hósdagur 15. november 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
viðmerkingar
Nr. 212 - 1. november 2007
Samgongan held
ur fram. Javnaðar
flokkurin varðveitir
løgmann, Sambands
flokkurin fær tríggjar
landsstýrismenn,
formannin í fíggjar
nevndini og løgtings
formannin, sum
verður Alfred Olsen
ANALYSA
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Vit hava í blaðnum í gjár
roynt at mannað løgtingið
út frá fólkatingsvalinum.
Hetta er rættiliga áhuga
vert – og stuttligt soleiðis
reint matematiskt. Men
veruleikin er kortini tann,
at fólk velja ikki á sama
hátt til løgtingsval sum til
fólkatingsval.
Í blaðnum í gjár analyser
aði Jan Müller møguleikan,
at Sambandsflokkurin og
Tjóðveldið kunnu fáa rein
an meirluta – og harvið
skipa samgongu eftir
løgtingsvalið komandi.
Býtið millum teir stóru
flokkarnar var rættiliga
javnt. Fólkaflokkurin og
Javnaðarflokkurin sjey
umboð og Sambandsflokk
urin og Tjóðveldið átta
umboð.
Hetta er myndin, so sum
hon hevur verið, síðani
Javnaðarflokkurin, Fólka
flokkurin og serliga Tjóð
veldið komu fyri seg eftir
kreppuna, sum fór serliga
illa við Javnaðarflokkinum
og Tjóðveldinum.
Tað var nýggja Tjóðveld
ið hjá Høgna Hoydal –
fyrst sum skipað loysing,
síðani sum fullveldi – sum
gav Tjóðveldisflokkinum
vind í seglini. Onkur helt,
at hetta var eitt upplop,
men tað vísir seg kortini, at
flokkurin heldur støðuna,
nú nærum tíggju ár eru
liðin, hóast flokkurin varð
settur á eitt síðuspor fyri
síðsta løgtingsval.
Í Føroyum kenna vit ikki
til blokkpolitikkin, sum er
so greiður í øðrum lond
um. Sagt verður, at tað er
tjóðskaparliga tvístøðan,
sum er orsøkin – kanska
tað heldur er politiska
tilvitskan, sum ikki er á
sama støði í Føroyum?
Tað hevði annars verið
áhugavert, um vit framman
undan einum løgtingsvali
kundu vitað, hvørjum
flokkum ”okkara flokkur”
fór at samstarva við – og at
løgmansevnini vóru greið
frammanundan.
Neyvan
tvíflokkasamgonga
Spurningurin um eina
tvíflokkasamgongu kann
sjálvandi gerast aktuellur,
um nú Tjóðveldið og
Sambandsflokkurin fáa ta
framgongd, sum onkur vil
spáa. Men vit eiga at geva
gætur, at Tjóðveldið onga
framgongd hevði til hetta
valið – men stóð í stað á
25,4%. Hetta tykist at vera
magiska markið hjá Tjóð
veldisflokkinum – og tað
hevur víst seg, at meðan
flokkurin klárar at mobil
isera til eitt fólkatingsval,
so stendur á til løgtingsval,
t. d. við síðsta løgtingsval,
tá flokkurin ”bara” fekk
21,7% og var aftan fyri
bæði Sambandsflokkin og
Javnaðarflokkin. Hesaferð
gekk Sambandsflokkurin
2,1% fram.
Tað kann lættliga henda
til komandi løgtingsval, at
eingin av teimum stóru
flokkunum stingur seg
serliga fram um nakran
annan.
Tað er ein tingsessur
meira at stríðast um, nú
tingmannatalið er hækkað
til 33. Hendan sessin fekk
Javnaðarflokkurin, um vit
brúka fólkatingsvalið sum
veljarakanning. Um ting
mannatalið varð óbroytt, so
fekk Javnaðarflokkurin
bara seks tingsessir, og tað
eigur at geva løgmanni og
hansara fólki stoff til
eftirtanka.
