hósdagur 15. november 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 222 - 15. november 2007
Ungmannafelagshúsið
var á tremur, tá
allir spíssarnir
innan samferðslu
í Føroyum vóru í
Nólsoy í gjárkvøldið
og kunnaðu um nýtt
strandfaraskip til
leiðina
SAMFERÐSLA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Síðani tosið um nýggjan
flogvøll - og seliga møgu-
leikin við at leggja ein slík-
an úti á Borðuni í Nólsoy -
tók seg upp, síggja nógvir
nólsoyingar fyri sær í ond-
ini, at ein undirsjóvartunnil
liggur ikki so langt frammi
í tíðini.
Tryggari og meiri jarð-
bundin er tó ætlanin um
eina nýggja ferju á nólsoyar-
leiðini, og tað var í ørind-
unum at kunna um hesa, at
leiðslan á Strandferðsluni
og landsstýrismenninir í
bæði samferðslu- og havna-
málum vóru í Nólsoy í gjár-
kvøldið.
Tað er danska skipstekn-
arafyritøkan Alpha Ship
Design, sum hevur gjørt
hetta fyrsta uppskotið um
nýggja Ritu til nólsoyarleið-
ina. Hendan sama fyritøkan
hevur eisini verið við til at
tekna nýggja Smyril og
Teistan, so Strandferðslan
hevur drúgvar og góðar
royndir við hesari fyritøk-
uni.
Danirnir løgdu fyri við at
greiða frá um uppskotið,
teir høvdu teknað, út frá
teimum fyritreytum og krøv-
um, ið skipsbygging og
ynskir annars um eitt slíkt
skip setur.
Í stuttum kann nevnast, at
ynski um nýggja nólsoyar-
ferju leggur upp til, at hend-
an skal kunna taka eini 200
ferðafólk, skal kunna føra
tveir lansbilar og vandamikil
evni, og hartil skal skipið
byggjast soleiðis, at hædd
verður tikin fyri alternativ-
um brennievni so sum bio-
gassi ella brint. Í heila tikið
verður skipið bygt við
størsta atliti fyri umhvørvin-
um.
Veður og vindur
Um sjálva innrættingina og
útsjóndina
av
skipinum
skulu vit venda aftur í blað-
num í morgin. Men nólsoy-
ingar vóru rættiliga upptikn-
ir av, at Ritan hevur tænt
bygdarfólkinum trúliga og
væl í 35 ár, og tí er tað eitt
náttúrligt ynski, at ein nýggj
Rita ikki lækkar um tæn-
astustøðið og regularitetin.
Tosað var dúgliga aftur
og fram um, antin skipið í
uppskotinum var ov høgt
ella ikki, og um tað fór at
taka ov nógvan vind á seg
ella ikki. Ein stórur partur
av kjakinum gekk upp á,
antin tað nú var neyðugt at
nýggja skipið kundi taka
tveir stórar lastbilar, og um
tað ikki var møguligt at
minka um hæddina á skipin-
um við at umkonstruera eitt
sindur, so nýggja Ritan í
staðin bert tók ein lastbil.
Eitt annað evni, ið summi
av fundarfólkunum gingu
høgt upp í var, at skipið var
so róligt í sjónum sum gjør-
ligt. Við øðrum orðum, at
tað skuldi rulla sum minst.
Í hesum sambandi varð
nógv tosað um sonevndu
barlasttangarnar, sum sam-
bært serfrøðingunum gera
ein avgerandi mun, tá talan
er um rull umborð á skip-
um.
Í mongum lutum kann
nýggja nólsoyarferjan sam-
metast við Teistan. Havnar-
viðurskiftini eru heldur ikki
ólík í Nólsoy frá teimum í
Skopun og á Gomlurætt, og
Skopunarfjørður er minst
líka ótespiligur á vetrartíð
sum Nólsoyarfjørður er.
Á fundinum varð upplýst,
at tað kemur næstan ikki
fyri, at Teistin avlýsir ein
túr, og sama er galdandi
fyri verandi Ritu á nólsoyar-
leiðini. Og tá nýggja nóls-
oyarskipið í mangar mátar
líkist Teistanum, átti tað
ikki at ávirka avlýsingarnar
skeiva vegin.
