Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar 2. partur Søgan hjá Kongo fram til Dánjal J. Danielsen Fyri at kunna skilja leiklutin hjá Dánjal J. Danielsen til fulnar kann tað vera av áhuga at greiða gongdini í Congo undan og í teirri tíðina, tá ið hann var har. Tað er ikki fyrr enn seinnu árini, at tað er alment kent um belgiska ræðustýrið í Congo. I fjør var ein sending um hetta evnið í sjónvarpinum og á norskum er komin bókin ”Kong Leopolds Arv”. Men tess ræðuligari henda søgan verður lýst, tess størri virðing má havast fyri teimum, sum gjørdu sítt fyri at koma hesum skili til lívs, og her var Daniel so ein teirra. Tað, sum kann skrivast í hesi greinarøð, er bert ein lítil viðfáningur av tí nógva tilfari, sum er um hetta mál. Tey, sum hava hug at vita meira, kunna lesa seg til tað millum annað í umrøddu bók. Tey munnu ikki vera so nógv á okkara leiðum, sum vita stórvegis um søguna hjá Congo. Men øll hava hoyrt um enska trúboðaran David Livingstone, sum var horvin í Afrika, og sum enski/ amerikanski blaðmaðurin Henry Morton Stanley fór at leita eftir. Tað var í 1871, sama ár, sum Daniel var føddur, at teir báðir hittust í Congo, og Stanley segði tey kendu orðini: "Dr. Livingstone, I presume?" (Doktor Livingstone meti eg?) Í 1865 hevði Leopold II tikið við sum kongur í Belgia. Hann metti seg at hava tveir trupulleikar. Annar var, at Belgia var eitt so lítið land at vera kongur í. Hin var tann, at ein kongur hevði ikki tað stóra valdi í einum landi sum Belgia, har kongurin ikki hevði størri leiklut enn til dømis danska drotningin. Loysnin var at fáa sær eitt stórt hjáland, har Leopold kundi ráða einsamallur. Nógvir møguleikar vórðu kannaðir ymsa staðni í heimi, sum einki veruligt spurdist burtur úr í fyrsta umfari. Men við ferðini hjá Stanley fekk Leopold eyguni á tað stóra Afrika, so her mundi vera ein møguleiki. Síðan legði hann ráð saman við Stanley, sum gjørdi fleiri kanningarferðir í Congo við tí endamáli at leggja grundarlagið fyri tí komandi belgiska valdinum. Her mátti farast fram við snild­ um bæði í Congo og mótvegis umheiminum. Í so máta var Leopold ein meistari. Stanley ferðaðist umkring í landinum, har hann lokkaði og hótti teir lokalu kongarnar og høvdingarnar at gera avtalur um at lata valdið til Leopold. Teir fingu stórt sæð einki afturfyri. Teir vistu nóg illa, hvat tað var, teir skrivaðu undir. Sáttmálarnir vóru skrivaðir á fronskum, sum teir ikki skiltu. Hjálptir av norrønum sjómonnum Hetta verður millum annað eisini gjørt við hjálp av donskum og annars skandinaviskum sjómonnum. Tað vóru ringar tíðir í Skandi­ navia um hesa tíðina, eisini hjá sjófólki. Í Congo vóru góðir møguleikar at fáa starv, og teir fingu enntá frítíð við løn. Hetta merkti at túsundir av sjómonnum í Norðanlondum leitaðu sær hagar, har teir komu at manna ein stóran part av skipunum sum sigldu á Congoánni. Sagt verður, at hetta var fortreytin fyri, at Leopold fekk lagt Congo undir seg. Lívið í Congo var tó vandamikið. Triðingurin av sjómonnunum doyðu, og ein annar triðingur kom heim aftur við sjúkum sum malaria. Snildini hjá Leopold Tá nóg nógvir sáttmálar vóru komnir í hús var eftir at fáa eina altjóða viðurkenning av valdinum hjá Leopold. Her var fyrst farið í holt við USA. Og føgur vóru lyftini. Hjá Leopold snúði tað bert um at gagna fólkinum í Congo. Her skuldi vera fríhandil. Trælahandilin, sum hevði sent so nógv fólk av landinum, skuldi steðgast. Her var ikki talan um annað enn góðgerð ella filantropi. Tá ið USA er komið uppá pláss, er eftir at fáa europeisku londini við eisini. Í 1884 verður Berlinkongressen sett við luttøku av 14 europeisk­ um londum um býtið av Afrika. Danmark er eitt av hesum londum. Í 1885 semjast londin um, hvussu vestari partur av Mið­ afrika skal býtast millum europeisku londini. Belgiski kongurin Leopold II fær Congo sum sína persónliga ogn, sum hann kann stýra, sum honum lystir. Víst var treytin fríhandil, avtøka av trælahandli og trúarligt tollyndi, men hetta var mest á Daniel J. Danielsen og avhøgdu hendurnar Í seinasta parti greiddu vit fyrst og fremst frá virkseminum hjá Daniel J. Danielsen, Dollan kallaður, í Føroyum. Í hesum og komandi parti verður greitt frá hansara virksemi í Congo. Hetta er alt nýtt tilfar, sum lýsir leiklutin hjá føroyingi úti í heimi fyri meira enn 100 árum síðani. Fyrst verður tó greitt eitt sindur frá søguni hjá Congo Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Tekning av kenda møtinum millum Stanley og Livingstone. Stanley gjørdist hondlangari hjá Leopold kongi, og var hann tann, sum fyrst og fremst gjørdi yvirgangin, sum greitt er frá í greinini, møguligan Soleiðis sá Afrikakortið út seinast í 19. øld. Sum tað sæst hevur Leopold tryggjað sær ein góðan bita