Vit eiga eisini at hava í
huga, at stóra framgongdin
hjá Miðflokkinum lættliga
kann gerast enn størri til
løgtingsvalið, og tann triði
tingmaðurin hjá teimum
má so takast frá einum av
teimum stóru. Sum støðan
var við fólkatingsvalið, er
tað síðst valdi hjá
Javnaðarflokkinum, sum
stendur uttast – men ein
flyting upp á 12 atkvøður
frá Fólkaflokkinum kann
broyta hetta.
Sitandi løgmaður hevur
góða posisjón
Hinvegin, so stendur løg
maður á ein hátt kortini
sterkur eftir eitt komandi
løgtingsval, um úrslitið lík
ist hesum fólkatingsvali
num. Løgmaður er eisini
løgmaður aftan á valið, og
um hann framvegis hevur
meirilutan aftan fyri seg –
og flokkarnir eru sinnaðir
at halda fram, so gera teir
tað. Tað er ikki neyðugt
við nøkrum samráðingar
umfari, og vit eru komin
frá tí, at størsti flokkurin
altíð eigur initiativið. Hetta
er júst tað, sum hendir í
Danmark í hesum døgum,
har Andres Fogh Rasmus
sen kann halda fram, tí
hann varðveitti meirilutan.
Vilja flokkarnir halda fram
– men fara at stríðast um
løgmanssessin, so kann
løgmaður gera onkra fintu,
so annaðhvørt Sambands
flokkurin ella Fólkaflokk
urin endar úti í andstøðu
kuldanum. Her kann ein
taktiskur sitandi løgmaður
vinna nógv, hóast hann
kanska ikki er komin ser
liga væl burtur úr einum
løgtingsvali. Í øllum førum
kunnu vit taka sum givið,
at samgongan framvegis
hevur ein trivaligan meiri
luta á tingi eftir komandi
løgtingsval.
Misjavnt hvussu
floksskifti hepnaðust
Hjá teimum smáu flokku
num var tað serliga Kar
sten Hansen, sum var
áhugaverdur. Floksskiftið
úr Tjóðveldinum í Mið
flokkin hevur styrkt hann
somikið, at hann uttan iva
verður valdur á komandi
løgtingsvali. Tað er eisini
sera heppið fyri hann, at
Føroyar eru vorðnar eitt
valdømi, tí hann hevði
valla klárað ein umdømis
valdan tingsess í Norð
oyggjum – men fær nógv
meira burtur úr kring alt
landið. Miðflokkurin kann
rokna við at vinna triðja
mannin – annars verður tað
Bill Justinussen – ella
kanska Jenis av Rana, sum
má lúta.
Tað var taktiskt ikki so
smart hjá Kára P. Højgaard,
at hann ikki stillaði upp til
fólkatingsvalið. Úrslitið
kann lættliga gerast, at tað
verður Kári á Rógvi, sum
fer av stað við tingsessi
num, og lítið bendir á, at
Sjálvstýrisflokkurin fær
fleiri sessir – men eitt lítið
frábrigdi kann broyta hetta.
Floksskiftið hjá Rúnu
Sivertsen var nokk ikki so
heppið. Tvær týðandi fyri
treytir hjá henni í Fólka
flokkinum eru broyttar:
Jógvan við Keldu stillar
ikki upp, og Føroyar eru
vorðnar eitt valdømi. Hon
fekk 145 atkvøður hesa
ferð, og tað er nokk til eitt
10. pláss, um tað var á
fólkaflokslistanum – og tað
hevði givið henni ein
tingsess, tí tríggir, sum eru
framman fyri hana, sita í
landsstýrinum, so her kann
man tosa um ein
boomerang.
Høgni slapp av við Tobba
Tað er kortini nógv í hes
um fólkatingsvalinum, sum
gevur flokkunum nógv at
hugsa um.
Høgni Hoydal stendur
sterkari sum leiðari fyri
hvørt val – har er eingin, ið
hóttir hann. Tórbjørn
Jacobsen fór langt aftur í
røðini, og tað er heppið
fyri Høgna Hoydal – tí tað
skerst ikki burt, at Høgni
Hoydal hevur alla grund til
ikki at hava álit á Tórbjørn
Jacobsen eftir harða og
ósømiliga stríðið teirra
millum fyri góðum tveim
um árum síðani saman við
ymsum øðrum óhepnum
viðurskiftum. Nú er tað
Annita á Fríðriksmørk,
sum er varafólk á fólka
tingi – og tað kann væl
henda, at boð verða eftir
henni.
