Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-14, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 221 - 14. november 2007 lýsingar Tórshavnar kommuna Skrivstovufólk Tórshavnar kommuna søkir eftir skrivstovufólki til Snarskivuna. Viðkomandi skal í høvuðsheitum røkja fólkayvirlitið og uppgávur knýttar at tí. Av øðrum uppgávum, ið skulu røkjast, verða barna- ansing, avgreiðsla og telefonmóttøka. Vit ynskja at umsøkjarin er fryntligur og fyrikomandi, kann samstarva við onnur, er førur fyri at halda høvdið kalt í strongdari støðu og ikki er bangin fyri at læra og taka hond í, har á stendur. Tað er eitt krav, at tú dugir væl at samskifta á føroyskum, bæði í skrift og talu. Vit bjóða eitt fjølbroytt starv, har møguleiki er fyri at mennast á fleiri økjum og fáa eina fjølbroytta vitan um kommunal viðurskifti. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin verður í 3. lønarflokki, sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, treytað av, at tú hevur nøktandi útbúgving og royndir. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mourits M. Joensen, deildarleiðara, á tlf. 30 20 10. Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum viðmælum skulu vera Tórshavnar kommunu, postrúm 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi mánadagin 26. november 2007. Merkið umsóknina „Skrivstovufólk til Snarskivuna“. November-kappiNgiN Hvønn dag í november mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnina innan mikudagin 5. desember 2007 kl. 10.00 og viðmerkið brævbjálvan »Sudoku«. Vinningur í november er 2 M-semiflex flogferðaseðlar við Atlantic Airways. Virði Kr. 6.304,- Drigið verður aðru vikuna í desember. Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst. Navn: Bústaður: Telefon: Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn Merkið brævbjálvan »Sudoku« Vinningurin í november 2 M-semiflex ferðaseðlar frá Atlantic Airways. Virði Kr. 6.304,- Vinnari í oktober: Suna Thomasen 340 Kvívík