mikudagur 14. november 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 221 - 14. november 2007
Tað eitt lukkutreff,
at ongin læt lív, tá ið
ein stórur treylari
trumlaði út yvir eina
gongubreyt í Havn
seinnapartin í gjár
Óhapp
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað kundi enda heilt galið,
tá ið ein treylari fór av kós í
rundkoyringini á krossinum
Jónas Broncksgøta og Yviri
við Strond seinnapartin í
gjár.
Treylarin var á veg av
Hálsi í Havn oman eftir
Ringvegnum
Yviri
við
Strond. Treylarin skuldi
oman á bryggjuna, haðani
hann skuldi við Smyrli til
Suðuroyar.
Men í rundkoyringini
niðri við havnarlagið, brotn
aði treylarin trumlaði inn
yvir gongubreytina.
Var fólk til staðar á gongu
breytini høvdu tey rætt og
slætt ongan møguleika havt
fyri bjarging, tí so høvdu
tey fingið treylaran á seg og
tað hevði ongin sloppið liv
andi frá.
Men lukkutíð var ongin
stadddur á gongubreytini
akkurát tá og sostatt slapst
undan enn eini vanlukku.
Løgreglan sigur, at tað er
staðfest, at førarin hevði
ikki skyldina av óhappin
um, tí hann hevði gjørt,
sum hann skuldi.
Hinvegin er tað staðfest,
at talan var um eitt tekniskt
brek, sum førarin onki
kundi gera við.
Tað, sum hendi, var, at
treylarin leyp upp úr lásin
um á forvogninum og end
aði yviri á gongubreytini,
har hann skoraði seg fasyan
upp í garðin.
Onkursvegna sveik lás
ið, so at treylarin leyp upp
úr mekanismuni og truml
aði yvir á gongubreytina,
leggur hann afturat.
Løgreglan sigur, at tað
kundi eisini hugsast, at
lásið á forvogninum brotn
aði, tá ið treylarin kom koyr
andi við ferð eftir ringvegn
um og so kundi hann rakt
mótkoyrandi bilar og eisini
tað kundi elvt til
vanlukku.
Aftur í gjár fór olja
á sjógv í Havnarvág,
men løgreglan veit
ikki, hvaðani hon
stavar
Oljudálking
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í gjár hendi tað so aftur, at
Havnarvág varð dálkað av
olju, sum varð farin á
sjógv.
Tað eigur ikki at koma
fyri, at olja fer á sjógv, men
í Havn er tað kortini at kalla
gerandiskostur, at vágin er
dálkað av olju.
Løgreglan í Havn sigur,
at tað um fýra tíðina seinna
partin í gjár, at boðað varð,
at olja fleyt í sjónum
framvið Saltsøluni á Vest
aru vág.
Sløkkliðið fór at taka upp
og mett verður, at hesuferð
var talan um nakrar hundr
að litrar av gassolju, sum
vóru farnir á sjógv.
Løgreglan sigur, at hon
hevur ikki illgruna til nak
ran ávísan, sum kann hugs
ast at hava skyldina av dálk
ingini.
Hinvegin er roynd tikin
av oljuni, tí kanningar
kunnu staðfesta, hvaðani
hon stavar. Tað merkir, at
fær løgreglan illgruna til
onkran ávísan, sum kann
hugsast at hava skyldina av
dálkingina, kann kanning
arúrslitið staðfesta, um olj
an stavar akkurát frá einum
ávísum skipi, ella ávísum
oljutanga.
246 mió. hava diabetes
Í dag er altjóða diabetesdagur, og í hesum sambandi
skipar Diabetesfelag Føroya fyri fundi í Miðlahúsinum
í Vágsbotni í kvøld klokkan 19. Á fundinum verður
greitt frá diabetes í Føroyum fyrr og nú. Eisini verður
farið út ein gongutúr at ganga minst 246 fet, fyri at
minnast tær 246 milliónir fólkini í heiminum, sum nú
hava fingið staðfest sjúkuna diabetes. Á odda gongur
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Skuldu goyma rúsevnið
Kanningar hjá íslendsku løgregluni hava avdúkað, at
menninir, sum royndu at smugla 40 kilo av amfetamini
til Íslands í heyst, ætlaðu sær at goyma rúsevnið í einum
summarhúsum nærhendis bygdini Hellu á
Suðurlandinum. Kvinnan, sum eigur summarhúsini, er
gift við einum manni, sum bleiv tikin í sambandið við
smuglingina, men latin leysur seinni. Maðurin, sum
skuldi leiga summarhúsini, situr í varðhaldi í Reykjavík.
Sluppu undan stórari vanlukku
Tað kundi enda heilt galið,
tá ið ein treylarin trumlaði
yvir gongubreytina við
rundkoyringinga yvir við
Skansan í Havn seinnapartin
í gjár
Tað var eitt tekniskt brek, sum førdi til óhappið, men tað var eitt
lukkutreff, at ongin var fyri
So hendi tað aftur:
Oljudálking í Havnarvág
Tað er at kalla dagligur kostur, at olja fer á sjógv á Havnarvág
og í gjár hendi tað aftur