mikudagur 14. november 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 221 - 14. november 2007
tíðindi
Gongst sum
ætlað verður ikki
val hildið aftur í
Saksun. Seinasti
veljarin, sum
greiddi atkvøðu
í gjárkvøldið,
skrivaði tí í roynd
og veru valsøgu!
Fólkatingsval
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Saksun: Tað er lætt hjá ein
um fremmandum at finna
valstaðið í Saksun.
Úr Hvalvík vórðu boðini
einføld: Koyr bara inn í
bygdina. Snara síðani til
vinstru við Svartá og koyr
framvið teimum fyrstu fjós
unum. Tá koma eini hvít
hús undan, og tað er val
staðið!
Sum sagt, so gjørt. Ongar
valplakatir eru at síggja ella
at meta seg eftir og einki
skelti vísir á valstaðið.
Fólkatalið er einans 28, og
tey munnu vita, hvar val
staðið er. Á vegaskeltinum
stendur
Hvalvíksvegur
nummar 3.
Valið í bygdini fer fram
hjá tí til eina og hvørja tíð
sitandi formanni í valstýri
num. Og hesaferð var val
staðið tí heima hjá Målfryd
DahlOlsen.
Higar kundu tey 20 fólk
ini fara, sum høvdu valrætt.
Her var alt gjørt uppá ein
faldasta hátt, men kortini
soleiðis sum vallógin fyri
skipar.
Eisini í Saksun skal val
lógin haldast til punkt og
prikke!
Trý í stýrinum
Klokkan er farin at nærkast
fimm henda vakra valdagin.
Tað hevur higartil verið
rættiliga friðarligt á valstað
num í Saksun.
Hetta er eitt av teimum
heldur óvanligu valstøðun
um. Her er lítið gjørt burtur
úr við borðum til valstýrið,
básar at greiða atkvøðu í og
kassanum, har atkvøðuseðil
in skal leggjast í. Valstaðið
er heima hjá Målfryd – í
roynd og veru í køkinum og
stovuni í heimi hennara.
Soleiðis hevur tey seinastu
valini.Tað er ein hugnaligur
dámur í einum av hesum
minstu valstøðunum kring
landið.
Tey trý í valstýrinum eru
øll upptikin við sítt.
Seinasta stemman í
Ikki so vemodigt
at missa valstaðið
Tað hevur leingi ligið í luftini at valstøð verða niðurløgd.
Hetta er longu hent í rímiliga stórum valstøðum, og nú er
túrurin helst komin til Saksun við sínum 20 veljarum.
Fyri formannin í valstýrinum í Saksun, Målfryd Dahl-
Olsen kann saktans henda, at valið í gjár er tað seinasta í
heimbygdini: Óhugsandi er ikki, at saksuningar næstu ferð
mugu á val í Hvalvík.
- Nei, hetta er ikki so vemodigt fyri meg. Tað er í fínasta
lagi, sigur hon við Sosialin.
Sannleikin er hann, at fólk í Saksun eru mobil. Elsti
maðurin hevur í bygdini bil, og kann tí koyra á nýggja
valstaðið.
- Hinvegin er tað eisini ein sannroynd, at fólk mugu
allíkavæl koyra framvið Hvalvík, tá tey koma higar frá
arbeiði.
- So at skula velja í Hvalvík, ger neyvan tann stóra munin,
slær Målfryd fast.
Ósvaraði spurningurin í løtuni er, hvar saksuningar skulu
velja nýggja løgtingið í januar mánaði.
Ein kvinna fær atkvøðuseðilin handaðan. Hetta er kanska seinastu ferð at saksuningar sleppa á val í heimbygdini.
Næstu ferð skulu tey helst til Hvalvíkar at velja
Mynd: Snorri Brend
Valstaðið í Saksun er heima
í køkinum hjá formanninum
í valstýrinum, Målfryd
Dahl-Olsen. Kalvin liggur
á pannuni og eplini standa
útá. Hetta ávirkar kortini
ikki proseduruna við valið,
sum verður hildið eftir øllum
reglum og kunngerðum
Mynd: Snorri Brend