Kemur í 2009
Tað er Innlendismálaráðið,
ið varðar av Strandfaraskip-
um Landsins, og tí var tað
náttúrligt, at Jacob Vester-
gaard var við úti í Nólsoy í
gjárkvøldið. Hann greiddi
eisini stutt frá politisku
gongdini í málinum og
segði, at tað í ár eru avsettar
fýra milliónir krónur til pro-
jektering av nýggjum nóls-
oyarskipi.
Hann upplýsti annars, at
útbjóðingartilfarið eftir ætl-
an skuldi verða klárt um árs-
skiftið, og síðani ganga
nakrir mánaðir, áðrenn klárt
verður at skriva undir ein
sáttmála. Men tá hesin er
undirskrivaður, fer at ganga
áleið eitt ár, til skipið er
bygt. Tíðarætlanin sær tí út
til at eita miðan ella seinna-
partin av 2009. Men tað
krevur sjálvandi, at løgting-
ið játtar neyðuga peningin,
nakað sum Jacob Vester-
gaard kortini ikki ivast í.
Ein slík ætlan krevur tó,
at atløguviðurskiftini eru í
lagi, og har kemur so Lands-
verk inn í myndina. Og
Landsverki varðar Vinu-
málaráðið og harvið Bjarni
Djurholm av. Hann var eis-
ini við á fundinum í gjár-
kvøldið, og hann greiddi
eitt sindur frá ætlanunum
við havnarlagnum úti í Nóls-
oy.
Har eru longu ætlanir at
kanna dýpið í innsiglingini,
sum menn longu vita er í
minna lagið. Bjarni Djur-
holm upplýsti, at tað liggur
ein umsókn í Fíggjarnevnd-
ini um eina millión krónur
til kanningar og dýpan av
havnarlagnum í Nólsoy,
men hendan umsóknin er
ikki avgreidd enn, hóast
hon hevur ligið í Fíggjar-
nevndini í fleiri mánaðir.
Tað verður sjálvandi neyð-
ugt at gera atløgubryggju í
Nólsoy, men av tí at Nólsoy
hevur lagt saman við Havn-
ini, er tað nú Tórshavnar
Havn, sum er byggiharri, tá
havnaarbeiði verður gjørt í
Nólsoy, og tað avmarkar
játtanarmøguleikarnar hjá
Vinnumálaráðnum.
Havnameistarin hjá Tórs-
havnar Kommunu, Jónsvein
Lamhauge, var eisini við á
fundinum, men tað var
meiri sum eygleiðari, sam-
bært honum sjálvum.
Fundurin var sum heild
positivur, og so væl lands-
stýrismenn sum Strand-
ferðsluleiðsla
hildu
seg
hava fingið nøkur góð
»input« við sær aftur til
Havnar í gjárkvøldið.
Stórur
áhugi fyri
nólsoyar-
skipi
Royndarhúsið var mest sum á tremur av áhugaðum nólsoyingum til kunningarfundin í gjárkvøldið
Leiðslan á Strandferðsluni var mest sum øll við á fundinum saman við báðum viðkomandi
landsstýrismonnunum. Her sita frá vinstru Jan Haldansen, leiðari av sjódeildini hjá SL,
Bogi Mortensen, leiðari av samferðsludeildini, Bjarni Djurholm, Vinumálaráðharri og Jacob
Vestergaard, Innlendismálaráðharri
Regin Vágadal, stjóri á
Strandferðsluni, var sjálvandi
eisini við á fundinum
Gávukekkar frá Kiwanis
Mikudagin 15. november handaði felagsskapurin Kiwanis Tórshavn tveir gávukekkar til ávikavist
Kvinnuhúsið í Havn og sjálvhjálparbólkin Berin, sum er ein bólkur fyri foreldur, ið hava mist børn.
Kekkarnir vóru báðir upp á 30.000 krónur hvør. Kiwanis er ein altjóða felagsskapur, sum arbeiðir fyri
at hjálpa fólkum í neyð. Felagið hevur eisini sum endamál at hjálpa fólki í nærumhvørvinum, og serliga
børnum. Felagsskapurin er politiskt og átrúnaðarliga óheftur. Kiwanis er eitt gamalt orð, sum stavar frá
indianarunum í Norðuramerika, og merkir tað at lyfta í felag.
Gávukekkarnir handaðir, f.v.: Elin Reinert Planck og Eyrith Guttesen-Leyni frá Kvinnuhúsinum, Zacharias R.
Jacobsen frá Kiwanis Tórshavn, Anna Dalsgaard og Jóngerð Poulsen frá sjálvhjálparbólkinum Berin
Mynd: Sámal Bláhamar