Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 221 - 14. november 2007 11 Føroyum ein sera virði­ ligur løgmaður, men tað er so ikki nokk til at kunna vinna flokki sínum avgerandi atkvøðurnar. Ein kann siga, at tað hevur gingið út yvir Javnaðarflokkin, at hann hevur verið so loyalur móti samgongupartnarun­ um, serstakliga Fólka­ flokkinum. At hann hevur kanska verið ov lítið javnaðarformaður. Hetta vil so vera luturin hjá øllum løgmonnum. Givið er, at løgmaður má fara á barrikadurnar og skipa sín taktikk og sítt lið betri, skal hann gera sær nakra vón um at fáa eitt gott val. Men sjálvt um bæði Fólkaflokkur og Javnaðarflokkur fáa eitt rímuliga gott val, so kann tað kortini gerast Sam­ bandið, sum í síðsta enda fer at sita við trumfinum. Og tá er spurningurin, um Edmund, Magni og Kai Leo heldur fara at velja E enn A og C. SJÁLVANDI vilja tað vera nógvir aðrir møgu­ leikar, har teir smærri flokkarnir eru við. Fara B og E ikki at røkka 50%, kunnu smærri flokkarnir koma inn í myndina. Tó neyvan Mið­ flokkurin, tí ein ov sterkur Miðflokkur er ræðandi fyri nærum allar samgongukonstellatiónir. Men her kann ein Sjálv­ stýrisflokkur við nýggj­ um andlitum gerast tungan á vágskálini. HVAT vit enn halda, ynskja og vóna, so liggur í luftini ella hvør veit í kortunum hjá Edmundi og Høgna, at ein tvey­ flokka samgonga kann skipast eftir valið. Neyv­ an hóvar tað komandi og møguliga nýggju sam­ bandsleiðsluni at vera triðja hjól í eini fram­ haldandi samgongu við A og C, og sjálvandi hóvar tað ikki leiðsluni í Tjóðveldi at skula sita úti í kuldanum í fýra ár aftrat. Hetta er tann beiski veruleiki, sum leiðslurnar í Fólkaflokk­ inum og Javnaðarflokki­ num hava at fyrihalda seg til nú bert tveir mánaðir undan løgtingsvalinum. Hóast samgongan fekk góð 60% á valinum í gjár, kann veruleikin í morgin gerast ein heilt annar – við øðrum % útrokningum. Tvey av ferðafólku­ num við Norrönu hendan nú famøsa túrin vóru ikki serliga bangin. Tað var nevniliga fyrstu ferð tey sigldu, og tí vistu tey ikki, at tey upplivdu nakað út yvir tað vanliga ferðaflutningur Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í góðveðrinum í morgun legði Norröna umsíður at landi í Havn. Hetta gjørdist ein óvanliga drúgvur túrur, sum væl allir føroyingar nú kenna til. Klokkan um 9.30 legði Norröna at kei, og tveir tímar seinni kundu ferða­ fólkini so endiliga dragsa sítt viðføri í land. Flest øll, sum Sosialurin tosaði við, vóru fryntlig og tóku drúgvu ferðina sum eitt upplivilsi. Men flest øll vóru eisini samd um, at løtan, tá skipið rak fyri vág og vind, ikki var serliga stuttlig. Onkur av ferðafólkunum samanbar hetta við at eiga barn. Tað var eitt sindur ógvusligt, meðan tað stóð upp á, men so skjótt tað var yvirstaðið, var tað gloymt. ­ Tá vit vóru komin til Hetlands, høvdu vit gloymt alt um ringa veðrið og ringa rullið, segði hendan kvinnan. Onnur vóru enn meira lítillátin, tá tað um óveðrið umráddi. Donsku hjúnini Nadia og Allan Jensen søg­ du, at tey ongantíð vóru serliga fjálturstungin, tí tey snøgt sagt ikki vistu, at tal­ an var um nakað óvanligt. ­ Vit hava ongantíð siglt áður, so vit vistu ikki betur enn, at hetta var púra vanligt. Sjálvandi virkaði tað eisini ógvusligt upp á okkum, tí vit máttu halda okkum gølt, samstundis sum dótturin spýið maga og merg úr sær, sigur Allan Jensen. Men hetta hevur kortini ikki verið meiri skakandi enn so, at tey ætla sær at sigla niður aftur til Danmarkar. Tey eru annars komin heim at vitja vinfólk í Føroyum. Sorl á bildekkinum Tey ferðafólkini, sum Sosi­ alurin tosaði við, lótu ann­ ars væl at ferðini, hóast hon gjørdist so drúgv. Flestu hildu seg hava fingið eina góða viðferð og góða kunning umborð, og høvdu einki sum so at fílast at. Men onkur setti tó spurnartekin við avgerðirnar hjá skiparanum um at fara úr Bergen yvirhøvur. ­ Norska útvarpið hevði alla vikuna boðað frá, at helmingurin av manning­ unum á boripallunum har um vegir bleiv evakuerað orsakað av vánaligu veður­ líkindunum, og kortini bleiv gjørt av at fara úr Bergen. Og fyri tað næsta var Norröna ikki meiri enn tveir tímar úr Bergen, tá óhappið hendi, og kortini varð gjørt av at halda fram til Hetlands, heldur enn at sigla inn aftur til Bergens, var metingin hjá einum av ferðafólkunum. Onkur annar var eitt sindur firtin inn á miðlarnar, sum hann helt høvdu blást hendingina upp og harvið loypt ræðslu á fólk her heima. Men hvussu var og ikki, so dylir leiðslan á Smyril Line ikki fyri, at hesin túrurin úr Bergen til Føroya var nakað út yvir tað van­ liga. Tað prógva myndirnar her á síðuni eisini. Myndirnar eru tiknar í Hetlandi. Tryggingin var nevniliga ikki liðug við sítt arbeiði umborð fyrr enn væl eftir miðdag, og áðrenn teirra umboð høvdu avgreitt sítt, slapp eingin óviðkom­ andi umborð á Norrönu. Men nógvir av teimum 191 bilunum hava fingið skaða, tað er vist. Fleiri bilar skreiddu eftir dekkinum, og kroystust Mynd: Shetland News Agency Ein av trailaranum hjá Smyril Blue Water koppaði og gjørdi skaða á eina rúgvu av bilum Mynd: Shetland News Agency Donsku hjúnini Allan og Nadia Jensen sigldu fyri fyrstu ferð til Føroya. Í vogninum er lítla dótturin Anna, sum var ógvuliga ring av sjóverki Mynd: Jens K. Vang Vit vistu ikki betur