hósdagur 15. november 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 222 - 15. november 2007
Tað tykist vera
stóri munurin á
privatiseringini av
Atlantsflog í mun
til, tá Føroya Banki
fór gjøgnum somu
tilgongd
PRIVATISERING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Privatiseringin av almenn
um stovnum og fyritøkum í
Føroyum gongur sína jøvnu
gongd. Fyrst var tað sum
kunnugt Føroya Banki, ið
fór gjøgnum hesa tilgongd
ina, og nú stendur so
Atlantsflog fyri tørni.
Men tað er kortini ein
munur.
Hetta er fyrstu ferð, at
ein fyritøka verður seld,
sum stendur politiska mynd
ugleikanum so nær. Í førin
um Føroya Banki var tað jú
Fíggingargrunnurin
frá
1992, sum formelt átti bank
an. Tá talan er um Atlants
flog er tað landsstýrið
sjálvt, ið stendur sum eigari,
segði Bjarni Djurholm á
tíðindafundi í morgun, tá
sølan av Atlantsflog varð
alment fráboðað.
Landsstýrismaðurin vísti
á, at uppruna ætlanin hjá
landsstýrinum var at selja
66% av fyritøkuni, men pol
itiska tilgongdin gjørdi, at
hetta tal varð skorið niður á
33%.
Vit høvdu vónað, at vit
kundu avgreitt bæði fyrsta
og annað søluumfar í hesum
valskeiðinum, men orsakað
av syndarligu vanlukkuni í
Stord bleiv arbeiðið útsett
soleiðis, at bert fyrsta umfar
verður framt undan valinum
í januar, segði Bjarni Djur
holm.
Hann metir, at vanlukkan
í Stord hevur seinkað ætlan
unum í eitt hálvt ár í minsta
lagi. Hartil hevur so eisini
verið bíðað eftir hálvárs
roknskapinum fyri fyrra
hálvár í ár, sum var klárur
einaferð í august.
Eingin forfordeilind
Síðani varð sjálv søluætlan
in løgd fram, og hon gongur
sum nevnt í stuttum út upp
á at selja 33% av partabrøv
unum í Atlantsflog. Býtið
verður soleiðis, at av teim
um fyrstu 33% verða 3%
sett av til starvsfólkið at
keypa, hava tey áhuga í tí.
15% verða sett av til smáar
íleggjarar, teir undir 20.000
krónur,
meðan
seinastu
15% eru ætlað størri íleggj
arum yvir 20.000 krónur.
Í hvørjum bólki sær
verður íleggjarum tryggjað
eitt minstamark av parta
brøvum, men kortini verða
øll tryggjað somu viðferð.
Talan verður ikki um – sum
í prospektinum hjá Føroya
Banka, har Fíggingargrunn
urin tilskilaði sær rætt til at
velja ímillum íleggjararnar
– at fráboðanir um keyp av
partabrøvum verða við
gjørdar hvør sær, men held
ur undir einum.
Og til tess at forða fyri
ovurstórari yvirtekning ætl
ar landsstýrið at steðga
tekning av partabrøvum, tá
tey fara upp um ásetta mark
ið. Hetta fer eisini at forða
fyri, at íleggjarar verða
skornir niður á eitt láturliga
lítil prosenttal av tí, teir
hava teknað seg fyri.
Talan kann tó sjálvandi
gerast talan um eina ávísa
yvirtekning, tí tað er nærum
ógjørligt at steðga søluni í
júst teirri løtu, fullteknað
er, men tað er týðiligt, at
landsstýrið ikki ynskir at
koma í somu støðu sum Fíg
gingargrunnurin við ovur
stórari yvirtekning.
Og júst hetta við at steðga
útboðinum, tá fullteknað er,
skal forða fyri, at landsstýrið
skal koma í eina støðu, har
neyðugt verður í ov stóran
mun at skera í talinum av
partabrøvum til teirra, sum
teknað hava.
