mikudagur 14. november 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
28
nr. 221 • 14. november 2007
Daniel var ein
álitismaður, men
kláraði ikki altíð at
stýra sinninum
Daniel var ein dygdarmaður. Tað
var ikki bert at siga tað at sigla
á eini slíkari á. Her var stórur
vandi fyri seg sigla seg á sandriv,
eins og tað kundi vera so nógvur
mjørki, at einki sást. Men hetta
segðist Daniel at klára heilt
væl, sum tað eisini verður tikið
til í dagbókini 28. august, har
Casement skrivar: ”Dýpið er 1½
favnur. Hava fleiri ferðir borið við
sandriv. Máttu steðga tvær ferðir
vegna mjørka. Men Danielsen
fekk alt hetta at ganga kortini.”
Men vansin við Daniel var tó,
at hann var so ógvuliga illsintur,
og hetta var eisini fleiri ferðir
nevnt í dagbókini. Hann var ein
harður skipari. Hetta var ikki
minst galdandi í samband við
nevndu viðahøgging.
Ein frásøgn er frá 25. juli, tá
ein drongur Nimpowka hevði
fingið undir vangan, og longu
28. juli er aftur galið, tá ið tað
er stríð millum Danielson, sum
hann verður nevndur, og nakrar av
manningini.
Ein hending er farin fram 15.
august, har úrslitið var, at ein
træhøggari hevði mist sína øks
og jungluknívar orsakað av einum
illsinnisriði hjá Daniel.
Annars verður greitt frá í
eini notu, at kæra hevði verið
send høvuðsstøðini hjá Balolo
missiónini í 1902 um Daniel og
tveir aðrar trúboðarar Ellery og
Armstrong, at teir høvdu verið
harðligir móti innføddum, men
hesar kærur vóru seinni tiknar
aftur.
Men hetta sigur tó nakað um,
at viðurskiftini við samstarvs
fólkini ikki vóru av teimum bestu.
Tað var eisini soleiðis, at
vanliga fatanin hjá teimum hvítu,
kanska eisini hjá trúboðarum var,
at teir innføddu ikki fingust at
arbeiða uttan so, at teir høvdu
eina harða hond yvir seg.
Tann 15. september verður
Daniel settur í land sjúkur, tá
ið nærum er komið til endan av
ferðini, sum er 20. september.
Hann má hava verið rættiliga
sjúkur, tá ið hann ikki kann taka
allan teinin. Tað er neyðugt at
fáa ein nýggjan skipara, og hesin
kallast Captain Shaw.
Tann 15. oktober ger Casement
upp virðið á teimum tænastum,
sum hann hevur fingið frá missi
ónini. Upprunaliga ætlanin hevði
verið at leigugjaldið fyri skipið
skuldu vera £ 45 um mánaðin,
men tá saman um kom vildi miss
iónin ikki hava pening. Kortini
mælir Casement til at geva £ 25
fyri lán av skipinum og £ 20 fyri
luttøkuna hjá Daniel. Tá hugt
verður eftir lutfall millum skip og
mann, kann vist sigast, at Daniel
hevur verið høgt virðismettur.
Daniel til
Bretlands og hittir
uttanríkisráðharran
Tann 20. september fer Daniel
heim til Bretlands við skipinum
Phillippeville, ein ferð sum tók um
tríggjar vikur. Tískil er hann komin
fram til Bretlands um 10. oktober.
Tað vóru annars trý skip, sum
sigldu regluliga rutu millum
Belgia og Congo.
Við í hesum farti er eisini
brøvini, Casement hevur skrivað
til bretska uttanríkisráðið. Sagt
verður í føroyskum keldum, at
Daniel hevur hitt uttanríkisráð
harran Lansdowne og hevur greitt
honum frá støðuni í Congo. Tað
finst eingin váttan fyri hesum,
men í so fall er hetta helst hent
beinanvegin, hann er komin til
Bretlands, áðrenn Casement
kom fyrst í desember. Hann kann
eisini hava havt boð við sær frá
Casement.
Nú er so Daniel komin til
Bretlands í farloyvi, og grund
gevingin er, at hann er sjúkur.
Tá ið hann kemur heim greiðir
hann missiónini frá tí, hann hevur
upplivað. Men har verður avgjørt
einki at gera við hetta fyrr enn
Casement kemur heim við síni
rapport. Hann kom annars heim
fyrst í desember og hansara frá
greiðing kom fram fyrst í 1904.
Óynsktur í Congo
Trúboðarafelagin Armstrong
tykist at hava lagt ringt orð fyri
Daniel við at siga, at hansara
ógvusligu útsagnir ofta ikki eru
eftirfarandi, og hann mælir frá at
senda hann aftur til Congo. Hetta
kann væl hava samband við teirri
tvístøðu, sum hevur verið millum
trúboðarar, hvørt teir skuldi siga
sum minst um ágangin móti
fólkinum.
