Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 221 - 14. november 2007 Eitt valkvøld er altíð hektiskt, og tað er forbanka keðiligt at fáa ein slíkan tekniskan feil at dragast við, sigur formaðurin valstýrinum fyri fólkatingsvalið, Olaf á Stongunum, um kiks­ aðu uppteljingina í Kringvarpinum Fólkatingsval Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Alt ríkið lá í andaleypi í gjár og bíðaði eftir upptelj­ ingini av fólkatingsvalinum, sum dróg álvarsliga út í Kringvarpinum, tí tekniska skipanin breyt saman. ­ Hatta er ein skipan, sum Kringvarpið sjálvt hevur ábyrgdina av og goldið, og tí er ikki tað stóra hjá okk­ um at gera. Vit hava altíð havt álit á tí, sum stovnurin hevur gjørt fyri okkum, so eg meti tað sum hendi í gjár­ kvøldið sum eitt hendiligt óhapp, sigur formaðurin í valstýrinum fyri fólkatings­ valið í Føroyum, Olaf á Stongunum. Spurdur um ikki val­ nevndin hevur evstu ábyrgd­ ina, sigur formaðurin, at jú, tað hevur nevndin sjálvandi, men tá tað er teknikkur, sum ikki vil, er ikki tað stó­ ra at gera í eini slíkari løtu enn at vóna, at tey sum hava skil á tí fáa tað rætta. Uppteljingin var helst ein tíma seinkað orsakað at teknisku trupulleikunum. Roknað varð við endaliga úrslitinum um 22­tíðina, men ikki fyrr enn klokkan 22:59 var úrslitið greitt. Longi sá út til, at tað fór at vera Fólkaflokkurin, sum fór avstað við næsta kandi­ datinum, men hetta var orsa­ kað av, at nógvar sambands­ atkvøður vóru horvnar í teknisku skipanini. Valnevndin fær í dag all­ ar atkvøðurnar latnar upp í hendi og fer nú undir fíntelj­ ingina, sum fer fram á Hot­ el Hafnia. Úrslitið skal fyri­ liggja í seinasta lagi koman­ di týsdag. - Keðiligt, men eitt hendiligt óhapp Olaf á Stongunum, sum er formaður í valnevndini fyri fólkatingsvalið í Føroyum, heldur ikki, at nevndin hevði nakran møguleika at fyribyrgja tekniska trupulleikanum í uppteljingarskipanini hjá Kringvarpinum í gjárkvøldið Vit sóknast eftir dugnaligum og framfýsnum starvsfólki til sølu og ráðgeving. Starvið Vit bjóða eitt spennandi starv í nýggjari fyritøku við stórum ætlanum. Betri pensjón vil veita sínum kundum bestu pensjónina í landinum. Tú sleppur at arbeiða breitt, fært ávirkan og nógvar spennandi avbjóðingar. Arbeiðsuppgávan er at ráðgeva kundum okkara bæði persónliga og um telefonina. Tú skalt eisini hava framløgur fyri fyritøkum, fakfeløgum og kundum sum heild. Hevur tú viðkomandi útbúgving ella royndir? Hevur tú til dømis starvast sum sølufólk ella hevur viðkomandi handilsútbúgving? So er tað tær, vit hava brúk fyri. Tað er umráðandi, at tú ert tænastusinnað/ur, hevur góð samráðingarevni og hevur handilsligan hugburð. Tú skalt vera fyrikomandi, duga væl at samstarva, at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Løn- og setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast tilber, og lønin verður avtalað í mun til royndir og førleika. Tú fært sjálvandi eisini eina sera góða pensjónsskipan. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Mortan Poulsen, stjóra, á tel 345502 ella teldupost mp@betri.fo. Umsókn og freist Umsóknir við lívsgongdarlýsing (CV) skulu vera okkum í hendi innan 20. november. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Send umsóknina til: Betri pensjón, Starvsfólkadeildin Kongabrúgvin, Postboks 329, FO-110 Tórshavn Sølufólk til Betri pensjón sansir.fo www.betri.fo