Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-14, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 221 • 14. november 2007 MIÐvIkaN 27 teinin var vandi fyri, at avhøgdu hendurnar fóru fyri einki. Tí vóru hendurnar royktar (sum fiskur ella kjøt), so tær vóru í góðum standi, tá ið tær skuldi býtast um við patrónirnar. Avhøgdar hendur vóru eisini hongar upp í trøunum til ”skræk og advarsel”. Nú koma meira ítøkiligar søgur um ræðuleikarnar frá trúboðarum í Congo fram í Europa, men hesar frásagnir verða trættar til lygn av Leopold og hansara monnum. Kongur fekk sær elskarinnu Leopold fekk sær annars eina 16 ára gamla skøkju sum elskarinnu, tá ið hann var 65 ára gamal. Hetta gjørdi meira fyri at minka um hansara umdømi heima í Belgia enn øll morðini í Congo, sum hann hevði á samvitskuni. Leopold fekk tveir synir við hesi kvinnu. Seinni sonurin varð føddur við vanskaptari hond. Ein keiputekning vísti Leopold við nýfødda soninum í ørmunum umgivin av Congolesiskum líkum við avhøgdum hondum. Yvirskriftin var: Hevndin úr erva. Við Dollan í Kongo Hetta vóru umstøðurnar júst í teimum støðum, har Daniel J Danielsen virkaði í Congo. Í 1903 hendir tað, at bretska stjórnin heitir á sín konsul í Congo, Roger Casement, um gera eina almenna kanning av viðurskiftunum í landinum. Henda kanning endaði við eini frá­ greiðing, sum varð latin bretskum myndugleikum fyrst í 1904. Tískil er Casement ein lyklapersónur í hesi frásøgn. Hetta er eisini søgan um luttøkuna hjá Daniel J. Danielsen í hesi kanning. Keldan til frásøgnina er fyrst og fremst frágreiðingin og dagbókin hjá Roger Casement frá 1903. Hesi skjøl eru givin út í Írlandi í 2003 í bók sum kallast “They Eyes of Another Race.” Teir, sum skipaðu fyri hesi útgávu, vóru Séamas Ó Síochain og Michael Ó Sullivan frá lærda háskúlanum í Dublin. Sullivan doyði áðrenn bókin kom út. Í bókini eru eisini aðrar frágreið­ ingar, sum saman við notum og tilvísingum fylla 350 síður. Á 13 síðum er Daniel beinleið­ is nevndur, men hann hevur verið við til ein stóran part av innihaldinum av bókini, og tískil meginpartin av hesi rann­ sóknarferð. Høvundarnir hava eisini gjørt viðmerkingar til tekstin, sum ger hann nógv lættari at skilja. Vit hava verið í sambandi við Séamas, og hann hevur eisini latið okkum fáa tað, sum hann fekk burtur úr skjalasavninum hjá Congo Balolo Mission, sum Daniel virkaði fyri, tá ið Séamas fyrireikaði hesa útgávu. Vit taka stórt sæð alt við, sum er skrivað um Dollan í hesi frágreiðing, og tað er ikki so lítið. Tað sæst, at hann hevur verið eitt sterkt menniskja, sum eisini hevur havt sínar veikleikar. Men tað týdningarmesta er tó, at hann hevur verið við í einum søguligum virksemi, har tað ráddi um at fáa steðga ágangi móti medmenniskjum. Roger Casement skapti søgu, og menn sum Daniel vóru ein fyritreyt fyri, at hetta kundi gerast. Trúboðarar sum ikki lótust um vón Tað vóru nógvir trúboðarar í Congo hesa tíðina. Ein stórur part­ ur av teimum lótust ikki um vón, hóast alt sum teir sóu. Orsøkin fyri hesum kundi vera tann, at teir óttaðust fyri at verða skerdir í sínum trúboðaravirksemi, um teir løgdu seg út við teir ráðandi. Men tað vóru so eisini nakrir trúboðarar, sum metti tað at vera minst eins átroðkandi at verja fólkið móti yvirgangi frá myndugleikum. Hesir eru eisini komnir í søguna sum teir, ið høvdu ein avgerandi leiklut at steðga hesum ágangi. Casement metti sum frá leið, at tað var av týdningi, at hann kundi ferðast í landinum óheftur av almennum eftirliti. Tí bar ikki til at ferðast við skipum, sum myndugleikarnir høvdu ræði á ella eftirlit við. Tað hevði eisini verið sera tvørligt, tí hesi skip sigldu ofta eftir eini fastari ferðaætlan, sum neyvan hevði hóskað til eina kanning sum hesa. Tískil var tað American Baptist Missionary Union, ABMU, sum lænti teirra skip Henry Reed til endamálið. Hetta var eitt av teimum smærru skipunum á Congoánni. Congo Balolo Mission lótu skiparan og maskin­ meistaran, og hetta var Daniel. Sum tað skilst hevur Casement viljað havt Daniel við, so hann mann hava