hósdagur 15. november 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 222 - 15. november 2007
Stutt Sagt
Ísrael má
lata fyri frið
Á einum fundi við jødiskar
niðursetumenn á Vestara
Áarbakka í gjár segði Ehud
Olmert, forsætisráðharri, at
skal Ísrael gera ein friðar
sáttmála
við
palestinar,
noyðist landið at slaka á
summum økjum. Forsætis
ráðharrin gjørdi tó vart við,
at hann fer ongantíð at
góðtaka, at Ísrael skal lata
frá sær tann partin av
Vestara
Áarbakka,
sum
søguliga er partur av Ísrael.
Hann segði, at hetta hava
bæði palestinar og amerik
anar fingið at vita. Fund
urin við niðursetufólkini
var tann fyrsti av fleiri, og
hesir fundirnir eru liður
fyrireikingunum til eina
ísraelskapalestinska friðar
ráðstevnu, sum verður í
USA.
Russar úr
Georgia
Russland hevur havt her
menn í grannalandinum
Georgia, líka síðani Sovjet
samveldið datt sundur, men
nú eru teir seinastu russisku
hermenninir farnir haðani.
Tað sigur verjumálaráðið í
Moskva. Tíðindini fáa uttan
iva góða móttøku í Georgia,
tí hava hava fólk alla tíðina
verið ímóti, at Russland
hevur havt hermenn í land
inum. Russiski generalurin
Aleksej Maslov sigur, at
russisku hermenninir eru
nú partur av einari herdeild,
sum skal tryggja fið í
økinum SuðurOsetia, sum
tók seg burtur úr Georgia,
stutt eftir at Sovjetsamveld
ið var dottið sundur í
1991.
Bretar avlíva
fugl
Heilsumyndugleikarnir
í
Bretlandi
hava
avlívað
umleið 24.000 høsn og
kalkunir í einari roynd at
forða fyri, at tað vanda
mikla
fuglakrímið
skal
breiða seg. Myndugleik
arnir staðfestu fyrradagin,
at kalkunir á einum bónda
garði har eysturi í landinum
vóru smittaðar við tí vanda
mikla slagnum av figla
krími H5N1. Sunnudagin
staðfestu myndugleikarnir
H5N1 á einum øðrum
garði, og har vórðu 6.500
kalkunir avlívaðar alt fyri
eitt.
Samstundis
hava
myndugleikarnir
avbyrgt
teir smittaðu bóndagarð
arnar, sigur BBC.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Naser Khader er ov ógreiður sum talsmaður hjá Ny
Alliance, og Anders Samuelsen skal loysa hann av
(valfelagsformaður hjá NA)
útlond
Av teimum 179 um
boðunum í Fólka
tinginum eru 67
kvinnur
Kvinnurnar eru eins val ella
illa umboðaðar í Fólka
tinginum aftan á valið
týsdagin, sum tær vóru
undan valinum.
Av teimum 179 tinglim
unum eru 67 kvinnur. Tað
svarar til 37 prosent, og
hetta er fjórða valið á rað,
at kvinnurnar hava fingið
júst 37 prosent av ting
sessunum.
Tað er eitt sindur ymiskt,
hvussu nógvar kvinnur eru
valdar fyri teir einstøku
flokkarnar. Hjá Vinstra og
Sosialdemokratunum
eru
33 prosent av tinglimunum
kvinnur og hjá Danska
Fólkaflokkinum 36 prosent.
Av tinglimunum hjá Ny
Alliance eru 40 prosent
kvinnur, hjá Konservativa
Fólkaflokkinum og Radi
kala Vinstra eru 44 prosent
kvinnur, hjá Sosialistiska
Fólkaflokkinum 48 prosent,
og av teimum fýra umboð
unum hjá Eindarlistanum
eru tvær kvinnur.
Kynsbýtið
er
øðrvísi
millum tey fýra umboðini
úr Føroyum og Grønlandi.
Har er Juliane Henningsen
úr grønlendska IA einasta
kvinnan.
Triði hvør tinglimur er kvinna
Svenska løgreglan
hevur tikið ein mann,
sum hevði lagt ætlanir
um at beina fyri
svensku forsætisráð
harrafrúuni
Tann 42 ára gamli maðurin
er nú á einum sinnis
sjúkrahúsi í býnum Hudd
inge, og væl mannað løg
reglulið standa á varðhaldi
á sjúkrahúsinum.
Undir avhoyringum hjá
trygdarløgregluni Säpo skal
maðurin hava viðgingið, at
hann ætlaði at keypa sær
eina skammbyrsu, sum hann
skuldi brúka til at myrða
Filippu Reinfeldt við. Fel
ippa Reinfeldt er gift við
svenska
forsætisráðharra
num, Fredrik Reinfeldt.
Løgreglan
sigur,
at
maðurin býr í einari íbúð,
sum er nakrar fáar hundrað
metrar frá arbeiðsplássinum
hjá Felippu Reinfeldt í
Handverkargatan í miðbý
num í Stockholm. Tá løg
reglan rannsakaði íbúðina,
kom hon fram á kort av
miðbýnum og tekningar av
nøkrum bygningum har um
vegir.
Sambært Aftonbladet vis
ti Felippa Reinfeldt einki
um drápsætlanina, tá blaðið
ringdi til hennara í gjár
kvøldið, og sum skilst hevði
løgreglan heldur ikki kunn
að mann hennara.
Sinnissjúkur
Säpo sigur, at tann 42 ára
gamli maðurin hevur havt
samband við sálarfrøðingar
í fleiri ár. Fyrst í hesum
mánaðinum var hann so illa
fyri, at læknarnir gjørdu av,
at hann skuldi tvingsils
innleggjast, og tað var tá, at
hann avdúkaði sínar ætlanir
um at beina fyri Felippu
Reinfeldt. Millum annað
greiddi hann frá, at hann
hevði savnað sær 5.000
svenskar krónur, sum hann
skuldi keypa eina skamm
byrsu fyri.
Maðurin skal eisini havt
sagt, at hann væntaði at
blíva tikin aftan á morðið.
Hann hevði kannað, hvørja
revsing hann kundi fáa
sambært svensku revsilóg
ini, men hann var ikki
vorðin skelkaður av tí, sum
hann hevði lisið har.
Mín gerandisdagur verð
ur ikki so nógv øðrvísi, um
eg skal sita í fongsli, skal
maðurin hava sagt.
Felippa og Fredrik Reinfeldt
Sinnissjúkur maður ætlaði
at myrða Filippu Reinfeldt
Fyri fyrstu ferð er ein muslimsk kvinna vald í Fólkatingið. Tað
er Özlem Sara Cekic, sum varð vald á listanum hjá Sosialistiska
Fólkaflokkinum