hósdagur 15. november 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
tíðindi
Nr. 222 - 15. november 2007
Eftirmetingar, ið
gjørdar eru fyri
hvørja einstaka fyri
tøku, sum var við á
FaroExpo, vísa, at
bæði føroysku og
útlendsku luttak
ararnir eru sera væl
nøgdir. Nú er Sp/f
Virkisráðgeving, sum
samskipar vinnu
stevnuna, longu farin
undir at fyrireika
FaroExpo 2008
VinnulíV
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tá ið hurðarnar á altjóða
vinnustevnuni
FaroExpo
2007 lótu aftur í Runavík, og
formella tiltakið soleiðis var
av, fóru útlendsku luttakar
arnir eitt nú at vitja føroysku
fyritøkurnar, ið tær høvdu
fundast við á vinnustevnuni.
FaroExpo er skipað sum
partenariat, har fyritøkurnar,
sum eru við, fundast við
hvørja aðra á vinnustevnuni
eftir fastari skipan og tíð.
Á stevnuni kann hvør
fyritøka hava í mesta lagi
16 fundir.
Stevnan byrjaði í Runavík
mánakvøldið 29. oktober
við ”gettogether” í hølum
hjá Eik Banka í Saltangará.
Runavíkar kommuna var
vertur hetta kvøldið og borg
arstjórin, Hans Jacob Lam
hauge, bjóðaði luttakarun
um at vera vælkomnum til
Runavíkar kommunu og til
vinnustevnuna.
Partenariat
Týsmorgunin 30. oktober
setti so Jóhan Páll Joensen,
formaður í Føroya Arbeiðs
gevarafelag,
FaroExpo
2007 í ítróttarhøllini í Runa
vík. Kórið Vox Angelica
undirhelt við hátíðarligum
og vælljómandi sangi, og
morgunmatur var at fáa á
matarstaðnum
í
høllini,
sum var hugnaliga pyntað.
Eftir
setanina
byrjaði
partenariatið, sum vardi til
kokkan 11.30 hendan dagin.
Tær 45 luttakandi fyritøkur
nar leitaðu sær út til básar
nar, har fyrstu fundirnir
skuldu byrja.
Fyritøkurnar høvdu fing
ið eina fundarætlan útflýggj
aða við í miðal 14 viðkom
andi fundum, sum fyritøk
urnar sjálvar hava ynskt.
Partenariatið, sum helt
fram allan dagin eftir, eydn
aðist væl, og luttakararnir
vóru sera væl nøgdir.
Fyrilestrarnir
Ráðstevnuparturin av Faro
Expo var í Kelduni í Skála
firði, har fýra áhugaverdir
fyrilestrar vórðu hildnir.
Evnini vóru evropeisk og
altjóða rák innan laks og
hvítan fisk, privatisering av
almennum fyritøkum, man
aging people – managing
business og keyp og søla av
fyritøkum.
Til ber at finna fyrilestrar
nar á heimasíðuni www.
faroexpo.fo.
Tá ið formelli parturin av
vinnustevnuni var liðugur
mikudagin
30.
oktober,
vórðu allir luttakararnir
bjóðaðir á gallaveitslu, har
nógv spennandi mentanar
tiltøk vóru á skránni.
Vælnøgdir luttakarar
Føroysku og útlendsku fyri
tøkurnar á FaroExpo 2007
vóru sum heild sera væl
nøgdar við vinnustevnuna.
Sambært Virkisráðgeving
ini hava fleiri sagt frá ítøki
ligum úrslitum.
Nøgdsemi kann metast
út frá eftirmetingunum, ið
eru gjørdar fyri hvørja ein
staka fyritøku, sigur felagið.
Sp/f Virkisráðgeving er
longu farin í holt við at til
rættaleggja FaroExpo, sum
verður aftur í Runavík kom
andi heyst. Vinnustevnan
hevur nú trý ár á baki, og
nú verður so sett út í kortið
til stevnuna, sum verður hin
fjórða í røðini.
Fyritøkur eru
væl nøgdar við
FaroExpo 2007
Fundarvirksemið er byrjað, og hvør fundur varar í 25 minuttir
Umboð fyri Eik Banka vitja básin hjá El-Service
Morgunmatur er á FaroExpo. Um-
hvørvið er hugnaligt, og væl er pyntað
Eftir formellu tiltøkini varð skipað fyri gallaveitslu fyri
luttakarunum
Grønland undir umsiting
Donsku politikararnir kunnu ikki góðtaka, at børn í
Grønlandi liva undir korum, sum eru merkt av kynsligum
ágangi, fátækradømi og svongd, og tí eigur Fólkatingið at
seta grønlendska heimastýrið undir umsiting. Tað segði Pia
Kjærsgaard, formaður í Danska Fólkaflokkinum, við
grønlendska útvarpið fyrrakvøldið. Hon er bara ein av
teimum donsku politikarunum, sum hava fýlst á viðurskiftini
í Grønlandi eftir sendingina „Flugten fra Grønland“.
Skipaskrá útsett
Íslendska stjórnin ætlaði, at ein lóg um eina altjóða
íslendska skipaskráseting skuldi koma í gildi nú um
ársskiftið, men nú hevur stjórnin gjørt av at úseta
gildiskomuna eitt ár, skrivar Vísir. Sjálv lógin varð
samtykt í Altinginum í vár. Endamálið við henni er, at
handilsskip hjá íslendskum reiðaríum skulu skrásetast í
Íslandi og sigla undir íslendskum flaggi, samstundis sum
ætlanin er at fáa útlendsk reiðarí at skráseta síni skip í
nýggju skrásetingini.