týsdagur 13. november 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 220 - 13. november 2007 ]
Pál Joensen, sum
í løtuni fyrireikar
seg til stóru avbjóð
ingina, at royna
at vinna fyrsta før
oyska gullmerkið
nakrantíð í svimjing
til Norðurlendsku
Junior Meistarakapp
ingina, sum aftur í
ár verður í Føroyum,
var við í kapping
í Klaksvík hetta
vikuskiftið
SVIMJING
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Seinast Norðurlendsku Jun
ior Meistarakapping (NJM)
var í Føroyum var í 1993,
og eru føroyingar, síðan tá,
vorðnir sterkari og sterkari.
Síðsta ár (í Finnlandi)
vunnu okkara 4 bronsu, og
árið
frammanundan
1
silvur.
Men í ár, tann 1. og 2.
desembur, ætla føroyingar
tað enn betur. Og vónin
liggur í Páli Joensen sum í
løtuni liggur nr.1 í øllum
Evropa í teinunum 400, 800
og 1500m frísvimjing fyri
unglingar (tað er dreingir
upp til 18 ár) Pál verður 17
ár t.10. desembur í ár, so
har er nógv gott í væntu frá
honum framyvir.
Pál Joensen royndi seg í
vikuskiftinum, fyri at testa
formin,eftir nøkrum metum
sum hava staðið í 10 ár. Tað
var í 200 og 400 m blandað
hjá monnum. Tað eydnaðist
stak væl, og Pál "sorlaði"
eisini metið í 200m firvald.
Pál er nærum frísvimjari
burturav, so úrslitini í viku
skiftinum
vísa
veruliga
hvussu væl hann er fyri í
løtuni.
Nakað fyri seg
Samanlagt vann SuSvim
kappingina í Klaksvík. Ser
liga vegna avbera flottu
úrslitum hjá ungum evna
ríkum svimjarum sum t.
d.13 ára gamla Sofusi Bech
úr Porkeri. Sofus vann allar
frí kappingarnar hann svam
frá 50 til 400 m, og tá er
hann yngstur í sínum bólki
sum er bólkur 4, dreingir
1314 ár. Teir meira royndu
svimjararnir sum Shaila
millum Garðarnar, Dánjal
Martin Hofgaard, Malan V.
Bærendsen og Mona Sim
onsen
vunnu
sjálvandi
nærum alt tey rørdu við, og
ein klassamunur byrjar at
vísa seg ímillum SuSvim
og restina av Føroyum.
Samanlegging av nógvum
evnaríkum ungfólki, ber
ávøkst!!
Hollur stuðul
Jón Bjarnason vil vera við
at stuðulin frá kommunum,
skúlum og starvsfólki í
svimjihallum í oynni, um
framt gott fólk í nevndini,
ið hava gjørt eitt megnar
erbeiði, hevur viðvirka til
at SuSvim hevur rokkið so
ómetaliga góðum úrslitum
innan
svimjiítróttina
í
Føroyum.
Vælvild frá kommunu
num, Vágs Skúla og ikki
minst starvsfólki í Vágs
Svimjihøll spælir sín stóra
leiklut í framúr góðu úrs
litunum sum vit nú síggja.
Eins og ein vælvirkandi
nevnd við fólki úr allari
oynni ger tað ein kann
vænta, og so eitt vet meira.
Og fyri tað kann eg sum
venjari bara vera avbera
takksamur,
sigur
Jón
Bjarnason.
Fyri fyrstu ferð í
hálvt sjeynda ár
varð skipað fyri FM
kapping í vektlyfting.
Hjá monnum gjørdist
vinnarin Herman
M. Hermansen, sum
eisini vann kapping
ina í 2000. Jónina
Tegeder gjørdist fyrsti
kvinnuligi meistarin
VektlyftING
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hølini hjá Yndi í Havn vóru
karmur um tiltakið, ið er tað
fyrsta, síðani sterkir menn
kappaðust í lyfting í fram
sýingarhøllini hjá Reyni
Service á vári í 2000.
