Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-14, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 221 - 14. november 2007 29 lýsingar Bestu piparnøturnar fáa tit hjá okkum Tlf 312161 gron@gron.fo www.gron.fo Lærlingur til Thomas Dam Tórshavn Søkt verður eftir lærlingi til Thomas Dam ítrótt í Tórshavn. Starvið fevnir um alt vanligt handilsarbeiði innan sølu av ítróttarútgerð. So ert tú ein m/k, sum hevur áhuga innan hetta økið, kunnu vit bjóða tær eina spennandi lærutíð hjá okkum Thomas Dam Ítróttur er partur av Intersport- og Sport Direct samtakinum og hava vit 3 ítróttarhandlar. Umframt handilin í Tórshavn hava vit eisini ein á Glyvrum og ein í Klaksvík. So ert tú ein fryntlig/ ur persónur við áræði og ikki ert bangin fyri at taka eina eyka hond í, tá á stendur, ert tú vælkomin at søkja hetta lærupláss. Lærutíðin er 2 ár við HH prógvi og 3 ár við FHS prógvi. Umsóknir við prógvum og viðmælum verða at senda til: Thomas Dam Ítróttur Niels Finsensgøta 5 Boks 268 FO-110 Tórshavn Diabetesfelag Føroya skipar fyri fundi í Miðla­ húsinum í Vágsbotni mikudagin 14. nov, sum er altjóða diabetesdagur. Á fundinum verður greitt frá diabetes í Føroyum fyrr og nú. Eisini verður farið út ein gongutúr, at ganga minst 246 fet at minnast tær 246 milj fólk í heiminum, sum nú hava fingið staðfest sjúkuna diabetes. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn gongur á odda. Fundurin byrjar kl 19 Fundur í miðlahúsinum Deild M Medicinsk seingjardeild Sjúkrarøktarfrøðingur Vegna farloyvi søkja vit eftir sjúkrarøktarfrøðingi at arbeiða 0,6 tíð í skiftandi vaktum frá 01.01.08 til 31.12.08. Førleikakrøv: • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • Fakligan áhuga og royndir innan medicinska sjúkrarøkt • Royndir innan økið • Góð samstarvsevnir Lønar-og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Nærri fæst at vita um starvið frá: Synnøvu Hansen, deildarsjúkrarøktarfrøðingur deild M, tlf. 454545 lokal 403, ella Jonu Nielsen, fyristøðukvinnu, lokal 106. Umsókn við avriti av prógvi og autorisation skal sendast til: Klaksvíkar Sjúkrahús, Att: Umsjónarmaðurin, FO-700 Klaksvík. Umsóknarfreist 28.11.2007, kl. 12:00 Klaksvíkar Sjúkrahús 700 Klaksvík · Tlf: 45 45 45 · Fax: 45 73 63 Føroya Studentaskúli og HF-skeið Hoydalar · FO-188 Hoyvík Telefon 312973 · Telefax 318624 Vikarur ella tímalærarar í sponskum Søkt verður eftir vikari fulla tíð ella tímalærarum í sponskum at taka við skjótast gjørligt og undirvísa restina av skúlaárinum 2007- 2008. Setan fer fram sambært sáttmála millum YF (Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara) og Fíggjarmálaráðið. Umsøkjarar eiga at hava hægri útbúgving í sponskum á kandidatstigi ella líknandi. Lesandi á kandidatstigi uttan endaligt prógv kunnu eisini søkja. Umsóknir saman við avriti av prógvum ella úrskrift av próvtøkubók skulu sendast rekt- aranum um teldupost í seinasta lagi fríggjadagin 23. november kl. 12.00. Til ber at fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Mikkjal Helmsdal, rektara á tel. 218404 ella á t-posti mikkjal.helmsdal@skulin.fo. Brúðarkoyring Skalt tú hava eina serliga uppliving, so er at leiga ein bil hjá Havnar Bilasavni frá Sp/F Bilrøkt í Havn. Vel t. d. ein svartan Ford A frá 1930, ein hvítan Chevrolet frá 1931, ein bláan Chevrolet Skyline frá 1952 ella ein brúnan Jaguar frá 1978 Ring til Bilrøkt á 588880 www.bilrokt.fo bilrokt@bilrokt.fo Brúðarkoyring www.sosialurin.fo