hósdagur 15. november 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 222 - 15. november 2007
Sørvingar verða
ikki við, tá ið tey
í Sandavági og í
Miðvági fara til
fólkaatkvøðu um at
leggja kommunurnar
í Vágum saman
Kommunu
samanlegging
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er nú greitt, at tað verð
ur ongin fólkaatkvøða í Sør
vági um at leggja kommun
urnar í Vágum saman.
Tað er greitt eftir bygda
ráðsfund í Sørvági í gjár
kvøldið, har tað varð ein
mælt samtykt, at tað skal
ongin fólkaatkvøða verða í
Sørvági.
Sostatt fara sørvingar
ikki at fylgja í fótasporunum
hjá Sandavági og Miðvági,
sum eru hinar báðar komm
unurnar í Vágum, tí í teim
um báðum bygdunum verð
ur fólkaatkvøða um at
leggja kommunurnar í Vág
um saman.
Fólkaatkvøðan í Miðvági
og í Sandavági verður sam
stundis sum løgtingsvalið
verður tann 19. januar og í
tíðini upp til valið, skal
upplýsandi tilfar fáast til
vega til borgararnar í báðum
bygdunum um fyrimunir og
vansar við kommunusaman
legging, samstundis sum
ætlanin er at skipa fyri borg
arafundi.
Í Miðvági og í Sandavági
halda tey, at tað er ein fyri
munur at hava fólkaatkvøðu
um kommunusamanlegging
samstundis sum fólkaat
kvøðu, tí tá fer fólk á val
kortini og sostatt eru útlit
fyri eini rættiliga stórari val
luttøku.
Sørvingar ikki við
Í gjárkvøldið skuldi so Sør
vágs Bygdaráð taka støðu
til um fólkaatkvøða eisini
skuldi vera í Sørvági.
Men har var full semja
um, at tað skuldi ongin
fólkaatkvøða vera um sam
anlegging í Sørvági.
Bygdaráðið í Sørvági
samtykti hinvegin at bíða
eftir løgtingsvalinum fyri at
vita, hvørjar ætlanir ein
nýggj samgonga hevði við
kommununum.
Eitt, sum lá í hesum, er,
at Sørvágs Bygdaráð vil
vita, hvørjar ætlanir ein
nýggj samgonga hevur um
at leggja ymisk málsøki
undir
kommunurnar
at
umsita og so verður spurn
ingurin tikin uppaftur eftir
tað.
Bygdaráðslimir
ivaðust
eisini í um ein nýggj løg
tingssamgonga ikki eisini
fór at leggja kommunur
saman við lóg, tí hendir tað,
er onki endamál hjá komm
ununum at brúka tíð og
kreftir upp á spurningin.
Ætlar ein nýggj sam
gongu ikki at leggja fleiri
málsøki undir kommunurnar
at umsita, er ongin orsøk at
skunda sær at taka støðu til
kommunusamanlegging,
var eitt sjónarmið á bygda
ráðsfundinum í Sørvági.
Tað varð eisini hildið at
vera skeivt at blanda eina
fólkaatkvøðu um kommunu
samanlegging upp í løg
tingsvalið, ella sum onkur
tók til: Tað er púra skeivt at
vevja alt saman.
Bygaráðslimir í Sørvági
halda eisini, at tað verður
bara eitt eljustríð at tosa um
fólkaatkvøðu um kommunu
samanlegging mitt í jóla
mánaðinum.
– Tað er eisini skeivt at
halda atkøðugreiðslu um
kommunusamanlegging
samstundis sum løgtings
valið er við teirri grundgev
ing at tá verður valluttøkan
størri.
Tað, sum lá í tí var, at
fólk, sum hava áhuga í máli
num um kommunusaman
legging, fara at siga sína
hugsan, sama um løgtings
val er ella ikki.
Les eisini síðu 5.
Sørvingar vilja
vera uttanfyri
Gott lag á bygdaráðsfundi í Sørvági í gjárkvøldið. Frá vinstru eru tað Sunrid Rasmussen,
skrivari, Sune Jacobsen og Thordis Skaalum, bygdaráðslimir. Bygdaráðslimirnir eru samdir um,
at tað er púra skeivt at vevja jól, løgtingsval og fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging, saman