Jørgen Niclasen livdi
upp til álitið, hóast flokk
urin misti nógv.
Kaj Leo Johannesen er
framvegis ikki komin á
toppin, og tungvektarin
Edmund Joensen, sum varð
frákoyrdur sum floksfor
maður, tykist yvirliva báðar
formenninar, sum hava tik
ið við eftir hann. Tað er ikki
gott fyri sitandi formannin
– hóast hann valla skal væn
ta sær kapping frá Edmundi
um formanssessin.
Profilurin manglar hjá
Javnaðarflokkinum
Javnaðarflokkurin hevur
eisini ein stóran trupulleika
við sínum toppkandidati.
Jóannes Eidesgaard hevur
við tvey tey seinastu fólka
tingsvalini sett met í lágum
atkvøðutali. Vit skulu helst
aftur í fyrru helvt av síðstu
øld fyri at finna eitt høv
uðsvalevni til fólkatingsval
hjá Javnaðarflokkinum,
sum fekk undir 1.000 at
kvøður. Her hjálpir hvørki
formans ella løgmans
effektin – so tað má merkja
okkurt. Tað skal tó sigast,
at Jóannes Eidesgaard
eisini eigur toppmetið í
atkvøðum hjá Javnaðar
flokkinum, 3676 atkvøður,
sum hann fekk, tá hann fall
í 2001.
Kappingarneytarnir hjá
løgmanni, Helena Dam á
Neystabø og John Johanne
ssen mistu eisini atkvøður.
Helena Dam á Neystabø
hevur tó helst fingið fóta
festið í Javnaðarflokkinum
nú, hóast hon hevur havt
og framvegis hevur mót
støðu innanfloks eftir álv
arsliga brotið við Javnað
arflokkin í 1990, tá hon fór
upp í Sjálvstýrisflokkin.
Nógv bendir á, at hon
vinnur ein tingsess til
komandi val.
Sum uttanfyristandandi
eygleiðari kanst tú eftir
lýsa, at flokkarnir leggja
størri orku og størri pro
fessiónalismu í floksappa
ratini. Flokkarnir mugu
geara floksorganisatiónina
til tann veruleikan, sum m.
a. er, at pengar skulu til –
og so mugu valevnini í
størri mun fara út í felag
við einum felags boðskapi
– ella við ávísum greiðum
profilum, sum flokkurin
ynskir at koyra fram. Tað
tykist í stóran mun sum um
hvør koyrir í sínum lag.
Alfred Olsen
løgtingsformaður
Fólkatingsvalið staðfestir,
at kvinnurnar verða frægari
umboðar á tingi – og tað
kann merkja, at vit fara at
hava einar 1012 kvinnur á
tingi eftir løgtingsvalið.
At enda kunnu vit draga
ta niðurstøðu, at tað verður
valla tann stóra broytingin
á komandi løgtingsvali.
Kanska okkurt mandat
flytir millum samgongu
flokkarnar, sum kann gera
Sambandsflokkin til størsta
flokkin – men samgongan
varðveitir uttan iva sín
stóra meiriluta á tingi.
So er spurningurin,
hvussu teir tríggjar flokk
arnir vilja býta ábyrgdar
økini, um teir velja at hal
da fram. Um Javnaðarflokk
urin skal varðveita løg
mann, so verður tað helst
Fólkaflokkurin sum má
lata triðja landsstýrissessin
til Sambandsflokkin, sum
fær tríggjar landsstýris
menn, løgtingsformannin
og kanska formannin í
fíggjarnevndini við. Skulu
vit skjóta, so er Alferd
Olsen eitt boð upp á kom
andi løgtingsformann.
Løgmaður verður sitandi
Um samgonguflokkarnir vilja, so kann samgongan halda fram - eisini við Jóannes Eidesgaard sum løgmanni. Kaj Leo
Johannesen hevur ikki fingið fótafestið sum floksformaður enn - tí verður hann neyvan heldur aktuellur sum løgmaður, hóast
Samhandsflokkurin verður størsti flokkur í samgonguni...
Mynd: Jens Kristian Vang