Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2007síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 221 - 14. november 2007 3 atlantic.fo Fráboðan Partabrævaútboð og skráseting av Atlantic Airways á OMX tann 10 December 2007 Atlantic Airways P/F er altjóða fl ogfelag við støð í Føroyum. Atlantic Airways var stovnað í november 1987. Ætlanin var frá byrjan at fáa í lag eitt føroyskt alternativ til ferðandi á leiðini millum Føroya og Danmarkar. Síðan tá hevur felagið víðkað sítt virksemi og hevur lagt lunnar undir nýtt handilsvirksemi, sum t.d. nýggjar leiðir, leigutúrar og tyrlutænastu. Tann 30 juni 2007 hevði Altantic Airways 187 fólk í starvi, samlaða ogn og eginpening vóru ávikavist 409 and 208 mill. DKK. Í løtuni er Føroya landsstýri einasti eigari í Atlantic Airways og eigur 100% av partapeninginum. Í mars 2006 avgjørdi Føroya løgting við lóg at einskilja ein part av Atlantic Airways og selja 33% av partabrøvunum í felagnum. Eftir ætlan selur Landsstýrið 33% av partabrøvunum aftrat til virknan íleggjara, eftir at felagið er skrásett. Hetta krevur tó eina samtykta løgtingslóg. Nær seinna umfar verður, er ikki avgjørt enn. Partabrævaútgevari er P/F Atlantic Airways. Skráetta skrivstova felagsins er á Vága Floghavn, 380 Sørvági, Føroyum. Atlantic Airways er skrásett í Føroyum í Skráseting Føroya við skráset- ingarnummari 1223. Framman undan skráseting verða 341,550 partabrøv, sum svara til 33% av samlaða partapeninginum í Atlantic Airways, boðin til sølu. Partabrævaútboðið verður framt í trimum bólkum. Partabrøvini hava nominelt virði á kr. 100 hvørt ella multipla av hesum. Eingi partabrøv hava framíhjárættindi. Øll partabrøv, boðin út í hesum partabrævaútboði, eru partabrøv, ið Føroya landsstýri eigur. Bíleggingar upp till 20,000 partabrøv Bíleggingar oman fyri 20,000 partabrøv Starvsfólk og nevnd Tekningarskeið* 19-27 November 2007 19-27 November 2007 19-27 November 2007 Prísáseting ** Fastur prísur Book building Fastur prísur Kursur 242-261 242-261 242-261 Upphædd til samans 37.6-40.5 mill. DKK 37.6-40.5 mill. DKK 7.5-8.1 mill. DKK Partapeningur til samans*** 15 % 15 % 3% * Um Kaupthing varnast eina yvirtekning í einum bólki tíðliga í tekningarskeiðnum, hevur Kaupthing í samráð við Føroya landsstýri møguleika at steðga fl eiri tekningum í tí bólkinum. Tekningarskeið kann í fyrsta lagi verða steðgað 21. nov. 2007. ** Íleggjarar, sinnaðir at tekna í minsta lagi 20.000 partabrøv, verða við í eini book building tilgongd, sum fer at avgera endaliga kursin á øllum partabrøvum í øllum bólkum. *** Treytað av eftirspurninginum tilskilar útbjóðarin sær rætt til at tilluta útbodnu partabrøvini annarleiðis. Ætlaða tíðarskráin fyri tilboð og skráseting er henda: Tekningarskeið 19-27 november 2007 Kursurin ásettur við støði í book building tilgongd 28 november 2007 Úrslitið av útboðnum almannakunngjørt 28 november 2007 Útlutaðu partabrøvini fella til gjaldingar 7 desember 2007 Atlantic Airways skrásett á OMX 10 desember 2007 Verður tekningarskeiðið stytt, verða allar dagfestingarnar eftir henda dag fl uttar samsvarandi. Kaupthing Bank stendur fyri skrásetingini. Eitt prospekt er útgivið á enskum og er tókt á vevsíðunum www.atlantic.fo, www.kaupthing.net, www.kbbanki.is and www.kaupthing.fo. Prospekt í prentaðari útgávu er eisini tókt á skrivstovnum hjá nevndu feløgum í Bókbindaragøta 8 í Havn og Vága Floghavn, Sørvági frá 14 November 2007 í vanligari skrivstovutíð. Fráboðanardagur: 14 November 2007