Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 221 - 14. november 2007 19 tíðindi Saksun ” Tann fyrsti veljarin kom ikki á val fyrrenn klokkan var farin av tvey ” Tú kanst fara innar í stovuna, meðan hon kann velja við borðið í gongini Sokkar og børn Klokkan er farin av 17, og líkt er til at húsfólkini eru vorðin svong. Í øllum førum hevur Målfryd sett døgurð­ an útá – í eini grýtu standa eplini og kóka, og á einari pannu verður kalvafiskur steiktur. Við eitt borð situr annar limurin í valstýrinum, Gurli Svartá við stokkum í hond. Hon situr og bindur einar sokkar, samstundis sum hon heldur eyguni við at alt við valinum gongur rætt fyri seg. Triði limurin, Anvør Joen­ sen situr í roynd og veru á gólvinum. Kring hana eru fleiri spælandi børn og tey krevja sítt. Við eitt verða allar tríggj­ ar avbrotnar í sínum arbeiði. Nú gongur hurðin og ein ung kvinna kemur innar við valkorti í hondini. Tær sleppa tí tær hava í hondini. Nú er tað hesin veljarin sum skal raðfestast hægst. Tann fimti veljarin í Saksun skal greiða at­ kvøðu. Kvinnan fær seðilin í hond, fer innar í stovuna, setir seg við stovuborðið, hyggur listan í gjøgnum og setur kross við tað valevnið, sum hon hevur álit á. Á einum stóli stendur atkvøðukassin, og higar leggur hon nú leiðina, legg­ ur seðilin í og so hevur hon gjørt sína borgarligu skyldu enn einaferð. Seint á val Vanligt er ikki, at nógvir saksuningar greiða atkvøðu, fyrrenn eftir loknan arbeiðs­ dag. Fólkatingsvalið 2007 er einki undantak í so máta. Frá tí at valstaðið lat upp klokkan 9 á morgni og fram til klokkan 17, hava bert fýra veljarar verið á vali. Tann fyrsti veljarin kom ikki á val fyrrenn klokkan var farin av tvey. ­ Nei, her er vanligt at fólk koma seint á val. Og í dag er einki undantak, sigur Målfryd. Hinir tríggir veljararnir, sum longu hava greitt at­ kvøðu, hoyra til húsfólkið. Tað man tí helst hoyra til rárastu hendingar at kø er at sleppa á val í Saksun. Men hetta veruliga seinnapartin í gjár. Kø við valborðið Fólk eru komin til heim­ bygdina frá arbeiði, og velja at leggja leiðina beint á val­ staðið. Beint eftir veljara nummar fimm koma ein kvinna og ein maður innar at greiða atkvøðu. Maðurin er fyrri og fær atkvøðuseðilin í hond. ­ Tú kanst fara innar í stovuna, meðan hon kann velja við borðið í gongini. Ella, tú kanst eisini bíða til hann er liðugur, og so kanst tú fara inn í stovuna, um tú heldur vilt tað, sigur Mål­ fryd. Nei, kvinnan fer út í gongdina og hann í stovuna, og so hava tey greitt at­ kvøðu. Tey eru ikki meiri enn far­ in, fyrrenn hurðin gongur á triðja sinni hesar 20 minutt­ irnar. Ein kvinna aftrat er komin at greiða atkvøðu. Hon steðgar á eina løtu og fær eitt prát við húsfólkið og við tíðindamannin. Tey eru gamlir skúlafelagar úr høvuðsstaðnum. Hon fær seðilin í hond, men hvat – nøvnini á listan­ um eru skrivað so smátt, at trupult er hjá henni at lesa nøvnini. Hon vil í øllum før­ um ikki gera nakað mistak, og ætlar sær út eftir brillun­ um. ­ Nei, tað er ikki neyðugt, sigur Gurli. Tú kanst bara læna mínar. Kanska tú kanst brúka tær! Jú, so er. Kvinnan setur brillurnar á nøsina, og fer so innar í stovuna at greiða sína atkvøðu. Nú hava 8 av íalt 20 velj­ arum greitt atkvøðu. Tá upptalt varð høvdu íalt 15 verið á valið her. Tað eru trý færri enn við valið í 2005. Við seinasta val fingu bert tríggir flokkar atkvøður úr Saksun. Hesaferð fingu allir flokkar, uttan sjálvstýr­ isflokkurin atkvøður her. Kanska eitt tekin um at globaliseringin eisini er komin til Saksun. Anetta valdi eina kvinnu Anetta Kallsoy av Skála var á vali seinnapartin í gjár. Hon hevur fylgt eitt sindur við tí, sum valevnini hava ført fram. Fyri hana hava tey kristnu virðini nógv at siga, ikki minst um tey vera løgd fram av eini kvinnu. Hon valdi tí eina kvinnu úr Miðflokkinum – Hjørdis Háberg Petersen úr Kollafirði. - Eg havi onkutíð lurtað eftir Hjørdis, tá hon hevur sendingar á Lindini. Hon torir at standa við síni sjónarmið, hon er frí og eg haldi eisini, at hon hevur nógv at geva, sigur Anetta. Umframt Anettu valdu 24 onnur skálafólk miðflokkin við valið í gjár. sb. Fyri Anettu Kallsoy hava tey kristnu virðini nógv at siga. Her er hon júst komin út úr valhølunum á Skála Mynd: Snorri Brend Elduvík er sambandsbygd Við seinasta fólkatingsval fingu bert tríggir flokkar atkvøður úr Elduvík. - Elduvík er sambandsbygd burturav. Hetta prógvaði eisini seinasta fólkatingsval, sigur Dánjal Martin Hansen, formaður í valstýrinum. Við valið í 2005 fekk fólkaflokkurin eina atkvøðu, meðan Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fingu sjey í part. Hinir flokkarnir fingu onga atkvøðu. Tá elduvíkingar fóru á val í gjár var myndin broytt eitt sindur. Hesaferð fingu allir flokkar uttan Sjálvstýrisflokkurin og Tjóðveldisflokkurin atkvøður. Býtið var soleiðis, at fólkaflokkurin fekk tríggjar, sambandsflokkurin seks, javnaðarflokkurin sjey og miðflokkurin eina. Av teimum 24 veljarunum vóru 17 teirra á vali. Hetta svarar til 70,8 % sb. Valstýrið í Elduvík til arbeiðis – vinstrumegin Erling Joensen, Malvinus Reyná og Dánjal Martin Hansen, formaður Mynd: Snorri Brend