Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 222 - 15. november 2007 Fiskaterminalur í Skagen Skagen er hin seinasti av teimum stóru donsku fiskivinnubýunum, sum ikki hevur eina nýggja uppboðssøluhøll. Men nú verður hond eisini tikin um at nútímansgera móttøku og uppboðssøluviðurskiftini í Skagen, so hesi svara til nýggju krøvini fyri slíkum virksemi. Býurin er nevniliga hin seinasti av stóru donsku fiskivinnubýunum, sum ikki hevur dagførdan samlisentral. Ætlanin er, at byggingin, sum væntandi fer at kosta einar 13,9 miljónir krónur, skal standa liðug og klár at taka í nýtslu í komandi ári. Hevði løgtingsval verið nú, hevði samgongan varðveitt trygga meirilutan upp á 21 tinglimir. Miðflokkurin fær nógv størstu framgongdina og fær tríggjar tinglimir VELJARKANNING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Veljarakanningin varð gjørd sunnudagin, samstundis sum veljarakanningin til fólkatingsvalið varð gjørd, og í kanningini vóru somu fólk spurd, hvussu tey høvdu valt til fólkatingsvalið og til løgtingsvalið. Úrslitið vísir, at fólka­ tingsval og løgtingsval kunnu yvirhøvur ikki sam­ anberast, tí tað er rættiliga stórur munur á, hvar fólk seta krossin á fólkatingsvali og á løgtinmgsvali. Á fólkatingsvalinum var Tjóðveldið størsti flokkur við 25,5% av atkvøðunum og Sambandsflokkurin næst­ størstur við 23,5% av at­ kvøðunum. Hevði løgtingsval verið nú, hevði Sambandsflokk­ urin verið størsti flokkur við 23,8% av atkvøðunum, og hann hevði sostatt fingið enn fleiri atkvøður enn á fólkatingsvalinum. Tjóð­ veldið hevði framvegis ver­ ið næststørsti flokkur, men á løgtingsvalinum hevði hann bara fingið 21,9% av atkvøðunum, og tað er nógv minni enn á fólkatingsvali­ num. Men samstundis vísir hetta, at tað er ikki hald í páhaldinum um, at tað er torført at fáa veljararnar hjá Tjóðveldinum upp úr sofuni á fólkatingsvali, tí í prosent­ um fær flokkurin nógv fleiri atkvøður á fólkatings­ vali enn hann fær á løgtings­ vali. Hinvegin kann úrslitið vera ein ábending um, at tað er hald í páhaldinum um, at fólkatingsvalið er ein polarisering ímillum loysing og samband, og at tjóðveldisveljarar fara mannsterkir á val til fólka­ ting. So hóast tað vísir seg, at hinir báðir samgonguflokk­ arnir ganga aftur, varðveitir samgongan kortini ein tryggan meiriluta við 62,8% av atkvøðunum. Men kanningin vísir eis­ ini, at tann heilt stóri sigurs­ harrin verður Miðflokkurin, tí hjá honum hevði atkvøðu­ talið verið meiri enn tvífald­ að, hevði løgtingsval verið nú. Hinvegin stendur Sjálv­ stýrisflokkurin mestsum í stað. Smáar forskjótingar Annars vísir kanningin, at tað vera ikki stórvegis for­ skjótingar í tingmannabýt­ inum ímillum teir ymsu flokkarnar. Tó skal havast í huga, at á næsta løgtingsvali verða 33 tinglimir, ella ein fleiri enn tað eru nú. Og veljarakanningin vís­ ir, at var val nú, høvdu Sam­ bandsflokkurin og Mið­ flokkurin fingið hvør sín tinglim afturat. Fólkaflokk­ urin hevði mist ein tinglim, og annars er støðan óbroytt í Javnaðarflokkinum, Tjóð­ veldinum og Sjálvstýris­ flokkinum. Tó skal viðmerkjast, at á seinasta vali fekk Tjóðveldið átta tinglimir, men síðani fór Karsten Hansen úr flokk­ inum upp í Miðflokkinum og sostatt hevur Tjóðveldið sjey tinglimir í løtuni. Men feskasta veljarakann­ ingin vísir, at Tjóðveldið vinnur tann áttanda tinglim­ in aftur. Eingin broyting á tingi 23,7 21,8 4,6 21,7 5,2 2,4 18,9 23,8 20,1 4,8 21,9 10,5 0,0 20,6 0,0 5,0 10,0 15,0 20,0 25,0 30,0 Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javna_arflokkurin Sjálvst_risflokkurin Tjó_veldisflokkurin Mi_flokkurin Hin stuttligi flokkurin Prosent Val januar 2004 Kanning november 2007 Løgtingsval jan. ´04 Kanning november 2007 Í mun til seinasta val Tingmannabýti við seinasta val Tingmannatal í kanning Broyting í tingmannatali Fólkaflokkurin 20,6 18,9 -1,7 7 6 -1 Sambandsflokkurin 23,7 23,8 0,2 7 8 1 Javnaðarflokkurin 21,8 20,1 -1,7 7 7 0 Sjálvstýrisflokkurin 4,6 4,8 0,2 1 1 0 Tjóðveldisflokkurin 21,7 21,9 0,1 8 8 0 Miðflokkurin 5,2 10,5 5,3 2 3 1 Hin stuttligi flokkurin 2,4 0,0 -2,4 0 0 0 Tilsamans 100,0 100,0 32 33 558 veljarar svaraðu í kanning, gjørd sunnudagin 11. november Tá tey vórðu spurd um val av flokki, svaraðu - at tey ætlaðu at svara blankt 0,4 % - at tey ikki ætlaðu at velja 1,6 % - at tey høvdu ikki tikið støðu til hetta. 9,5 % Viðmerkingar: 1) Upptalt eftir d'Hondt, tvs. við divisorunum 1,2,3,4,5 osfr. 2) 3 % brúkt sum tinggátt. Hevði løgrtingsval verið nú, høvdu Sambandið og Tjóðveldið verðið størsti flokkur, men stóri sigursharrin verður Miðflokkurin, vísir ein fesk veljarakanning