Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. november 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 vinnan Nr. 220 - 13. november 2007 Á áhugaverdu vist­­ferðavinnuráð­ st­­evnuni í Norður­ landahúsinum leygardagin segði st­­jórin í SamVit­­, Elin Heinesen, at­­ vist­­ferðavinna í fyrst­­a lagi er skilagóð fyri heimin og ment­­anina kring um okkum, men fakt­­uellu t­­ølini siga okkum eisini, at­­ het­­t­­a slag av ferðavinnu so sanniliga eisini er góð fyri pengapungin VistferðaVinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í røðu síni á vistferðavinnu ráðstevnuni í Norðurlanda­ húsinum leygardagin legði stjórin í SamVit, Elin Heine­ sen, dent á, at stevnan ikki minst hevur til endamáls at gera okkum í Føroyum meira varug við virðini í okkara náttúrliga og ment­ anarliga tilfeingi. Hon reisti eisini spurning­ in, hvat krevst fyri at verja hetta tilfeingið, og hvussu fáa vit eina burðardygga vinnu burtur úr hesum. Elin gjørdi eisini nógv burtur úr at greiða frá, hvat ein vistferðavinna, sum á donskum verður rópt øko­ turisme, í veruleikanum er. Mentanarligur arvur ­ Hetta er eitt slag av ferða­ vinnu, sum talar til vistfrøði­ liga og sosiala tilvitan. Yvir­ høvur snýr vistferðavinna seg um mentan, náttúruupp­ livingar, sjálvbodna arbeiðs­ megi, persónliga menning og um at nema sær vitan um ymiskar livihættir á klót­ uni. Náttúran, dýra­og plantulív og mentanarligi arvurin eru fremstu atdráttir hjá einum ferðamáli fyri vistferðafólkið. Hon segði, at skal burðar­ dygg menning av vistferða­ vinnu eydnast, er neyðugt at taka bæði sosial, fíggjar­ lig og umhvørvislig atlit. ­ Burðardygg ferðavinna er ferðavinna, har tørvurin hjá tí ferðandi verður nøkt­ aður, samstundis sum dent­ ur verður lagdur á at verja og betra um møguleikarnar hjá næsta ættarliði og fyri framtíðina sum heild, segði Elin. Bæði innan vistferða­ vinnu og burðardygga ferða­ vinnu verður dentur lagdur á at varðveita náttúruna og betra um støðuna hjá lokalu íbúgvunum. ­ Tey, ið fáast við vist­ ferðavinnu, hava nakrar meginreglur at halda seg til. Ein grundleggjandi regla er til dømis at skapa tilvitan um og virðing fyri náttúruni og mentanini, samstundis sum tað er týdningarmikið at skapa positivar uppliving­ ar, bæði fyri hin vitjandi og tann, sum er vertur fyri ferðafólkunum. Veksandi vinna Stjórin í SamVit segði, at vistferðavinna byrjaði at taka dyk á seg í nítiárunum og er síðan vaksin við 20­ 34% um árið. ­ Vistferðavinnan og náttúruferðavinnan vuksu í 2004 tríggjar ferðir skjót­ ari í altjóða høpi enn tað, sum vit skilja við vanligari ferðavinnu. Hon segði, at tað sum rópt verður “sól og sand” ferðavinna verður mett at hava havt sínar bestu dagar. Hinvegin er upplivingar­ ferðavinna, eitt nú vistferða­ vinna, millum tær vinnur, ið verða mettar at fara at veksa skjótast komandi 20 árini. Elin nevndi eisini fleiri dømi um teir fíggjarligu fyrimunirnir, sum eru við vistferðavinnu í mun til tað, sum rópt verður hópferða­ vinnu. ­ Í Dominika í Karibia brúka tey vitjandi, sum búgva í smáum smáttum, 18 ferðir meira pengar á staðnum enn fólk, ið koma við ferðamannaskipum til oyggjarnar. Í Komodo National Park í Indonesia brúka ferðafólk, ið ferðast sjálvi, nærum 100 US$ fyri hvørja vitjan, meðan fólk í ferðaløgum bara leggja helvtina av hesari upphædd eftir sær. Ferðafólk av ferða­ mannaskipum brúka í með­ al tríggjar cent í lokala umhvørvinum. 80% av kostnaðinum fyri ferðir við øllum íroknað fara til flog­ ferð, gistingarhús og onnur altjóða feløg. Vistferðafólk brúka harafturímóti lokalar veitingar og leggja í nøkrum førum heili 95% av samlaðu upphæddini eftir sær á stað­ num. Tjóðgarðar Stjórin í SamVit segði, at tað at friða økir, merkir ikki, at økini ikki mugu vitj­ ast, men vitjaninar skulu bara vera undir eftirliti. ­ Tá tey í Íslandi friðaðu ávís øki og settu tey av til tjóðargarðar ella national­ parkir fleirfaldaðist talið av ferðandi til hesi støð. Inn­ tøkurnar frá teimum vitj­ andi geva yvirskot og fíggja væl og virðiliga umsitingina av tjóðargørðunum. Hon segði, at meira enn tveir triðingar av ferðandi úr Amerika og Avstralia – og 90% av teimum ferðandi úr Bretlandi – halda, at Vistferðavinna er skilagóð - Tá tey í Íslandi friðaðu ávís øki og settu tey av til tjóðargarðar ella nationalparkir fleirfaldaðist talið av ferðandi til hesi støð. Inntøkurnar frá teimum vitjandi geva yvirskot og fíggja væl og virðiliga umsitingina av tjóðargørðunum, segði Elin Heinesen, stjóri í SamVit Mynd: Vilmund Jacobsen Tey svala á sær uttanfyri Norðurlandahúsið í steðginum sum er millum áhugaverdu fyrilestrarnar um vistferðavinnu Mynd: Vilmund jacobsen Fiskivinnutíðindi úr Grønlandi v/ Kára við Sein Kanadiarar fáa góða viðferð Eg vil geva eitt lítið dømi um, hvussu gott kanadiarar verða viðfarnir her í Sisimiut. Fyrrverandi Gissur Hvíti, sum eitur OUJUKOAQ, hevur fólk frá landi at rekja teirra svartkalvagørn uppi á kajuni. Eg haldi, at tað høvdu hvørki grønlendskir ella føroyskir fiskimenn fingið loyvi til í Kanada