hósdagur 15. november 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 222 - 15. november 2007
til stóru innrásina
harmast hesa misskiljing.
Lógir og reglugerðir
Elin Heinesen sigur, at hon
í samrøðuni vildi gera vart
við, at vit í Føroyum á ein
hátt vórðu tikin á bóli, tá
Føroyar herfyri gjørdust
oyggjaland nummar eitt -
og at vit (les: okkara náttú-
ra) kanska ikki eru nóg væl
fyrireikað til at taka ímóti
so nógvum fólki í senn.
- Eg setti soleiðis spurnar-
tekin við, um vit eru til reið-
ar at møta teimum krøvum
til vistfrøðilig og umhvørvis-
lig viðurskifti í landinum
sum heild - krøvum, sum
helst fara at koma uttanífrá
eftir National Geographic
kanningina.
Hon sigur, at tað í hesum
sambandi serliga er vist-
ferðafólkini, hon hugsar
um, sum í framtíðini vænt-
andi fara at gerast fleiri og
fleiri.
- Tá ið (vist)ferðafólk í
veksandi tali fara at koma
higar, kunnu tey gerast vón-
brotin av okkum, um vit
ikki gera nakað við náttúru-
verndina skjótt.
Elin sigur, at soleiðis,
sum støðan er, hava vit fáar
lógir og reglugerðir, sum
eitt nú skulu verja náttúru
okkara móti eini størri inn-
rás av ferðafólki.
- Tað stendur einum og
hvørjum frítt at ganga alla-
staðni í náttúruni og taka
ella oyðileggja plantulív og
órógva fugl og fæ. Tað eru
heldur ongar lógir ella regl-
ur, sum byrgja uppfyri, at
ein og hvør ferðamaður ella
ferðakvinna kann fara út at
fiska so nógv, teimum lyst-
ir. Her er einki skipað eftir-
lit og einki krav um reinsan
av útgerð, soleiðis at skjótt
kann vera at spreiða oyði-
leggjandi sjúkur.
Hon sigur, at Føroyar
hava heldur eingi náttúruøki,
ið eitt nú eru friðað sum
tjóðargarðar eftir altjóða
reglum, eins og tey hava
nógva aðrastaðni.
- Hesi viðurskifti minka
um virðið hjá okkum sum
ferðamannaland í eygunum
hjá vistferðafólkunum, ið
júst eru tey fólkini, sum
leggja flest pengar eftir seg
og hava mest virðing fyri
náttúru og mentan. Tað eru
tí hesi, sum vit eiga at legg-
ja okkum eftir at fáa henda
vegin, leggur Elin aftrat.
Hon heldur, at um ein
nógv størri mongd av ferða-
fólki nú fer at koma henda
vegin orsaka av nógvu
umrøðuni, Føroyar fáa í hes-
um døgum, kunnu tey eisini
skjótt koma til at oyðileggja
tað virðismikla tilfeingi, vit
hava at bjóða, um vit ikki
ansa eftir - og tá kann tað
vera so skjótt, at júst tað,
sum ferðafólkini koma hig-
ar eftir, er horvið ella oyði-
lagt!
- Vit hava sæð, at slíkt er
hent nógva aðrastaðni, tí
tey ikki fyrireikaðu seg, og
tað er syrgiligt, tá ið høvið
var har. Eg vildi við mínum
orðum ávara um, at vit her í
Føroyum ikki gera somu
mistøk sum onnur. Vit hava
tíbetur møguleika fyri at
gera tað betri og fyrireika
okkum - áðrenn ta stóru
innrásina, sigur Elin.
Hon heitir tí á myndug-
leikarnar, almennu fyrisit-
ingina og vinnuna um at
standa saman og gera nakað
skjótt – og sjálvandi vil
SamVit verða ein virkis
partur í øllum hesum.
- Vit mugu seta orku og
pening av til arbeiði at fyri-
reika okkum til at fáa fleiri
ferðafólk, so vit fáa sum
best burturúr. Vit eru noydd
sum skjótast at gera lógir
og reglur sum verja okkara
náttúru, leggur Elin aftrat.
Varðveita virðini
- Vit mugu hava nógv størri
kunnleika til, hvat tað er
fyri
náttúrutilfeingi,
vit
hava í Føroyum - og hvussu
vit verja tað. Tað er júst het-
ta tilfeingið, sum onnur
hava áhuga fyri at koma hig-
ar at uppliva.
Hon sigur, at vit eitt nú
mugu hava betri hagtøl um
fuglasløg og plantusløg, vit
mugu avmerkja hagagøtur,
laga varðar, seta skelti upp
og upplýsa, so fremmanda-
fólk vita, hvar tey skulu gan-
ga, og hvussu tey skulu
bera seg at í náttúruni.
- Vit mugu eisini hava
neyvar reglur fyri frítíðar-
fisking, sum tryggja bæði
náttúru og vinnuna, ið skal
liva av at veita frítíðarfisking
til ferðafólk. Vit mugu gera,
hvat vit kunnu fyri at byggja
upp einari burðardyggari
ferðavinnu sum heild – eini
vinnu, sum er við til at varð-
vei-ta tey ómetaligu virði,
ið kunnu “selja” Føroyar
úti í heimi, soleiðis at vit
eisini í framtíðini kunnu
liva av hesum virðum í
ferðavinnuni.
