Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 222 - 15. november 2007 Magni Blástein, sum veitir havfisk­ ingartænastur til ferðafólk, segði í síni framløgu á vistferða­ ráðstevnuni, at ein bátur, sum fiskar og selur fiskin fyri 600.000 krónur, kann tjena upp til heilar 3,6 miljónir krónur fyri júst somu nøgd av fiski. Hetta letur seg gera, um fiskurin verður veiddur saman við ferðafólki og sleptur út aftur. Tá svimur fiskurin enn í havinum og kann fiskast umaftur og umaftur, umframt at fiskastovnarnir tá ikki verða ovfiskaðir Vistferða­ ráðsteVna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinasta leygardag var ráð­ stevna í Norðurlandahúsin­ um um vistferðavinnu, har altjóða serfrøðingar á øki­ num luttóku við áhugaverd­ um fyrilestrum. Ráðstevnan vísti eitt nú, hvussu góðar møguleikar, vit hava í Føroyum fyri eini burðardyggari vistferðavin­ nu ­ um vit bera okkum rætt at. Vinnan misskilti Elin Heinesen, stjóri í Sam­ Vit, heldur, at fokus eigur at verða sett á tað, sum var ein av týdningarmestu nið­ urstøðunum á hesi sera væl­ eydnaðu ráðstevnu. ­ Eg haldi, at vit eiga at seta fokus á, hvussu týdn­ ingarmikið tað er, at øll ­ bæði í vinnuni og í tí almen­ na ­ nú samstarva um at fyrireika Føroyar til eitt vaksandi tal av (vist)ferðafólki, sum fara at koma henda vegin. Leygardagin, sum ráð­ stevnan varð hildin í Norð­ urlandahúsinum, hevði útvarp­ið samrøðu við Elin um ráðstevnuna. Samrøðan varð send í tíðindunum klokkan 18, og brot vórðu send aftur sunnudagin eftir. Í p­ráti um niðurstøðurnar segði Elin Heinesen, at Nati­ onal Geograp­hic kanningin er eitt “wake up­ call”. Hon segði eisini, at vit í Føroyum á nøkrum økjum ikki kunnu liva up­p­ til tey krøv, ið verða sett til okkara. ­ Vit eru ikki nóg væl fyri­ reikað til at taka ímóti tí hóp­i av ferðafólki, sum kanska fer at koma henda vegin, nú vit hava fingið so gott skoðsmál í National Geograp­hic Traveller. Stjórin í SamVit vísti á, at vandi kann vera fyri, at vitjandi tí kunnu gerast vón­ brotin, tá tey koma henda vegin. ­ Eg standi við hesa við­ merking, men sæð í øðrum høp­i, enn onkur hevur skilt hetta. Tað, eg hugsaði um, er føroyska náttúran, ið eg haldi, at vit ikki verja nóg væl sum er. Eg skilji, at onk­ ur hevur misskilt og heldur, at eg fanst at tænastustøði­ num í ferðavinnuni sum heild, men eg tosaði í hesum førinum als ikki um tænas­ tustøðið, sigur Elin. Í Dimmalætting hava úttalilsini hjá stjóranum í SamVit verið løgd fram, sum um hon serliga fanst at tænastustøðinum á gisting­ arhúsunum og matstovu­ num. ­ Nei, tað var ikki hetta virksemi, eg hugsaði um og sip­aði til, leggur Elin Heine­ sen dent á. Hon vónar tískil ikki, at góða samstarvið millum gistingarhús, matstovur og SamVit verður skatt av hesi misskiljing. ­ Eg havi sjálvsagt ongan áhuga í at leggja sjógv ímill­ um okkum og tey, sum vit skulu tæna, sigur hon og Mugu fyrireika okkum - Vit mugu hava neyvar reglur fyri frítíðarfisking, sum tryggja bæði náttúruna og vinnuna, ið skal liva av at veita frítíðarfisking til ferðafólk. Vit mugu gera, hvat vit kunnu fyri at byggja upp einari burðardyggari ferðavinnu sum heild – eini vinnu, sum er við til at varðveita tey ómetaligu virði, ið kunnu “selja” Føroyar úti í heimi, soleiðis at vit eisini í framtíðini kunnu liva av hesum virðum í ferðavinnuni, sigur Elin Heinesen, stjóri í SamVit Kunning um einskiljingina Nú Atlantic Airways skal einskiljast – fyrsti triðingurin verður boðin út í komandi viku – eru ivaleyst fleiri, sum hava sp­urningar av ymsum slag, áðrenn p­eningur verður settur í p­artabrævið.Kunnandi fundur um hetta verður í Norðurlandahúsinum klokkan 17 í dag, og er tiltakið op­ið fyri øllum áhugaðum. Byggja raðhús á Toftum Nú verður farið undir at byggja raðhús á Toftum. Talan er um eina verkætlan við fimm raðhúsum á Kvíggjarheyggi á Toftum. Farið verður undir byggingina síðst í ár og eftir ætlan verða húsini liðug tíðliga í 2008. Hvørt hús kostar slaka 1,5 millión og tey verða innrættað við gongd, vesi, baðirúmi, køki og stovu í einum eini stórari stovu, fýra kømurum, kjallara og fýrrúmi, sigur Nes Kommuna á síni heimasíðu