum ferðandi krevja “grønar loysnir”. Hon segði, at í Týsklandi ynskja 65% (ella 39 miljónir fólk) umhvørvisvinarliga dygd, har tey ferðast. 42% (25 miljónir fólk) halda tað vera serliga týdningarmikið at finna umhvørvisvinarligt innivist. 70% av ferðandi úr USA, Bretlandi og Avstralia vilja gjalda upp til 150$ meira fyri uppihald á gisting- arhúsum við “ábyrgdarfull- um hugburði mótvegis náttúr- uni”, sum tað verður rópt. - Hesi tøl siga okkum at tað er skilagott, at allar kreft- ir í landinum, sum fáast við ferðavinnu yvirhøvur, leggja seg eftir at leggja strategiir sum írokna vistferðavinnupr insippini. Tað er ikki bara skilagott fyri klótuna og fyri mentanina, men eisini fyri pengapungin. Serfrøðingar Elin fegnaðist eisini um, at tað hevði eydnast teimum at fáa útlendskar gestir at halda fyrilestur á vistferðar- ráðstevnuni. - Ja, vit eru so heppin at hava fingið vitjan av Dr. John Hull, sum er ein av serfrøðingunum í ekspert- panelinum hjá National Geographic, ið valdi Føroy- ar sum besta oyggjaland. Vit hava eisini fingið ein annan sera áhugaverdan gest uttanífrá – Carol Patter- son, sum er ein av heimsins fremstu serfrøðingum í vist- ferðavinnu. Hon hevur skrivað fleiri bøkur um, hvussu tú ber teg at við at uppbyggja eina burðardygga vistferðavinnu. Hon segði, at tey bæði hava eina stóra vitan um vistferðavinnu og kunnu siga okkum, hvussu vit best ansa eftir okkara virðismikla tilfeingi. - Málið hjá okkum er, at vit framyvir kunnu varð- veita okkara støðu á fyrsta- plássinum – og fáa eina burðardygga vinnu burtur úr hesum, segði Elin Heine- sen, stjóri í SamVit á vistfe rðavinnuráðstevnuni í Norð- urlandahúsinum. Italienskir designmøblar í Føroyum Komandi leygardag letur møblaseljarin Dánjal Petersen hurðarnar upp í nýggja Home Design handlinum, har hann bjóðar øllum inn á gátt. Við teim nýggju og vøkru hølunum uppi Á Hjalla 7A í Hoyvík fer Home Design at seta kvalitetsmøblar og design í hásæti, skriva eigararnir í tíðindaskrivi. Í handlinum er eisini eitt stórt úrval av teimum italiensku designmøblunum frá Natuzzin. Handilin á Hjalla, ið eru gódar 600 fermetrar til støddar, og tað eru eigararnir av møblasøluni Eikini, ið eisini eiga Home Design. Á fyrstu hædd verður ein deildi, sum fer at selja alt til skrivstovur, stólar, bord, reolir, lampur og so framvegis.