týsdagur 13. november 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 220 - 13. november 2007 ]
Arsenal
aftur á
ovastu
rók
Við einum
tryggum 3-1-sigri
á Reading í kvøld
er Arsenal nú aftur
á odda í Premier
League
Fótbóltur
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Verjukenda spælið hjá
Reading riggaði væl
ímóti Arsenal í kvøld,
tá ið liðini brustu saman
á Madejski Stadium.
Arsenal hevði trupult
við at fáa hol á, men tá
ið hol var fingið á, var
eingin trupulleiki.
Tað sá leingi út til, at
hálvleiksstøðan skuldi
vera 0-0. Men hetta
vildi Mathieu Flamini
øðrvísi, og legði Arse-
nal á odda ein minutt
undan steðginum.
Í
seinna
hálvleiki
kom Reading longri
fram á vøllin, men eydn-
aðist ikki serliga væl.
Bara sjey minuttir inn í
seinna hálvleik økti
Emmanuel
Adebayor
til 2-0 eftir eitt upplegg
frá Cesc Fabregas.
12 minuttir fyri leik-
lok
økti
Alexander
Hleb til 3-0, men enski
landsliðsleikarin, Nicky
Shorey, minkaði um
munin tríggjar minuttir
fyri leiklok.
3-1 gjørdist eisini
endaliga úrslitið, og
Arsenal kann nú aftur
kalla seg oddalið í
Premier League. Teir
liggja púra javnt við
Manchester United - 30
stig og málmun áljóð-
andi +17, men Arsenal
hevur spælt ein dyst
færri.
Triðja umfar í lið-
kappingini í talvi
varð telvað í viku-
skiftinum. Klaks-
víkingar snávaðu,
meðan Vestmenn-
ingar gjørdust nýtt
oddalið við einum
sigri á øðrum liði hjá
Klaksvík
talv
Ólavur Simonsen
olavur@sosialurin.fo
Fyrsta liðið hjá vestmenn-
ingum fekk vitjan av øðrum
liði hjá Klaksvíkini. Her
vóru vestmenningar greiðir
favorittar á øllum fýra
borðum.
John Rødgaard, sum er
danski suðuroyingurin hjá
vestmenningum,
vann
á
Rana Baldurssyni í einum
sera jøvnum talvi. Drúgvu
royndirnar og tann haldgóði
spælistílurin hjá John gera,
at honum bert tørvar ein
sera lítlan fyrimun til at
vinna eitt talv. Hetta var
eisini lagnan, sum Rani fekk
sunnudagin, har John vísti
sína styrki í endatalvinum.
Havnarmaðurin hjá vest-
menningum, Carl E. N.
Samuelsen, vann ein trygg-
an sigur á Tummas M. Sól-
sker, har Tummas var sera
kroystur og mátti leggja
kong eftir bert 30 leikir.
Hvalvíkingurin hjá vest-
menningum, Martin Brekká,
lat eina finnu tíðliga í
byrjanarspælinum fyri virk-
ið spæl móti Esberni Christ-
iansen. Hetta gav eisini
ávøkstur, tá Esbern seinni í
talvinum misti ein riddara
og harvið tað heila stigið.
Vestmenningurin
hjá
vestmenningum,
Samson
Højgaard, var einasti, ið
mátti lata stig móti Rógva
Dragaberg í einum sera
buldraligum talvi, og harvið
vunnu vestmenningar 3-1.
Klaksvíkingar
snávaðu
Eftir tveir knúsandi 4-0 sigrar
fyrstu tvey umførini, stóð tap
fyri durum móti einum
ungum Sandavágsliði.
Olaf Berg og Torkil Niel-
sen vunnu á ávíkavist fyrsta
og øðrum borði móti Ólavi
Simonsen
og
Finnbirni
Vang. Terji Petersen gjørdi,
sum tann einasti klaksvík-
ingurin, sína skyldu við at
vinna á unga talentinum
Rógva E. Nielsen. Á fjórða
borði megnaði Haldur S.
Johansen bert at fáa javnleik
móti
unga
sandavágs-
inginum Jón Gregersen.
Við tapinum móti Sanda-
vági er Klaksvík 1 dottið
niður á annað pláss við
einum hálvum stigi aftanfyri
Vestmanna
1.
Hinvegin
hevur Sandavágur otað seg
longur upp eftir stigatalvuni
og liggur bert tvey stig
aftanfyri Klaksvík 1.
Kappingin í 1. deild hevur
nú býtt seg í tveir partar, har
Vestmanna 1, Klaksvík 1 og
Sandavágur hava rykt seg
leys frá hinum liðunum.
Varaborgarstjórin
tók á bóli
Havnin, ið hevur havt tað
trupult við fólki í ár, fekk
ein kærkomnan sigur móti
øðrum liði hjá vestmanna
við at vinna 2½-1½.
Mest óvantaða úrslitið í
botndystinum var javnleik-
urin millum varaborgar-
stjóran í Vestmanna, Jón
Mikkelsen, og Herluf Han-
sen. Við einum ratingmuni
á 389 stig skuldi Herluf veri
tryggur vinnari á papp-
írinum, men varaborgar-
stjórin, eldsálin og for-
maðurin í Vestmanna talv-
felag vildi hetta øðrvísi og
ognaði vestmenningum eitt
hálvt stig í betri støðu.
At góð úrslit fella á
eldsálina í Vestmanna talv-
felag, er bert at frøast yvir.
Jón hevur sum formaður
slóðað fyri og skapt eitt
felagsumhvørvi, sum heilt
sikkurt er eitt av best riknu
ítróttarumhvørvum í landi-
num. Tað er eisini heilt
sikkurt, at hetta hevur havt
stóra ávirkan á, at Vest-
manna hevur havt so góð
úrslit í bestu deildini seinnu
árini og eisini hevur megnað
at vinna sær tvey lið í fyrstu
deild.
Vestmenningar tikið
oddasessin
Eldsálin úr Vestmanna, Jón Mikkelsen, eigur stóran part av æruni fyri sterku støðu felagsins í føroyskari telving
Støðan eftir
3. umfar
1. deild
Stig
Vestmanna 1
10
Klaksvík 1
9½
Sandavágur
7½
Havnin
3½
Klaksvík
3
Vestmanna 2
2½
2. deild
Stig
Klaksvík 3
6½
Toftir
6
Havnin 3
5
Kollafjørður
3½
Toftir
3
Sandavágur 2 2½
3. deild A
Stig
Vestmanna 3
9
Sandavágur 3 6½
Skopun
5½
Klaksvík 4
3
3. deild B
Stig
Havnin 4
5½
Gøta
4
Rókur
3½
Vestmanna 4
3
Unglingar Stig
Klaksvík
5
Havnin
4
Rókur
3
Vestmanna
3
Sandavágur
3
Skopun
2
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur