mikudagur 14. november 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 221 - 14. november 2007
21
tíðindi
Kvinnurnar fingu eitt
betri fólkatingsval
enn seinast. 21,8
prosent av valdu eina
kvinnu, í mun til 16,
6 prosent seinast. Nú
er upp til flokkarnar
at koyra sterkastu
kvinnurnar fram,
so 10 kvinnur verða
valdar á ting longu í
januar
AnAlysA
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Tær 34 kvinnurnar, sum
bjóðaðu seg fram á fólka
tingsvalinum
týsdagin,
fingu tilsamans 21,8 pro
sent av persónligu atkvøð
unum, í mun til 16,6 prosent
seinasta fólkatingsval.
Einu løtuna benda nógv
annars á, at mongu átøkini
til frama fyri at fáa fleiri
kvinnur upp í politikk vóru
miseydnað. Hetta var eftir
at veljarakanningin, sum
Fynd gjørdi fyri Sosialin
sunnudagin, vísti, at kvinn
urnar fóru at fáa eitt lakari
úrslit enn seinast, við bert
12,4 prosentum av atkvøð
unum. Møguliga hevði tað
sína ávirkan, at døpru útlit
ini fyri kvinnuligi valevnini
vórðu kunngjørd longu á
middegi valdagin, so onkur
kanska
broytti
meining
sjálvan dagin og kortini
valdi eina kvinnu.
Av teimum 94 valevnu
num, sum bjóðaðu seg fram
hesaferð, vóru 34 kvinnur
og 60 menn, ella 36 prosent
kvinnur og 64 prosent
menn.
Kvinnuligt
varaumboð
Fyri
kvinnuumboðanina
sum heild er tað hugaligt at
síggja, at kvinnurnar liggja
millum tey trý fremstu á list
unum hjá øllum flokkum,
burtursæð frá Sambands
flokkinum og Miðflokkin
um. Eisini er tað vert at
býta merki í, at næstvalda á
Tjóðveldislistanum er ein
kvinna, Annita á Fríðriks
mørk, og letur hetta upp
fyri, at kemur flokkurin í
samgongu komandi valg,
og Høgni Hoydal í lands
stýrið, fáa vit eitt kvinnuligt
umboð á danating. Væl at
merkja aftaná at Annita á
Fríðriksmørk hevur verið í
barnsburðarfarloyvi,
nú
hon er sett at eiga fyrst í
mars. Sostatt hevði Sjúrður
Skaale tikið sætið fyrst, og
aftaná skuldi borið til hjá
henni at farið niður á borg
ina av og á.
Kend andlit í topp
Um hugt verður eftir at
kvøðubýtinum
millum
kvinnurnar, sæst, at Helena
Dam á Neystabø úr Javn
aðarflokkinum fekk flestar
atkvøður, 784. Annita á
Fríðriksmørk úr Tjóðveldi
fekk næstflestar, 625, og
Annika Olsen úr Fólka
flokkinum triðflestar, 535.
Hesar tríggjar hava allar
drúgvar royndir í politikki,
eru kendar og hava bjóðað
seg fram fleiri ferðir. Hetta
kanska kann vera vert hjá
øðrum kvinnum at leggja
sær í geyma – at tær skulu
ikki geva upp, men halda
seg framat. Í mun til síðsta
fólkatingsval fór Helena
Dam á Neystabø nakað
aftur, úr 1119 persónligum
atkvøðum, meðan Annita á
Fríðriksmørk fór fram, úr
445 persónligum atkvøðum.
Stóra hálið gjørdi Annika
Olsen, sum fór úr 190 at
kvøðum og upp í 535.
Nummar fýra á toplistanum
yvir kvinnurnar er eitt nýtt
andlit í valhøpi, Bjørt Sam
uelsen, sum fekk heilar 336
atkvøður.
