mikudagur 14. november 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 221 - 14. november 2007
analysa
Jógvan Mørkøre,
samfelagsfrøðingur
Jokarin í føroyskum poli
tikki eisini jokari í donskum
politikki.
Tað kann tykjast at vera
søgunnar spei, at størsti jok
arin í føroyskum politikki í
nýggjari tíð, løgtingsfor
maðurin Edmund Joensen,
sum uttan fyrilit fyri sam
gonguavtalu og samgongu
samstarv tveitti landið út í
politiskt rok og tvídrátt í
spurninginum um valdøm
ini, skal geva sín treytaleysa
stuðul sum 90. maður til
eina samgongu uttan so
frægt at umhugsa, hvønn
politikk hann gevur sín stuð
ul til. Eitt samband er iva
leyst. At Edmund fekk so
dyggan stuðul um alt land
ið, hevur ivaleyst samband
við hansara leiklut í valdøm
ismálinum; hann hevur fing
ið nógvar atkvøður á hasari
kontuni. Og grundina til at
hann endar sum avgerandi
atkvøðuna
undir
VKO
stjórnini kenna vit somu
leiðis: Sambandsflokkurin
endaði við at geva Venstre
sín stuðul einaferð tíðliga í
farnu øld sum úrslit av ein
um taktiskum talvi millum
seg og Sjálvstýrisflokkin
um stuðul í donskum poli
tikki. Og har hevur hann
verið síðani, hóast hann
stundum hevur havt meira
til felags við aðrar danskar
flokkar, eitt nú Konservativt
Folkeparti. Treytaleyst.
Kríggj við Edmundsa
atkvøðu?
Tá ið orðaskiftið var fyri í
løgtinginum um at skipa
Føroyar sum eitt valdømi
helt Hergeir Nielsen retor
iskt fyri, hví tey, ið vóru so
altrá eftir at tryggja, at suð
uroyingar skuldu kunna
atkvøða fyri norðoyingum
og øvugt, ikki eisini vissaðu
sær, at danski veljarin í Gill
eleje fekk høvi at seta kross
in fyri einum valevni heilt
aðrastaðni í danska ríkinum
á einum fólkatingsvali. Nú
hevur løgtingsformaðurin
møguleikan at gera alt ríkið
til eitt valdømi, men ger
neyvan nakað fyri at fáa
hetta í lag. Hinvegin so eru
aðrir spurningar, ið Edmund
Joensen kann koma at taka
støðu til sum tungan á vág
skálini. Í seinnu hólmgong
uni millum Helle Thorning
Schmidt og Anders Fogh
Rasmussen spurdi javnaðar
forkvinnan forsætisráðharr
an beinleiðis, um hann
hevði farið í kríggj aftur við
bert einari atkvøðu í meiri
luta. Anders FoghRasmus
sen smoygdi sær undan at
svara við vanligu undan
førslunum um ræðuleikarnar
hjá Saddam Hussein osfr.,
hóast hon spurdi upp aftur
fleiri ferðir. Nú er Edmund
Joensen avgerandi atkvøð
an, so tað er ikki meira enn
rímiligt at spyrja hann
spurningin, ið Venstrefor
maðurin lat vera ósvaraðan.
Edmund Joensen er fram
vegis formaður í einum
løgtingi, ið hevur vent sær
ímóti krígsførsluni í Iraq,
eins og hansara egni flokkur
hevur gjørt tað. Danska
kongaríkið er framvegis við
í einum kríggi í Iraq, hóast
hermenninir eru tiknir út.
Og onnur kríggj hótta, eitt
nú
mótvegis
Iran.
Vil
Edmund Joensen vera ber
andi atkvøðan undir slík
um? – Tað er neyvan nakar
ivi um, at danir, sum eru
ímóti krígnum í Iraq, og
sum í alt størri mun vilja
sleppa sær út úr Afghanistan,
fara at spyrja, hvønn rætt
eitt umboð fyri Føroyar,
sum ongar hermenn ella
hernaðarútgerð lata til nak
að sum helst, kann hava at
senda ungar danir í kríggj.
Soleiðis reint moralskt.
Skattalættar
ella ikki?
Í miðdeplinum fyri mesta
partin av danska orðaskifti
num upp undir fólkatings
valið var spurningurin um
skattalættar ella skattasteðg.
