Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 14 nr. 221 • 14. november 2007 pappírinum. Nú kundi Leopold gera sum hann vildi. Hann sat heima í Brussels og tók avgerðir, men setti ongantíð sín fót á land í Congo. Henda samtyktin í Berlin gjørdist grundarlagið fyri einum ræðslustýri av teimum ringa­ stu, sum kostaði milliónir av íbúgvarunum lívið. Í 1887 varð ásett, at øll jørð, sum eingin eigari var til, skuldi tilfalla statin, sum tískil tók sær óavmarkaðan ræðisrætt til meginpartin av jørðini. Hon varð framman undan roknað at vera felagsogn hjá øllum fólkinum og nýtt samsvandi. Tað, sum ráddi um nú var at fáa so nógvan vinning burturúr Congo sum gjørligt. Tað fyrsta tilfeingið her var fílatenn, sum nógv var til av í landinum. Hesi vóru eisini virðismikil í Europa. Hesar tenn vórðu brúktar til mong endamál heilt frá klavertangentar til handilstenn. Uppkeyparar vórðu sendir kring landið, og tenninar vóru keyptar fyri lítið og lætt, um tær ikki vóru rændar av uppkeyparunum. Gummiterror Í 1891 byrjar prísurin á gummi at fara upp, tí eftirspurningurin er so stórur nú. Gummi kann nýtast til nógv endamál. Her er nóg mikið at nevna bildekk. Í Congo eru hópur av gummitrøum. Hetta verður tann heilt stóra forrætningin. Samstundis verður henda vinnan byrjanin til ein enn grovari yvirgang móti fólkinum. Tað gekk ikki væl fíggjarliga at byrja við hjá Leopold í Congo, so hann gjørdi av at einskilja virksemið. Nakrar fyritøkur, har kongurin var stórur partaeigari, fingu fríar hendur at fáa mest møguligan fíggjarligan ágóða av tí parti av landinum, sum tær fingu tillutaðar. Menninir fingu álagt at savna inn ávísa kvotu av gummi. Henda kvotan var so høg, at hon kundi illa náast. Hetta gav ein serligan trupul­ leika við at noyða fólkini at arbeiða. Ein stórur partur av arbeiðinum var í veruleikanum trælahald. Stórur tørvur var eisini fyri arbeiðsmegi at bera vørur av ymiskum slag. Her vóru berararnir snøgt sagt leinkjaðir saman, so teir ikki sluppu at rýma. Hetta bar ikki til, tá ið talan var um tapping av gummi. Her skuldi hvør einstakur fara frá træ til træ og seta hol á fyri at fáa sevjuna at renna. Byrjað varð niðast í trænum, og so hvørt tað tømdist mátti klintrast longur og longur upp. So hvørt trøini tømdust fyri gummi mátti farast longur og longur inn í skógin. Tá bar ikki til at binda fólk. Í staðin vórðu teirra konur hildnar gíðslar, inntil menninir komu aftur við ynsktu nøgdini av gummi. Kundi nøgdin ikki náast kundi hetta enda við torturi, neyðtøku og eisini deyða. Annars vóru konurnar ofta deyðar í hungri undir gíðslatøkuni, tá ið maður kom heim aftur úr skóginum eftir at hava leitað eftir gummi kanska í vikur og mánaðir. Tað var so mikið ”framkomið”, at myndugleikarnir enntá høvdu skrivað eina leiðbeing fyri slíka gíðslatøku, sum tískil gjørdist almennur politikkur. Umheimurin varnast Tað var rættiliga skjótt eftir samtyktina í 1885, at umheimurin byrjar at varnast, hvat ið gongur fyri seg í Congo, og hetta mál verður eisini reist í bretska parlamentinum í 1903. Í 1900 byrjar fólkið ymsastaðni í Congo at gera uppreistur ímóti harðræðinum, men hetta verður køvt við harðari hond, og nógv fólk verða myrd. Leopold hevði ein stóran her, Force Publique, sum skuldi eitast at halda lóg og landaskil. Hann taldi upp til 20.000 mans. Hetta vóru lokalir svartir handlangarar undir leiðslu av europearum, fyrst og fremst belgiarum. Tað vóru teir hvítu, sum skipaðu fyri, meðan teir svørtu gjørdu tað skitna arbeiðið. Úrslitið gjørdist hópdráp og lamløsting, sum kann sammetast við holocaust. Hendur fyri patrónir Hvussu ræðuligt tað var, kann lýsast við hesi skipan: Ásett varð, at tað skuldi ikki nýtast fleiri patrónir, enn tað sum svaraði til talið av dripnum fólki. Hetta var fyri at halda útreiðslurnar til lóður niðri, men tað skuldi eisini forðast fyri, at hermenninir skuldu leggja patrónir inn undir seg, sum so seinni kundu nýtast ímóti belgiska yvirræðinum. Tí fingu hermenninir boð um, at eftir loknan ”arbeiðsdag” skuldu teir koma heim við so stórum tali av høgrahondum av fólki, sum teir høvdu brúkt patrónir. Tá kundu teir fáa eitt tilsvarandi tal av patrónum útflýggjaðar aftur. Um teir av eini ella aðrari orsøk ikki kláraðu tað av dripnum ofrum, so kvettu teir bara hendurnar av livandi fólki, ofta børnum, fyri at fáa ”roknskapin” at stemma. Tí eru nógvar myndir frá teirri tíðini av fólki, har høgra hondin er burtur. Vegna hitan og tann langa Hetta er kort av tí partinum av Congo, sum henda søgan snýr seg um. Kortið vísir fyrst og fremst Congoánna við hjááum. Daniel fer umborð á leið Stanley Pool, og ferðin gongur heilt upp til Bongandanga, einar 1.000 km inni í landinum. Missiónsstøðin hjá Daniel er í Bonginda. Hesi pláss eru tilkilað á kortinum Her síggja vit Daniel J. Danielsen saman við eini ímynd av ræðu­ leikunum í Congo: Ein innføddur, har hondin er kvett av Hetta eru gummisavnarar við teirra kurvum Fyri at tryggja sær, at menninir komu aftur við nóg mikið gummi, vóru konurnar tiknar gíðslar Komu menninir ikki aftur við nóg mikið av gummi vórðu til húðflongdir við “chicotto”ini, sum gjørd úr álum av áarrossum. “Taksturin” var 50 sløg. Tá var ikki nógv gott eftir av rygginum