Elin vísir á, at vit hava
ein sera góðan møguleika
fyri, at ferðavinna veruliga
kann gerast ein týðandi vin-
na í Føroyum – ein møgulei-
ki, sum vit ikki mugu lata
fara aftur við borðinum.
Hon sigur, at Magni Blá-
stein, sum veitir havfisking-
artænastur til ferðafólk, í
síni framløgu á ráðstevnuni
vísti á, at ein bátur, ið fiskar
og selur fiskin fyri 600.000
krónur, kann tjena upp til
heilar 3,6 miljónir krónur
fyri júst somu nøgd av fiski,
um fiskurin verður veiddur
saman við ferðafólki og
sleptur út aftur.
- Tá svimur fiskurin enn í
havinum og kann fiskast
umaftur
og
umaftur,
umframt at stovnarnir ikki
verða ovfiskaðir.
Tí setir Elin viðkomandi
spurningin.
- Hvørjum bíða vit eft-
ir?!
Hon segði, at SamVit er
farið í holt við at leggja
eina langtíðarstrategi fyri
ferðavinnu í samstarvi við
vinnuna, umhvørvisstovnar,
felagsskapir og almennu
fyrisitingina fyri at tryggja,
at vit fáa sum best burturúr
ferðavinnuni uttan at oyði-
leggja tilfeingið, sum ferða-
vinnan byggir á.
- Hetta var høvuðsenda-
málið hjá mær, og eg vóni,
at vinnan samd við mær í
hesum. Eg kann bara heita
á fólk í vinnuni um heldur
at hyggja at tí, sum veruliga
hevur týdning. Samstarv er
vegurin fram – og ikki mis-
skiljingar millum tey, sum
mugu samstarva fyri at gera
vinnuna betri føra fyri teirri
avbjóðing, ið liggur fyri
framman. Uppgávan hjá
mær er sjálvandi ikki at sáa
split, men heldur at byggja
brýr. SamVit hevur ongan
annan áhuga enn at tæna
vinnuni í Føroyum, og
soleiðis eisini at samstarva
við gistingarhús og matstov-
ur - øllum at gagni, sigur
hon.
Elin sigur, at SamVit fyri-
reikaði ráðstevnuna um vist-
ferðavinnu fyri at vísa á,
hví tað er skilagott - eisini
fyri pengapungin - at upp-
byggja eina burðardygga
ferðavinnu í Føroyum.
Stjórin í SamVit sigur
seg vóna at fáa eitt gott og
íblásandi samstarv millum
viðkomandi partar framyvir
um at menna føroysku ferða-
vinnuna tann vistfrøðiliga
og burðardygga vegin til
gagns fyri náttúru, mentan
og ikki minst fyri tey vitj-
andi og okkum í Føroyum,
ið eru vertir hjá útlendsku
gestunum.
- Um onkur hevur onkran
spurning, onkra viðmerking
ella onkur góð hugskot í
hesum sambandi, eru tey
altíð vælkomin til at venda
sær til okkum í SamViti,
sigur Elin Heinesen, stjóri.
Feðgar á Fólkatingi
Radikalu tinglimirnir Niels og Morten Helveg
Petersen er ikki teir einastu feðgarnir í
Fólkatinginum longur. Á valinum fyrradagin
vórðu feðgarnir Klaus og Nick Hækkerup valdir á
sosialdemokratiska listanum á Norðursælandi.
Klaus Hækkerup sat í Fólkatinginum undan
valinum, meðan sonurin var borgarstjóri í
Hillerød kommunu. Feðgarnir eru samdir um
nógv, men teir eru ósamdir um donsku luttøkuna í
krígnum í Afghanistan.
Kravdu betri barnakor
Umleið 1.000 fólk gingu í gjár kravgongu í Nuuk,
har tey kravdu, at politikararnir skulu taka neyðug
stig fyri at bøta um korini hjá grønlendskum
børnum. Fyrireikararnir fegnaðust um, at landsstýrið
hevur skipað fyri einum upplýsandi átaki, men
gjørdu vart við, at tað er ikki nóg mikið. Í sambandi
við kravgonguna fingu landsstýrið og Nuuk
kommuna 3.445 undirskrivtir frá fólki, sum kravdu,
at grønlendsk børn skulu hava eitt betri lív enn nú.
Magni Blástein, sum veitir
havfiskingartænastur til
ferðafólk, segði í síni framløgu
á ráðstevnuni, at ein bátur,
ið fiskar og selur fiskin fyri
600.000 krónur, kann tjena
upp til heilar 3,6 miljónir
krónur fyri júst somu
nøgd av fiski, um fiskurin
verður veiddur saman við
ferðafólki og sleptur út aftur.
- Tá svimur fiskurin enn
í havinum og kann fiskast
umaftur og umaftur, segði
hann Mynd: Vilmund
Jacobsen