Edmund Joensen umboðar
ein føroyskan flokk, sum til
seinasta løgtingsval gjørdi
spurningin um skattalætta
til høvuðsevnið. Síðani hev
ur ein av høvuðsarkitekt
unum aftan fyri uppskotið
hjá
Sambandsflokkinum,
Magni Laksáfoss, sum í
dag umboðar flokkin sum
fíggjarmálaráðharri, mælt
til at steðga á við fleiri skatt
alættum. Flokkurin hevur
tikið undir við honum við
tilvísing til, at neyðugt er at
reka ein skynsaman og
ábyrgdarfullan politikk. Tað
var ikki sørt, at flokkurin
fann sær ein meira sosial
konservativan profil við
denti á bleytu virðunum og
vælferð. Hvat ger Edmund
Joensen so í eini líknandi
støðu í Danmark? Tað er
ikki óhugsandi, at Fogh Ras
mussen finnur uppá at gera
eina semju við Konservativa
Fólkaflokkin, ið trokar á í
hesum spurningi, sum inni
ber skattalætta fyri serliga
summar
skattaborgarar
búsitandi í Danmark. Hóast
danski búskapurin kann
tykjast yvirupphitaður eins
og hin føroyski. Atkvøður
Edmund Joensen tá við
Venstre fyri skattalætta í
Danmark, samstundis sum
hann gongur ímóti skatta
lætta í Føroyum? Í Bretlandi
var herfyri eitt áhugavert
orðaskifti um skotsku ávirk
anina í enskum politikki.
Politikarar úr Konservativa
Flokkinum reistu spurning
in, um tað var rímiligt, at
parlamentslimir úr Skot
landi kundu atkvøða um
mál í bretska parlamenti
num, sum bert høvdu við
borgarar í Onglandi at gera,
tá ið skotska heimastýrið
hevði fingið ræði á tilsvar
andi málsøkið. Kann Ed
mund Joensen loyva sær at
atkvøða í málum um skatt
og vælferð, ið bert hava
avleiðingar fyri borgarar í
Danmark? Soleiðis reint
moralskt.
Flóttafólk og
útlendingar.
Verður tað nakað, ið kemur
at standa eftir, tá ið VKO
stjórnin einaferð fer í søg
una, so er tað fyri sín mor
gíriga flótta og útlendinga
politikk. Fleiri politikarar
úr Venstre og Konservativt
Folkeparti vendu flokkum
sínum bakið í andstygd fyri
tí, flokkarnir høvdu latið
seg drigið til av Dansk Folk
eparti, og stovnaðu Ny Alli
ance saman við Naser Khad
er. Nú risikera hesi fólk, ið
m. a. rýmdu úr Venstre fyri
at skapa eitt trýst frá miðj
uni í donskum politikki, at
hetta fyri teimum ivaleyst
stóra stig at taka verður til
fánýtis, tí ein sambandsmað
ur kemur inn og gevur And
ers Fogh Rasmussen carte
blanche til at halda fram
við sama politikki og skáka
sær undan ávirkan frá Ny
Alliance. Tær avgerðir, ið
eru tiknar á hesum øki, tær
avgerðir, ið verða tiknar, og
tær avgerðir, sum kundu
verið tiknar, men sum
kanska ikki verða tiknar
orsakað av Edmundi Joen
sen, hava allar týdning fyri
Føroyar. Vinnuhúsið hevur
leingi eftirlýst ein meira
opnan politikk á hesum øki
num. Samtak hevur eftirlýst
eina manssømiliga viðferð
av útlendskari arbeiðsmegi.
Hvussu vil Edmund Joensen
tryggja sær, at hesi ynski
verða gingin á møti og sam
stundis vera avgerandi at
kvøðan, ið forðar Ny Alli
ance at ávirka V og K burtur
frá O í hesum málinum?
Edmund 90. maður
hjá donsku stjórnini
Allir eygleiðarar í
donskum politikki
væntaðu eitt siða
skifti í donskum
politikki. Tað lá í
kortunum, eftir
at nýggi danski
flokkurin Ny All
iance trein inn á
pallin. Ávirkanin
hjá Piu Kjærs
gaard og Dansk
Folkeparti skuldi
steggjast. Danskur
politikkur skuldi
dragast nærri
miðjuni. Burtur
frá tí fremmand
afíggindaliga,
sum hevði komið
Danmark í ringt
orð úti í stóra
heimi. Nærri
einum globaliser
ingsvinarligum
politikki, sum
fekk fleiri kend
vinnulívsfólk at
stilla upp fyri
Ny Alliance ella
aftanfyri fyri flokk
in sum almennir
stuðlar. Siðaskiftið
varð av ongum, tí
føroyingar valdu
sambandsmannin
Edmund Joensen
á danating. Danir
fara at spyrja,
hvør ið hesin polit
ikarin av Oyri við
tí hulisliga Mona
Lisasmílinum
er, sum heldur
lív í tí høgrasnar
aða Danmark.
Føroyingar – og
ikki minst sam
bandsfólk mugu
spyrja, hvat ið
politisku Føroyar
eru drignar uppí
við treytaleysa
stuðlinum hjá
sambandsfólka
tingmanninum til
VKOstjórnina.
Her skal verða
nortið við tað
seinna
Fegnir sambandsmenn í
útvarpshúsinum í gjárkvøldið.
Edmund Joensen er júst
komin norðan av Oyrarbakka
- Johan Dahl, næstformaður
Sambandsfloksins tekur
ímóti saman við Kaj Leo
Johannesen, floksformanni
Myndir: Jens Kristian Vang