Ta ferðina gjørdist Her
man M. Hermansen før
oyskur meistari, og hetta
heitið
endurvann
hann
leygardagin í kapping við
fimm avbjóðarar.
Samanlagt var Herman tó
ikki tann, ið lyftu tyngstu
vektirnar.
Kappingin
er
nevnliga skipað soleiðis, at
einstøku avrikini verða sett
í lutfalli til kropsvektina hjá
íðkarunum, og so verður
ein serligur lykil nýttur at
umrokna lyftini til stig.
Talan varð tó um sera
harða kapping millum Her
man og Høgna av Reyni,
men í seinasta enda hevði
Hermann smá trý stig meira.
Hjá
kvinnunum
vóru
tvær luttakandi, og her vann
Jónina Tegeder á Unu O.
Staksá. Samanlagt lyfti Una
her hálvttriðja kilo meira
enn Jónina, men við eini
væl lægri kropsvekt gjørdist
Jónina
tó
ein
tryggur
vinnari.
Sum skilst, so er ikki ætl
anin, at tað aftur skulu ganga
fleiri ár, áðrenn nýggj FM
kapping verður hildin. Jákup
Jacobsen, venjari, ið var
fyriskipari av kappingini,
segði eftir hesa, at tey ætla
sær at hava kapping á hvørj
um ári. Og at hetta vónandi
kann stimbra undir áhugan
hjá nýggjum íðkarum.
Sterkastu føroyingarnir funnir
Herman M. Hermansen hevur bíðað í sjey ár eftir at verja FM-heitið. Og tó at kappingin var
serstakliga hørð, so stóð hann enn einaferð ovastur
Mynd: Jan Müller
Jónina Tegeder gjørdist fyrsti kvinnuligi føroyameistarin í
styrkilyfting
Mynd: Jan Müller
Pál gjørdi bart í Klaksvík
Tíðinar, ið Pál vann við, vóru:
200m firvald: 2:11:03 Gamla metið var 2:14:92 og hana
átti Kári á Høvdanum úr Ægir frá 2006
200m blandað: 2:11:33 Gamla metið var 2:12:19 og hana
átti Kristian Martin Joensen úr Havnar svimjifelag frá
OYL. 1997
400m blandað: 4:37:01 Gamla metið var 4:39:08 og hana
átti Kristian Martin Joensen úr Havnar svimjifelag frá
FM. 1997.
FAKTA
Stórsigur til West Bromwich
Danski Martin Albrechtsen og hansara enska felag West Brom
wich Albion vunnu í gjárkvøldið stórsigur móti Coventry í næstb
estu ensku fótbóltsdeildini ”The Championship” Fyrri hálvleikur
endaði málleysur, men aftaná steðgin tóku gestirnar, úr West
Bromwich, seg um reiggj og innanfyri tveir minuttir løgdu, fyrst
Paul Robinson og seinni Felipe Teixeira gestirnar framum 20.
Seinni í dystinum løgdu teir somu tveir spælararnar liðið fram
um 40, tó hesu ferð í umvendari raðfylgju. 40 varð eisini enda
liga úrslitið. Hervið hevur West Bromwich 30 stig eftir 16 dystir,
seks stig aftanfyri oddaliðið Watford.
Everton vil leingja við Lescott
Everton eru til reiðar at leingja við Joleon Lescott. Hetta kemur í
kjalavørinum á at Joleon Lescott hevur havt eitt framúr kappingarár.
Og felag hansara ynskja at tryggja sær at hann verður verandi í fel
agnum í komandi árum. Lescott kom til Everton frá Wolverhampton
Wanderers síðsta ár, og hann hevur staði seg sera væl, og er eisini
komin í enska landsliðshitan. Managarin David Moyes vil bjóða tí
25ára gamla verjuleikaranum ein nýggjan fimm ára sáttmála – líkur
tí, ið aleyparin Andrew Johnson setti sína undirskrift á í farnu viku.