Um pástandin, at Daniel ikki
hevur verið eftirfarandi kann
sigast, at í tí, sum er greitt frá
í Føroyum um hann, og sum má
vera komið frá honum sjálvum,
er einki sum stríðir ímóti tí, sum
kann skjalprógvast.
Tað eru mótstríðandi frágreið
ingar og tilmæli, sum missóns
felagskapurin hevur at taka støðu
til um, hvat skal henda Daniel, so
avgerðin verður útsett.
Seinni koma hóttanir frá Wal
baum, týskur maskinmeistari
hjá Balolo Missónini og einum
trúboðara, sum kallast Steel, at
teir stinga í sekkin, um Daniel
kemur aftur. Tí er best at biðja
hann um at siga upp, verður sagt.
Málið dregur út og eingin
avgerð verður tikin. Í mai 1904 er
Daniel giftur, og hann er ótolin
eftir at fáa svar.
Tað er ósemja bæði í missiónini
í Englandi, og millum maskin
meistararnar í Congo um, hvat
skal henda. Men tá koma tey boð
frá myndugleikunum, sum avgera
spurningin. Daniel er ”persona
non grata” í Congo, tað vil siga
óynsktur av myndugleikunum har,
og hetta merkir, at kann ikki kann
fara aftur til Congo.
At hann er óynsktur í Congo
er lætt at skilja. Hann veit snøgt
sagt ov nógv um skilið har. Aðrir
trúboðarar hava verið í sama
stað, og hava bert havt vitan frá
sínum egna øki, og tá hevur verið
lættari at avnokta teirra útsagnir.
Daniel hevur verið víða um og
hevur sæð, at hesir ræðuleikar
mugu so ella so vera fyriskipaðir
og góðkendir av hægri myndug
leikum. Opinskáraður hevur hann
eisini verið. Tí hevur tað verið
frægast at halda honum burtur.
Betri eftirmæli kann hann ikki
hava fingið.
Ummælið av honum er annars,
at hann er samvitskufullur arb
eiðari, fyrsta floks mekanikari,
erligur kristin, men at hann hevur
trupulleikar við sinnalagnum.
Daniel fær so í boði av missión
ini, at hon vil senda hann til
Føroyar at virka. Tað er ikki greitt,
hvussu nógv teir gjalda, men teir
gjalda í hvussu er ferðaseðilin og
helst meira enn tað. Hann tykist
ikki at hava mangla pening. Í
minningarorðunum í Naade og
Sandhed verður sagt, at hann var
í nærum hvørji bygd í Føroyum
og helt møti. Hann leigaði høli
og rindaði úr egnum lumma.
Eisini verður sagt í somu minn
ingarorðum, at Daniel spýtti væl í
kassan hjá blaðnum. Hann hevur
eftir øllum at døma havt eitt
dygt fíggjarligt grundarlag, og
hetta kann vera fíggjað av Balolu
missiónini. Sigast kann helst, at
Congomissiónin hevur virkað í
Føroyum.
Ætlanin er at kanna hetta
meira. Men skjalasavnið, har
tilfarið frá Congo Balolo missión
finst, hevur ikki tilfarið tøkt beint
nú, so hetta má bíða.
Hann byrjar so sítt virksemi í
Føroyum í 1904, sum tað longu er
greitt frá.
Ummælið: Gjørdi sítt
arbeiði til fulnar
Seamas O Siochain sigur í
síni meting um Daniel:
”Danielson gjørdi sítt arbeiði
til fulnar. Nakrar ferðir í dag
bókini er Casement kritiskur
mótvegis Danielson viðvíkjandi
ítøkiligum tilburðum, men hetta
hevur á ongan hátt verið oyði
leggjandi fyri hansara leiklut í
høvuðsverkinum. Tað er heilt klárt
fyri meg, tá ið eg útgreini hesa
sigling, hvussu stórt álit var á
trúboðarabólkarnar. Danielsen var
ein partur av teimum.”
Sigast kann, at Daniel hevur
verið nógv hvønn vegin. Sum tað
er greitt frá aðrastaðni kundi
hann vera skemtingarsamur, men
so kundi hann fara heilt yvir í
hina grøvinina. Hetta váttar sum
so bert, at hann hevur verið eitt
menniskja við dygdum og lítum
sum øll onnur.
Komandi partur
Í komandi parti verður
greitt meira frá ítøkiligum
hendingum, sum Daniel var
ein partur av. Eisini verður
greitt frá heilt óvæntaðu
lagnuni hjá Casement og um
Edmund Morel, sum eisini var
ein sameindur í stríðnum fyri
at bøta um umrøddu viðurskifti
hjá teimum innføddu
Leopold II kongur er ein
høvuðspersónur í hesi søgu,
men fyri tað ringa
Trúðararafelagar hjá Daniel í Congo Balolo Mission William
Armstrong og konan
Roger Casement er ein annar høvuðspersónur. Hann
varð seinni aðlaður av bretska konginum og í 1916
varð hann hongdur av bretum! Hesa søguna hava vit í
komandi blaði