Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 221 - 14. november 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Í samband við, at Hans Jacob Glerfoss fyllir 70 ár í november skipar Klaksvíkar bókasavn fyri einum ment­ unarkvøldi týskvøldið 20. november kl. 19.30. Hans Jacob Glerfoss, sum er føddur í Mikladali er yrkjari, teknari og málari. Hann hevur givið út trý yrk­ ingasøvn, har hann sjálvur hevur skrýtt søvnini við linoleumskurðum. Eisini hevur Hans Jacob Glerfoss týtt kendu bókina ”Profet­ urin” hjá Kahlil Gibran. Sum listamálari hevur Hans Jacob Glerfoss málað nógvar landslagsmálningar, har myndaevnini aloftast eru úr norðoyggjum. Eisini eru nógv myndaevni av fólki, sum eru til arbeiðis eitt nú útróðrarmenn og handverkarar. Á mentunarkvøldinum á Klaksvíkar bókasavni fer Hansa á Húsamørk, ið er dóttir Hans Jacob Glerfoss at siga frá um pápan. Hanus G. Johansen, ið hevur sett lag til fleiri av yrkingunum hjá Hans Jacob Glerfoss, fer at syngja. Eisini verður upplestur av yrkingum hjá Hans Ja­ cob Glerfoss og brot úr ”Profetinum”. Møguleiki verður eisini at síggja nøkur av listaverkunum hjá hon­ um. Hans Jacob Glerfoss sjeyti Í Selvindi er aftur sorg nú Hanna fór úr lon, at finna fagra himnaborg, at hitta mann og son og fleiri við av síni ætt, sum lagnan leiddi burt til stað, sum oss er hægri statt, at finna lívsins urt, har Himin altíð opin er, har sorg er handan sýn, har Harrans hond so blíð oss ber sítt steyp við lívsins vín. --- Verð heilsað Hanna frá oss, væl tú lýsti okkum leið, tá blíð við øll í orð og tal, í gleðisstund tú steig. --- Vit ynskja tykkum troyst og frið, sum lagnan aftur vond, tók systir, mammu, ommu við til ævinleikans lond. Tit eiga øll úr heimi skatt í minni og í vón at stýra tykkar lívi rætt til lívsland handan lón. Úr heim’ tit eiga dygdir tær, sum alsamt megi menna, ið lív av nýggjum læa fær, so vón í sorg tit kenna. --- Í Selvindi er sorg í dag, nú Hanna fer til síni, sum hvíla friðsæl undir flag í ævinleikans líni. --- Hanna! Tú, sum boð nú fekk, at skeið títt út var liðið, tøkk fyri ferð, tú við oss gekk, hvíl sæl í Harrans friði. Unna & Petur Martin Andlát og jarðarferðir Aleth Maria Jacobsen, fødd Poulsen úr Mið­ vági, andaðist í heimi­ num mánadagin 73 ára gomul. Kistan fer úr heiminum í kirkjuna mikudagin klokkan 17. Jarðarferðin verður hós­ dagin klokkan 13 úr Miðvágs kirkju. Tey, ið vilja minnast Aleth kunnu lata eina peninga­ gávu til Miðvágs kirkju, konta í peningastovni. Jarðarferðin hjá Guðrið Paulinu Johannesen verður úr kirkjuni í Bryndum, 6715 Esbjerg N fríggjadagin klokkan 13. Hendrik Joensen úr Kollafirði andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin, 88 ára gamal. Kistan kemur í Kollafjarðar kirkju mikudagin kl. 18. Jarðar­ ferðin verður úr Kolla­ fjarðar kirkju, hósdagin kl 12. Andlát og jarðarferðir Hanna í Selvindi 10. des. 1923 – 10. nov. 2007 in memoriam Í vikuskiftinum verður hátíðarhildið at 60 ár eru liðin síðan samkoman hjá Frelsunarherinum í Vági varð stovnað. Í hesum sambandi vitja Clive og Marianne Adams, næstovastar fyri Frelsunarherin í Norra, Íslandi og Føroyum Hjúnini Marianne og Clive Adams, sum eru næst­ ovastar hjá Frelsunarheri­ num fyri økið Norra, Ísland og Føroyar, vitja í Føroyum í sambandi við at 60 ár eru liðin, síðan samkoman hjá Frelsunarherinum í Vági varð stovnað. Hetta verður hátíðarhildið í Vági í viku­ skiftinum. Clive Adams er suður­ afrikanari og er útbúgvin sum offiserur frá Frelsunar­ herinum í Suðurafrika í 1983. Hann hevur arbeitt í Mosambique og Suður­ afrika, áðrenn hann giftist í 1990 við Marianne, sum er norsk. Marianne Adams varð liðug við sína útbúgving sum offiserur í 1985. Hon hevur arbeitt innan Frels­ unarherin í Føroyum, Ong­ landi, Suðurafrika og Norra. Marianne og Clive Adams hava fyrr havt størv innan undirvísing, arbeitt sum rektarar á offiserskúla og sum samkomu ­ og økis­ leiðarar. Tey búgva í Norra og eiga tvey børn. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at góða kona, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Poula Danielsen Skála Vanliga nevnd Poula í Trøðni andaðist fríggjadagin 9. november. Jarðarferðin var úr Skála kirkju týsdagin 13. november kl. 13. Vegna tey avvarðandi Hjalmar, Andrass, Pállfríða, Jóhanna og Pætur Dagurin 15. november. Leopold, deyður í 1136. Greivi í Eystur­ ríki, sum varð skírdur halgimenni fyri mongu góðgerðir sínar og fyri tær kirkjur og kleystur hann læt byggja. Hann umkomst á eini veiðuferð. Navnið kemur av týska orðinum fyri fólk og djarvur. Frelsunar­ herinum í Vági 60 ár Clive og Marianne Adams