Tað er Kaupthing Banki,
sum hevur gjørt virðismet
ingarnar og prospektið í
sambandi við privatiser
ingina av Atlantsflog.
Motiverar
Í fyrsta umfari verða bjóðað
út 341.550 partabrøv til
tríggjar
íleggingarbólkar.
Starvsfólkunum verða tillut
að 3%, sum svarar til 31.050
partabrøv. Hinir báðir bólk
arnir fáa 155.250 partabrøv
hvør at býta millum sín.
Kursurin er ásettur til mill
um 242 og 261, og hvørt
partabræv hevur eitt áljóð
andi upp á 100 krónur. Tað
fer at geva landsstýrinum
eina inntøku av partabrøvun
um millum 82.582.500 krón
ur og 89.066.250 krónur.
Hetta er nakað meiri enn
tær 75 milliónirnar, sum
landsstýrið í sínari tíð setti í
felagið fyri at bjarga tí und
an húsagangi undir krepp
uni.
Tekningartíðarskeiðið byrj
ar longu nú mánadagin 19.
november og skal eftir ætlan
halda fram til 27. november.
Men hetta er sum nevnt
treytað av, at talan ikki verður
um yvirtekning, tí hendir tað
innan nakran av teimum trim
um
útbjóðingarbólkunum,
verður sølan í viðkomandi
bólki steðgað.
Endalig prísáseting og
býti av partabrøvum fer so
fram 28. november, og sjálv
skrásetingin á OMXI fer
fram 10. desember.
Sum við øðrum børsskrá
settum fyritøkum fer hetta
eisini at seta størri krøv til
stjóra og leiðslu í Atlants
flog, men hetta fer sam
stundis eisini at motivera til
at gera ein enn størri inn
sats. Tí nú verður ikki bara
talan um ein passivan eig
ara, men haraftur ímóti um
fleiri aktivar.
Samstundis fer eisini at
bera til hjá leiðslu og nevnd
hvønn dag at kunna síggja á
børsnoteringunum,
hvussu
marknaðurin metir fyritøkuna
í virði. Og tað meta bæði
nevndarformaðurin, Christi
an Andreasen, og stjórin,
Magni Arge, vera eggjandi.
Annars verður ein fundur
uppi í Norðurlandahúsinum
klokkan 17 í dag, har stjóri
og nevnd fara at greiða
almenninginum frá felagn
um og hvønn týdning, børs
skrásetingin
hevur
fyri
raksturin í framtíðini. Og
har eru sjálvandi øll áhugað
vælkomin.
Eingin fær framíhjárætt
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður, er hin
fyrsti, sum selur eina almenna
fyritøku, sum er so tætt knýtt
at politiska myndugleikanum
Mynd: Jens Kristian Vang
Nevndarformaðurin, Christian Andreasen, og stjórin, Magni Arge, vóru sjálvandi eisini við á
tíðindafundinum í morgun
Mynd: Jens Kristian Vang
Í kirkju í Dali aftur sunnudagin
Sunnudagin verður aftur farið í kirkju í Dali. Kirkjan hevur verið undir
umvæling síðani á nýggjárinum Alt er tikið innan úr kirkjuni, klædningurin
innan er skiftur, bríkarnar eru polstraðar, ljósviðurskiftini eru bøtt, og kirkjan
er málað innan av nýggjum. Eisini er rampa gjørd soleiðis, at fólk í koyristóli
sleppa í kirkju, og bygt er upp í kirkjuna til wc til brekað. Farið verður í kirkju
kl 12 sunnudagin, har Hans Jacobsen Joensen, fráfarandi biskupur prædikar.
Síðani bjóðar kirkjuráðið kirkjufólkinum til døgurða í Eiriksgarði. Kl 16
verður aftur gudstænasta við altargangi, og verður tað Jákup Reinert Hansen,
sóknarprestur, sum prædikar. Kirkjan í Dali fyllir eisini 50 ár í ár.