Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 222 - 15. november 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Í dag, hósdagin tann 15. nov., verður Kirsten Brix seksti. Kirsten er fødd í Give og vaksin upp í Grind­ sted og Give í Jyllandi. Eftir lokið studentsprógv las hon mál á Lærda Háskúlanum í Århus og tók prógv sum cand. mag. við týskum sum høvuðsgrein og donskum sum hjágrein. Hon varð sett í fast starv á Føroya Stu­ dentaskúla og HF­skeiði í 1975. Hon hevur virkað á hesum skúla síðani og hev­ ur sostatt í ár 32 ár á baki sum lektari har. Kirsten fekk tíðliga áhuga fyri føroyskum máli og bók­ mentum og fór í áttatiáru­ num í farnu øld undir at út­ búgva seg í føroyskum. Hon tók prógv í føroyskum máli og bókmentum og legði sostatt eina lærugrein aftrat virkinum sum lektari í týskum og donskum. Hon fór í 1999 undir at lesa før­ oyskt á universitetsstigi og vardi trý ár seinni, í 2002, á Fróðskaparsetri Føroya Ph. D.­ritgerðina Dialog i Babels­tårnet um prosaskald­ skapin hjá Regini í Líð. Umframt at undirvísa á Studentaskúlanum, og í tíð­ arskeiðum á Føroya Lærara­ skúla og á Fróðskaparsetri Føroya, hevur Kirsten al­ mannakunngjørt greinir og ritgerðir um serliga føroysk­ ar bókmentir. Hesir tekstir eru at finna í m.a. Varðan­ um, Fróðs­kaparriti og Frøði, umframt í útlendsk­ um ritum. Hon hevur lagt til rættis bókina Glámlýs­i, 2003, við søgum eftir Regin í Líð og (saman við Heðini M. Klein og Bergljót av Skarði) Fros­trós­una, 1987 og (saman við Svannu Han­ usardóttur) stuttsøgusavnið Slóðir, 1992, sum seinni er uppafturprentað í fleiri nýggjum uppløgum. Kirsten hevur umsett før­ oyskar bókmentir til danskt og týskar og svenskar klass­ ikarar til føroyskt. Nevnd kunnu vera verk sum Dóm­ arin og bøðil hans­ara, 1992, eftir Friedrich Dürren­ matt, Glas­ lækni, 1994, eftir Hjalmar Söderberg, Pilgrimme, 2003, eftir Han­ us Kamban og Blid er den færøs­ke s­ommernat, 1991, tann fyrsta krimiskaldsøgan eftir Jógvan Isaksen. Henn­ ara størsta týðingarverk var bókin J.H.O. Djurhuus­ – en litterær biografi, sum kom út á Odense (Syddansk) Universitetsforlag í 2001. Henda týðing fekk sera góða umrøðu í Danmark. Kirsten hevur eisini týtt og lagt til rættis antologiina En vandhis­torie og andre fær­ øs­ke fortællinger, sum kom út hjá forlagnum Vindrose í 1994. Kirsten var limur í javn­ støðunevndini 1994­2002 og í Mentanargrunni Land­ sins 2002­2004. Hon er gift við rithøvundinum Hanusi Kamban. Tey hava tveir syn­ ir. Kirsten er burturstødd á føðinga rdegnum. Kirsten Brix 60 Andlát og jarðarferðir Olentina Simonsen, fødd Jacobsen, úr Klaks­ vík, andaðist týsdagin 79 ára gomul. Erling Splidt úr Nes­ Vági fer til gravar úr Vágs kirkju fríggjadagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Erling, kunnu lata Føroya felag móti Krabbameini eina pen­ ingagávu. Konta í pen­ ingastovni. Jarðarferðin hjá Guðrið Paulinu Johannesen verður úr kirkjuni í Bryndum, 6715 Esbjerg N fríggjadagin klokkan 13. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður, at kæri sonur mín, bróðir, svágur og gubbi okkara Jørgin Johansen Runavík andaðist leygardagin 10. november, 44 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Glyvra kirkju fríggjadagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Sanny Marjun, Oddbjørg, Ingun og Kristian Tey, ið vilja minnast Jørgin, kunnu lata eina peningagávu til frama fyri ungdómsarbeiði hjá NSÍ, konta í Norðoya Sparikassa. Dagurin 16. november. Otenius. Skrivað skeivt fyri hin halga Otmarus, sum var abbati í kleystrinum St. Gallen í Sveis og doyði í 759. Fríggjadagin 16. november fyllir ein kendur klakksvík­ ingur 100 ár. Kanska tey eldru og miðaldrandi vita hvør hann er, men tað kníp­ ur hjá teimum yngru. Talan er um Jógvan Han­ sen, vanliga nevndur Jógvan hjá Berlinu, er sonur Símun Júst Hansen (úr Mikladali) og Berlinu Samuelsen á Stongunum í Klakksvík. Hagar tey giftust inn hjá Kollfjarðamariu (úr Eldu­ vík), sum var einkja eftir Jógvan Samuelsen (úr Kollafirði) sum sjólætst í 1884. Tey vóru 10 systkin, har Jógvan er tann er triði í røðini. Á lívi eru í dag Turið á Grømma (91 ár), Martin og Daniella (90 ár). Jógvan giftist í 1947 við Hannu úr Ánunum, og búsettist tey á Kósini. Tey fingu 3 børn, Jórun, Hal­ gerð og Símun Sofus Berg. Konuna misti hann í 1997 og yngru dóttrina í bestu árum í 2003. Tað setir síni spor. Longu í 1922, fimtan ára gamal, fór hann til skips við “Guðrun”, sum Guttorm­ ur í Árnafirði førdi. Hann var heili seks ár við deyð­ siglara, seinast við “Solo” og “Pride”, sum Jens Chr. í Toft førdi. Fram til fyrra heimsbar­ daga við ymiskum skipum m.a “Viðoy” og “Stellu Mariu” Tað var hart lív at søkja Suðurlandi við Ís­ lands strendur og onnur ár ofta við Grønland. Hann at rógva út, men sildi ikki undir krígnum. Tað mesta av tíðini við “Norðan”, og annað fyrifall­ andi lossingarbeiði til hann gavst fyri aldur. Var tað vandafult at sigla til Ísland og Bretland, eftir og við fiski, so var tað ikki minni vandafult at rógva út tey árini, hóast teir sluppu ótrú­ liga væl. Í dag er hann einsamallur í húsi, fyri tað mesta, men hann fær hjálp ígjøgnum dagin. Hann klárar seg heilt væl einsamallur, fylgir við útvarpi og sjónvarpi allan dagin út á kvøldi. Jógvan púra ándsfrískur og minnist óvanliga væl, heilt í smálutir frá barnaárum av. Tó fær hann sær ein lúr hvønn dag, aftaná døgurða. Eyguni eru ikki so góð nú, men hoyrnini er einki at siga við, og gongdin er so nøkulunda og eisini trapp­ urnar. Eg vil við hesum fáu orð­ um ynskja tygum hjartaliga tillukku við stóra degnum og Guðs signing í døgunum sum koma og fleiri góð ár afturat. Heilsan Skyldmaður HWH Jógvan Hansen 100 ár