mikudagur 14. november 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 221 - 14. november 2007
tíðindi
- Eg havi havt vald
næstan alt mítt lív,
og tað er einki mál í
sær sjálvum. Tá eg fór
upp í Miðflokkin, var
tað ikki fyri at taka
valdið í flokkinum,
men fyri at bera
míni sjónarmið
fram, sigur Karsten
Hansen, sum er
ovfarin og ómetaliga
fegin um tann
stuðul, hann fekk á
fólkatingsvalinum
Fólkatingsval
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Karsten Hansen, sum í hes
um valskeiðinum er farin úr
Tjóðveldinum og upp í Mið
flokkin, hevði eitt sera gott
val á fólkatingsvalinum í
gjár.
– Eg hevði varhugan av,
at eg fór at fáa ein ávísan
stuðul, og eg tordi at seta
nøsina upp ímóti eini 300
400 atkvøðum, um alt gekk
væl. Men at eg fór at fáa
heilar 717 atkvøður – ella
tvífalt so nógv, sum vónir
nar vóru – hevði eg slett
ikki droymt um. Eg eri
ovfarin, serstakliga fegin
og takksamur um stuðulin,
eg og Miðflokkurin hava
fingið um landið.
Størsta atkvøðutal, sum
Karsten áður hevur fingið,
var á seinasta løgtingsvali,
tá talið var beint omanfyri
tær 300.
Formaðurin í Miðflokkin
um, Jenis av Rana, fekk
tiløsamans 279 atkvøður
ella 438 atkvøður færri enn
Karsten Hansen í fólkatings
valinum í gjár.
Eftir sannføring
Tá eg gjørdi av at fara úr
Tjóðveldinum av eini ávís
ari og kendari orsøk, var eg
sannførdur um, at avgerðin
var røtt. Eg fór ikki úr Tjóð
veldinum og upp í Mið
flokkin. Men tá eg var farin
úr flokkinum, hugsaði eg
um, hvat eg gjørdi best.
Rættiliga skjótt sá eg, at
mín avgerð í nevnda máli
setti nøkur ting í ”røring” í
fólkinum, og eg fór at ivast
í, um eg gjørdi rætt við bara
at pakka saman. Eg sá
skjótt, at hesi míni sjónar
mið, sum gjørdu, at eg tók
avgerðina um at fara úr
Tjóðveldinum, best kundu
foreinast við sjónarmiðini
hjá Miðflokkinum. Eg fór
upp í flokkin og gjørdi av at
taka ”kampin” upp, men tá
hugsaði eg serliga um løg
tingsvalið komandi.
Karsten sigur, at hann
hevur verið glaður hvønn
einasta dag, hann hevur ver
ið partur av Miðflokkinum.
Samstarvið hevur verið
einastandandi, og eg má
siga, at her hevur als eingin
kuril verið í samstarvinum.
Eg hevði eisini nógvar góð
ar løtur í Tjóðveldinum, har
eg havi mínar røtur, men
sigi eg, at eingin kuril var á
tráðnum, lúgvi eg.
Ikki valdssjúkur
Atkvøðuslúkurin sigur, at
hann er ikki farin upp í Mið
flokkin fyri at taka ræðið í
flokkinum.
Nei, tað hevur als ikki
verið í mínum tonkum. Eg
havi havt vald næstan alt
mítt lív, og tað er einki mál
í sær sjálvum. Tá eg fór upp
í Miðflokkin, var tað avgjørt
ikki við tí í hyggju at taka
valdið í flokkinum, men
fyri at bera míni sjónarmið
fram.
Hann sigur, at tað verður
landsfundur floksins, sum
tekur avgerðina um, hvør
verður formaður í Miðflokk
inum í framtíðini.
Eg eri slett ikki ”svang
ur” eftir at gerast formaður
í flokkinum hóast dygga
stuðulin, eg havi fingið,
men fari at stríðast fyri teim
um málum, sum eg standi
fyri. Eg fari framhaldandi
at fylgja míni samvitsku og
vera trúgvur móti tí, eg havi
sett mítt álit á. So, má polit
isk telving um einstøk mál
heldur koma í teirri røð, tey
koma.
Spurdur, um hann fram
vegis er fullveldismaður,
nú hann er vorðin atkvøðu
slúkur í Miðflokkinum, sig
ur Karsten Hansen avgjørd
ur.
Ja, tað eri eg um ein
háls, og her er einki broytt.
Karsten hungrar ikki eftir valdi
- Eg eri slett ikki ”svangur” eftir at gerast formaður í Miðflokkinum hóast dygga stuðulin, eg havi
fingið, men fari at stríðast fyri teimum málum, sum eg standi fyri, sigur Karsten Hansen
Val
café
í Miðla
húsinum
Fleiri politikarar og onnur
áhugað leitaðu sær oman í
Miðlahúsið valdagin