mikudagur 14. november 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 221 - 14. november 2007
Í næstu viku kunnu
allir føroyingar og
útlendingar keypa
partabrøv í føroyska
flogfelagnum Atlantic
Airways, tí tá selur
Føroya Landsstýri
ein triðing av sínum
partabrøvum. Spell,
at vit ikki tóku
stigið og seldu tveir
triðingar beinan
vegin, heldur Bjarni
Djurholm, lands
stýrismaður í vinnu
málum
Einskiljing
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Tað var ikki við góða viljan
um hjá landsstýrismannin
um í vinnumálum, Bjarna
Djurholm, at bert ein triðin
gur verður seldur av Atlants
flog. Í eini viðmerking til
Rás 2 í dag sigur Bjarni
Djurholm, at prísrurin fyri
felagið ivaleyst hevði verið
betri, um gjørt var á sama
hátt sum við Føroya Banka
at selja tveir triðingar.
Upplegginð hjá okkum
var at selja tveir triðingar
beinanvegin, men ein løg
tingsmeiriluti vildi tað øðr
vísi, og tí verður bert ein
triðingur seldur nú, sigur
Bjarni Djurholm.
Einskiljingin av Atlants
flog skuldi longu verið byrj
að fyri einum ári síðani,
men vanlukkan á Stord gjør
di ein sølu ómøgulga tá, vís
ir landsstýrismaðurin á.
Prospektið, ella søluskjal
ið, sum lýsir felagið, verður
almannakunngjørt mikudag
in 14. november í sambandi
við, at Atlantic Airways
verður lýst til sølu og skrá
sett á OMX, íslendska
virðisbrævamarknaðinum.
Sjálv sølan byrjar mánadag
in 19. november.
Við hesum er einskiljingin
av Atlantic Airways farin í
gongd, og í hesum sambandi
verður
tíðindafundur
í
Vinnumálaráðnum hósdag
in tann 15. november kl.
10. Sama dag verður kunn
andi fundur fyri almenningi
num klokkan 17 í Norður
landahúsinum.
Vinnumálaráðið vísir á,
at Atlantic Airways hevur
ment seg nógv seinastu
árini og er í dag eitt sterkt
felag. Talið á fráferðum
millum Føroya og útlond er
fimmfaldað, síðani felagið
fór undir flúgving millum
Føroyar og Keypmannahavn
í 1988. Felagið arbeiðir
áhaldandi fyri at fjøltátta
búskaparliga grundarlagið,
og í 2006 stavaði meiri enn
helmingurin av inntøkunum
úr útlondum. Tilsamans flut
ti Atlantic Airways 351.000
ferðafólk í fjør.
Umsetningurin í 2006 var
519 mió. kr. og 30 juni
2007 var eginpeningurin
208 mió. kr.
Tá starvaðust um 200
fólk í felagnum, sum flýgur
við seks flogførum og trim
um tyrlum.
Kaupthing Bank hevur
fyrireikað arbeiðið at skrá
seta Atlantsflog á virðis
brævamarknaðinum
og
stendur eisini fyri søluni,
sum fer fram í tíðarskeiði
num 19. til 27. november.
w w w . h a v s b r u n . f o
Er tín stórsta styrki
“Vanligt vit og skil…”
– so er tað kanska tær vit hava brúk fyri…
Havsbrún er eitt av stórstu og tøkniliga
mest framkomnu framleiðsluvirkjunum í
Føroyum við 90 starvsfólkum og einum
umsetningi uppá smáar 600 mill. kr árliga.
Havsbrún framleiðir fiskamjøl- og lýsi á
Mjøldeildini, og alifóður á Fóðurdeildini.
Vit koma í nærmastu framtíð at hava brúk
fyri framleiðslufólki, og vilja hervið eggja
áhugaum at søkja.
Arbeiðsuppgávur
• Tá ið framleiðsla er at verða partur av dagliga
arbeiðinum sum er í vaktum við skiftandi tíðum.
• Røkt, viðlíkahald og umvælingar av
framleiðslustólum og virkinum annars.
Vit rokna við at tú hevur
• ein ávísan kunnleika til maskinur og teldur
• eldhuga, ert álítandi og ágrýtin
Lønina tosa vit um…
Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv í einum
tekniskt dynamiskum umhvørvi, har menningin
gongur við rúkandi ferð.
Hevur hettar tín áhuga, so send eina umsókn so skjótt
sum gjørligt. Tó seinast 30. novembur 2007. Allar
umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Vilt tú vita meiri, ert
tú vælkomin at ringja til Hartvig Joensen, deildarleiðara
ella senda ein teldupost.
pf Havsbrún
FO-530 Fuglafjørður
Tlf 41 44 00
Fax 41 44 01
E-mail: haj@havsbrun.fo
Atlantsflog lýst til sølu
Nú verður ein triðingur av Atlantic Airways
einskilt, og samstundis verður føroyska
flogfelagið skrásett á virðisbrævamarknaði
Savnsmynd