Kvinnur ella neyt
Her á Sosialinum og á Rás
2 gjørdu vit nógv burtur úr
fólkatingsvalinum,
bæði
undan valinum og sjálvan
valdagin. Eitt afturvendandi
evni í hesum sambandi var
laka kvinnuumboðanin í
politikki. Her var fleiri ferð
ir ført fram, at mongu kvinn
urnar, sum kortini ikki
sleppa/vilja framat, bara
virka sum atkvøðuneyt og
verða ikki valdar. Onki
endamál er við at hava javn
støðu á listunum, um ovastu
leiðslurnar í flokkunum
hava ikki dirvi til at skera
ígjøgnum og velja eina ella
heilt fáar kvinnur burtur úr
rúgvuni og raðfesta tær
fram um onnur og aðrar.
Eitt nú kundu vit nú
ímynda okkum, at teir stóru
flokkarnir til komandi valg
koyrdu tær kvinnur fram,
sum hava ein reellan møgu
leika fyri at verða valdar.
Og her áttu flokkarnir eisini
at hugsað um at fingið sterk
ar kvinnur, sum bæði um
boða Suðurstreym og rest
ina av landinum, tí hesir
veljarar kunnu hugsast at
vera ymiskir.
Fleiri í at velja
Um vit hyggja eftir úrslitin
um frá fólkatingsvalinum
týsdagin, eru nógvar, sum
høvdu havt ein góðan møgu
leika fyri at verið valdar á
ting vórðu tær koyrdar sjón
liga og málrættað fram. Vit
nevna Anniku Olsen, Ingvør
Nolsøe, Helenu Dam á
Neystabø, Eyðgunn Samuel
sen, Kirstin Strøm Bech,
Annitu
á
Fríðriksmørk,
Bjørt Samuelsen, Bergtóru
H. Joensen og Heidi Peter
sen. Í mun til Sjálvstýris
flokkin er støðan eitt sindur
ógreið, av tí at formaðurin
ikki stillaði upp til fólka
tingsvalið. Men har er so
ein uppløgd kvinna, roynd
og kend, sum er sjálvsagt
eigur at verða førd fram,
nevniliga Rúna Sivertsen.
Millum potentiellu kvinnur
nar er Suðurstreymur yvir
umboðað, men hetta er tó
ikki so løgið, tí sum øllum
kunnugt, er tað at fáa kvinn
ur at gera seg galdandi í
traditionelt
mannligum
størvum og sessum, serliga
torført í traditionelt patria
kalskum umhvørvum, sum
til dømis úti á smáplássun
um. Tað hevur eisini verið
eitt av argumentunum fyri
einum valdømi, at møgu
leikarnir hjá kvinnuligu val
evnunum batna.
Spurningur um vilja
Hetta letur so upp fyri enn
einari avbjóðing hjá flokk
unum, nevniliga at finna
eina ella tvær sterkar kvinn
ur úti um landi í part, sum
teir so koyra serliga nógv
fram í januar. Eitt annað
eyðkenni er, at borgarligu
flokkarnir eftir øllum at
døma hava verri við at fáa
kvinnurnar fram, meðan
Javnaðarflokkurin og Tjóð
veldi eru raskari hesum við
víkjandi.
Alt annað líka skuldi ver
ið lagamanni at fingið í
minsta lagi hesar tíggju
kvinnurnar valdar, tá ið løg
tingsvalið verður í januar.
Men tað veldst sjálvsagt
um
floksleiðslurnar
og
kvinnurnar sjálvar veruliga
ynskja fleiri kvinnur á ting.
Top 10 yvir kvinnurnar
Helena Dam á Neystabø
784
Annita á Fríðríksmørk
625
Bjørt Samuelsen
336
Annika Olsen
535
Ingvør Nolsøe
215
Eyðgunn Samuelsen
161
Kirstin Strøm Bech
152
Bergtóra H. Joensen
151
Mamy Dahl Sørensen
151
Heidi Petersen
131
Kvinnulig framgongd
Helena Dam á Neystabø úr Javnaðarflokkinum fekk flestar atkvøður, 784. Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldi fekk næstflestar, 625, og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum triðflestar, 535.