havt gott orð á sær. Hvørgin missiónin vildi hava pening fyri sína medvirkan. Ein stórur partur av virkinum varð at ferðast fra missiónsstøð til aðra, og her lá tað eisini best fyri at vitja ensktalandi trúboðarar. Tað vóru fýra missións­ felagskapir sum vóru til nyttu. Umframt teir nevndu vóru tað British Baptist Missionary Society, stuttnevnt, BMS, og the American Diciples of Christ. Tað vóru eisini aðrir einstakir trúboðarar sum hjálptu. Kanningin byrjar Sjálv kanningarferðin byrjar 5. juni. Fyrst verður ferðast yvir land. Sjálv ferðin við skipi byrjar við einum sum kallast P Brugmann, men hetta var við loyvi av statinum, sum Casement skjótt vildi vera óheftur av. Tað verður tí ikki rættiliga byrjað við at sigla bygd úr bygd, fyrr enn Casement fær bátin Henry Reed til taks. Fyrst var ein innføddur ætlaður at gerast meistari. Hann var eisini við stutta tíð, men gjørdist sjúkur. Tá er tað, at Daniel verður biðin og hann fer umborð tann 17. juli. Hann er tískil við meginpartin av sjálvari siglingini fram til 15. september. Samlaða manningin á slíkum skipum var upp til 25. Av hesum kundu tað vera tveir europearar. Ein stórur partur av manningini hevði til uppgávu at høgga við í skógunum til brenni fyri maskinuna. Skipini hjá tí almenna høvdu depotir fram við ánni. Casement kundi ikki fáa við frá hesum depotum. Tí var mannagongdin tann, at meðan steðgað var á, fór hendan manning í land at høgga við. Brot úr dagbókini Casement hevur skrivað dagbók fyri hvønn dag í árinum 1903. Hon er skrivað í ein prentaðan álmanakka, har tað ikki var pláss fyri at skriva so nógv. Dagbókin var soleiðis býtt upp, at hvør dagur hevði eina hálva síðu, meðan leygardagar høvdu eina heila síðu. Tí er dagbókin stuttorðað. Men tað hjálpir, at tað eru skrivaðar drúgvar notur og frágreiðingar, sum ger tað munandi lættari at skilja. Men tað er greitt, at Casement øtast um tað, hann sær á hesi kanningarferðini. Tað hann skrivar i dagbókini verður meira útdýpað í sjálvari frágreiðingini. Her skulu verða endurgivin nøkur brot úr dagbókini frá teirri tíðini Casement og Daniel eru saman. Tískil hava teir upplivað tað sama. Tað er eingin ivi um, at teir hava havt nógv samskifti sín ámillum. Brotini úr dagbókini eru hesi: 25. juli Komu til fleiri bygdir. Hugdu bert at teimum nærmastu bygdunum. Fólkatalið øgiliga nógv minkað. Bert 93 fólk eftir av nógvum hundrað. 26. juli Neyðars illa støddu menniskju… frá jørð er tú komin, til jørð skal tú vera, hvar er góða hjarta og samkenslandi hugburðurin, bæði eru burtur. 6. august Tók nógv notatir frá teimum inn­ føddu…Tey blíva illa húðflongd fyri at koma ov seint við gummikurvunum. 13. august Ein innføddur kom at siga, at fimm menniskju vóru á veg frá Bikoru økinum við avskornum hondum at vísa mær tær. 22. august Púra deytt í Bolongo. Eg minnist heilt væl, tá eg var her í 1887. Tá var fult av fólki. Nú eru bert 14 vaksin eftir. Fólkið er týðuliga kúgað, klaga beiskliga um gummi­ skattin. Sigldu um hálvgum sjey framvið einum oyddum Bokuta øki. Mouzede sigur, at øll fólkini eru tvingsilsflutt. Neyðars sálir. 29. august Bondandanga (hetta var økið, har DJD virkaði.) Sóu gummimark­ naðin, ikki annað enn byrsur, 20 vápnaðir menn. 242 mans við gummi allir eftiransaðir sum revsifangar. At kalla hetta ”handil” er størsta lygn. 30. august 16 menn, kvinnur og børn bundin. Eru frá eini bygd Mboye, beint við býin. Vanæruligt. Menninir verða settir í fongsul, men eg fái børnini latin leys. Ein vanærulig skammilig skipan. 31. august Varð skipað fyri dansi til heiðurs fyri meg. Allir lokalu høvdingarnir við teirra konum høvdu fingið boð um at koma. Neyðars sálir. Eg havi ilt av teimum, at tey skulu noyðast við til hetta. 2. september Sá 16 kvinnur verða handtiknar og koyrdar í fongsul. Fleiri vóru tikin seinni um dagin. 9. september Sigldu kl. 11 aftur framvið Bolongo. Hesi neyðars menniskju komu út við eini kano og bønaðu um hjálp. Hetta var missiónsbáturin “Henry Reed”, sum Casement nýtti til sína ferð, og har Daniel J. Danielsen var skipari og maskinmeistari