Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 222 - 15. november 2007 provita@provita.fo . www.provita.fo K R E A Á aðalfundinum leggur Anne-Lene Olofsson fyri við fyrilestri undir heitinum “Ambassasør for livet”. Síðan heldur aðalfundurin fram eftir skrá sambært viðtøkum felagsins. Uppskot til nevndarvalevnir skulu vera Pro Vita í hendi innan 20 november. Øll eru hjartaliga vælkomin. Í Emmaus í Klaksvík leygardagin 24. nov. 2007, kl 10.00. Føroya Pro Vita Aðalfundur hjá Bygdaráðslimir í Sørvági skilja ikki hvussu tað ber til, at fólkaatkvøða verður í Miðvági og í Sandavági um kommunu­ samanlegging Kommunu­ samanlegging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Bygdaráðslimir í Sørvági skilja ikki rættiliga, hvussu tað er enda við, at fólkaat­ kvøða nú verður í Miðvági og í Sandavági um at leggja kommunur saman. Fòlkaatkvøðan í hesum báðum bygdunum skal vera samstundis sum løgtings­ valið er, tann 19. januar. Málið hevur sín uppruna í einum fundi í felagskomm­ ununi í Vágum, har komm­ unusamanlegging varð umrøtt. Men har var onki tosað um at hava fólkaatkvøðu. Tað, sum varð samtykt í felagskommununi, var einans at heita á kommun­ urnar um at vera við til at útvega borgarunum kunn­ andi tilfar um kommunu­ samanlegging og at halda kunnandi fundir. Hetta er tað einasta, sum varð samtykt á fundinum í felagskommununi, vístu bygdaráðslimir í Sørvági á. Tí kom tað eitt sindur óvart á teir, at hetta varð enda við tí, at bygdaráðið í Sandavági og í Miðvági høvdu samtykt at fólkaat­ kvøða skuldi vera í báðum bygdunum um kommunu­ samanlegging, tí tað var ikki hetta, sum tað var sam­ tykt í felagskommununi at kommunalu umboðini hvør sær skuldi fara heim til sítt bygdaráð við. Annars ivaðust bygda­ ráðslimir ikki í, at tað var tørvur á at upplýsa borgar­ arnar um fyrimunir og vans­ ar við kommunusamanlegg­ ing og nevnt var, at tað kundi verið ein uppgáva hjá felags kommununi at seta eina nevnd at útvega kunn­ andi tilfar til borgaran á hes­ um øki. Á bygdaráðsfundinum í gjár, var Eiley H. Weihe ikki á fundi. Les eisini síðu 4. Í pottinum eru: 10 mió. Nú leygardagin Galdandi fyri lutakastið 17. november 2007 Bygdaráðslimir í Sørvági vóru eitt sindur ørkymlaðir. Frá vinstru eru tað Jógvan Páll Joensen, Jóhan F á Ørg, Erik Davidsen, varaborgarstjóri og Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri Var ikki meiningin at hava fólkaatkvøðu í Vágum 5