Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 221 - 14. november 2007 15 nøvn Høgni og Edmund fara á fólkating við hvør sínum boðskapi um ríkisfelagsskapin. Løgmaður metir, at valúrslitið er eitt tekin um eina ríkisrættarliga polarisering, og Jørgen vil ikki hoyra talan um niðurlag Fólkatingsvalið Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Hann vísti frá sær alt prát um, at hansara sessur var ein avgreiðsluspurningur. Gekk og mól inn og út úr útvarpshøllini. Út í gongina, og stundum út í tún at roykja. Tá fyrstu tølini komu fram á skíggjan á flatskerminum úti í gongini í útvarpshúsinum, beit hann seg við, at Tjóðveldi fór aftur á summum plássum. Líkamikið hvussu lítil tey vóru. - Nei nei, tað verða Fólka- flokkurin og Sambands- flokkurin, sum fáa sessirnar, lat í honum. Olav Enomoto ynskti honum tillukku, tá tjúgu prosent vórðu tald. - Halt skarpan við tær, segði Høgni. Nei, formaðurin í Tjóð- veldi trúði einki uppá at endurvinna sær sessin. Ríkið í stand by Tá klokkan gjørdist níggju, kom stígur í. Kringvarps- fólk runnu aftur og fram, stemningurin var hektiskur, og politikararnir vóru for- virraðir. Uppteljingarskip- anin hjá kringvarpinum var í ólagi, øll úrslitini úti um landið máttu ringjast og skrivast inn av nýggjum, og tí gingu yvir tveir tímar, uttan at nøkur nýggj tøl rullaðu fram á skíggjan hjá Johnsigurdi og Jóannesi niðri í Vørðsluni. - De ringer helt vildt, segði ein danskur TV2- journalistur, sum ikki fekk frið fyri ótolnum starvsfel- øgum úr Danmark. Um hetta mundið vóru norður- atlantisku mandatini fram- vegis áhugaverd í donskum høpi, og tí var hetta mistak, sum Jóannes Hansen helt fyri, »ein stak vánalig reklama fyri Føroyar«. Loysing-samband Tá klokkan var um ellivu, og endaligu úrslitini komu á skíggjan, var Tjóðveldi sigursharri og Høgni Hoydal á odda við flestum persónligum atkvøðum. - Hetta er ein staðfesting av, at veljarin ynskir eina fullveldisrødd á fólkatingi. Veljarin hevur tikið undir við tí kós, vit hava sett, bæði í Føroyum og á fólka- tingi, og tað fegnist eg sjálv- andi um. Hin sigursharrin, Edmund Joensen, var als ikki at síggja. Hann var í einum bili á veg suður til havnar. Men formaður hansara, Kaj Leo Johannesen, var greið- ur: - Føroyski veljarin vil aftur hava javnvág á fólka- tingi. Sigurin er sjálvandi fyrst og fremst eitt úrslit av okkara politikki, og nú fara vit niður at samstarva, helt Kaj Leo. At Edmund Joen- sen fekk fleiri atkvøður enn hann, tók hann ikki so tungt. - Edmund er ein tungur maður í føroyskum poli- tikki, og eg fegnist hansara og floksins vegna. At for- maðurin ikki fær flestar atkvøður, er als eingin katastrofa, helt Kaj Leo. Ríkisrættarlig polarisering Løgmaður metti, at tann ríkisrættarliga polarisering- in var orsøkin til valúrslitið. Og til, at Javnaðarflokkurin endaði á fjórða og »aftasta« plássið av teimum fýra stóru. - Fólkatingsvalið er eitt annað val enn løgtingsvalið, og tað er líkt til, at loysing- samband spurningurin vigar tyngri til fólkatings- valið. Vit síggja eina ríkis- rættarliga polarisering mill- um Sambandsflokkin og Tjóðveldi, og tað rindar Javnaðarflokkurin kostnað- in fyri, helt løgmaður, sum sjálvandi ikki varð nøgdur við úrslitið. Men um hetta er orsøkin til niðurlagið, er tað so ikki eitt tekin um, at Javnaðar- flokkurin má fáa ein greiðari profil í ríkisrættar- liga spurninginum? Løg- maður ristir við høvdinum: - Vit í Javnaðarflokkinum brúka eina rúgvu av orku uppá at greiða frá, at mót- vegis Sambandsflokkinum og Tjóðveldinum er hvørki loysing ella samband eitt mál í sær sjálvum. Og hesa kós halda vit fast um, sló løgmaður fast. Taparin - Ná, nú skal eg til Sørvágs og ikki til Keypmannahavn. Men Sørvágur er eisini eitt deiligt stað! Formaður Fólkafloksins royndi at varðveita góða lagið, hóast Fólkaflokkurin – uttan ein Anfinn Kalls- berg, sum fekk yvir 3000 persónligar atkvøður sein- asta fólkatingsval – misti sín sess til sambandið. Men Jørgen vildi ikki hoyra talan um niðurlag. - Tað sigur seg sjálvt, at tað hevur verið saknur í Anfinni, og eitt formans- skifti skapar altíð ávísan ófrið. Eg eri glaður fyri avrik og úrslit Fólkafloksins, og vit koma sterkt aftur til løgtingsvalið, helt Jørgen fyri. Men hvussu kann ein formaður vera nøgdur við eitt niðurlag? Við at missa ein fólkatingssess til annan flokk? Og er hetta ikki ein staðfesting av, at Jørgen ikki hevur megnað at lyft arvin eftir Anfinn Kallsberg? - Eg eri sum sagt glaður fyri úrslitið, og hetta er eitt gott útgangsstøði til løg- tingsvalið. Sjálvandi kann og skal okkara avrik betrast, men tað er als eingin orsøk at fara í kolkjallaran av hesum úrsliti, helt Jørgen Niclasen. Løgmaður: Ríkisrættarlig polarisering Vinnarar hittast. Edmund Joensen og Høgni Hoydal ynskja hvørjum øðrum tillukku eftir valsigurin, og teir fara nú á fólkating at arbeiða fyri og ímóti ríkisfelagsskapinum. Ríkisrættarlig polarisering, sigur løgmaður um valúrslitið. Mynd: Jens Kristian Vang