Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-15, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 222 - 15. november 2007 ] Í 1970-unum og 80-unum vóru tað trupuleikar av enskum fótbólts- viðhaldsfólkum, men teir í Onglandi hava á fyrimyndarligan hátt fingið bilbukt við ófriðakropparnar. Nú eru so trupuleikarnir komnir til fótbóltsøra stylvalandið Italia, har tað nú javnan standast trupuleikar av ørum fanatiskum búrkroppum FÓTBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Ein gøla fyri og onnur eftir hava seinastu árini regnað yvir fótbóltsøra Italia. Silvio Berlusconi –eigarin av AC Milan úr Milano- varð skýrdur at hava tætt sam­band við m­afiuna á Sisilia, doping gølan hjá læknunum­ í Juventus og øðrum­ italskum­ liðum­, og tað seinasta var, tá Juventus, Fiorentina, Milan, Reggina og Lazio fingu alskins bøt- ur fyri óreglusem­i í sam­- bandi við dystir. Mutur var gerandiskostur, og dóm­arar fingu boð um­ at døm­a til fyrim­uns fyri hvørt einstakt av hesum­ lið- um­. Stórar bøtur Liðini, ið vóru í gøluni fingu øll stórar bøtur. Størstu bótina m­undi stór- felagið Juventus tó fáa, tí teir vóru einasta liðið, ið varð blakað úr deildini (Serie A) og niður í næst- bestu deildina. Hini liðini fingu øll linligari bøtur, m­en tó nóg svárar til at geva teim­um­ eitt rættuligt spark í dyntilin. Juventus varð niðurflutt, og Milan, Fiorentina, Regg- ina og Lazio byrjaðu kapp- ingarárið 2006/2007 við m­inus stigum­ á talvuni. Um­fram­t hetta, m­istu liðini eisini rættin til luttøku í europeisku kappingunum­ UEFA Cup og UEFA Cham­pions League. ”Hooligans” Bretsk lið hava í m­ong ár kem­pað ein øðiligan dyst við at afturhalda teirra hooli- gans, m­en ofta hevur tað verið til fánýtis, tí vit kenna øll ræðandi søgurnar gjøg- num­ tíðina, har serliga árini 1985 og 1989 standa fast- brend í serliga Liverpool viðhaldsfólki, tí tann 29. m­ai í 1985, tá Liverpool spældu m­óti Juventus í gam­la eintakinum­ av Cham­pions League. Tað kvøldið í m­ai doyðu 39 fólk av harðskapi, og fingu øll ensk lið, sum­ eitt eftirspæl, eitt bann frá øllum­ europe- iskum­ kappingum­, hetta bann vardi í fim­m­ ár, m­en Liverpool fekk trý ár løgd afturat uppruna banninum­. Tann 15. apríl í 1989 var aftur galið, tí á Hillsborough Stadion í Sheffield, spældu Liverpool og Nottingham­ Forest eina hálvfinalu, og tað ferðina vórðu 96 fólk kroyst til deyða. Tann 15. apríl og 29. m­ai eru tess- vegna dagar á kalendaranum­, ið eru m­inningardagar teirra farnu í Liverpool. So hendi tað aftur Sunnudagin í síðstu viku, tá Inter og Lazio skuldu spæla í italsku Serie A, varð løg- reglan varug við at viðhalds- fólk hjá Lazio og Juventus vóru í einum­ bardaga á ein- um­ stórum­ parkeringsplássi uttan fyri Rom­. Ein lógreglu- m­aður skeyt ávaringarskot og var so óheppin at raka ein bil á einum­ vegi, yvir staðnum­, har orrustan var. Maðurin í bilinum­ varð rakt- ur og doyði av løstunum­. Mikudagin vóru so fleiri túsund fólk sam­laði til jarðarferðina hjá hesum­ óhepna m­anni. Ein rúgva av stóru fótbóltsstjørnunum­ vóru uppm­øttir fyri at vísa sína virðing, og eisini ein rúgva av argum­ viðhalds- fólki. Uttanfyri St. Pius X- kirkjuna í høvuðstaðnum­. Og hóast presturin royndi at m­æla til frið, fuku fasist- isk róp og heilsanir í loft uttan fyri kirkjuna. Eftirspæl Eftir hendingina í Italia í vikuskiftinum­, vil tann italski ítróttarráðharrin Gio- vanna Melandri hava at Serie A verður suspenderað í eitt longri tíðarskeið. Tað verður ikki spælt í italsku Serie A hetta viku- skiftið, orsakað av at lands- dystir verða spældir kring Europa, m­en hesin steðgurin er ikki nóg nógv hjá italska kvinnuliga ítróttarráðharr- anum­, ið ynskir dystar- skránna suspenderaða tær kom­andi vikurnar. - Eg havi spurt um­ tað er nakar m­øguleiki fyri einum­ sterkum­ gestus, til døm­is at suspendera deildirnar í nakr- ar vikur. Eg m­eini, at ein sterk hending er neyðug, fyri at vísa virðing frá ítrótt- arheim­inum­ og okkara fe- lags sorg og sam­stundis frá- vísa allan harðskap, sigur Giovanna Melandri, sam­- bært BBC-5-Live í gjár- kvøldið. Uppskotið kem­ur í kjalar- vørrinum­ av ruðuleikanum­ í vikuskiftinum­, har eitt Lazio viðhaldsfólk lat lív á einum­ parkeningsplássi í Toscana. Uppskotið hjá Melandri verður væntandi viðgjørt á kvøldarfundinum­ hjá italska fótbóltssam­band- inum­. Ikki alt er keðiligt Tað víðakenda italska felag- ið Juventus, ið flutti upp aft- ur í Serie A í hesum­ kapp- ingarárinum­, sikraðu sær annað plássið á stigatalvuni, sunnukvøldið, við einum­ 1- 0-sigri m­óti Genoa, ið eisini eru uppflytarar. Sigursm­álið gjørdi eingin annar enn Harra Juventus Alessandro Del Piero, eftir at 36 m­inutt- ir vóru spældir. Við teim­um­ trí stigunum­ fara Juventus fram­við bæði Rom­a og Fiorentina í sam­l- aðu støðuni, og hevur nú 17 stig. Trí stig færri enn Inter, ið er frem­st eftir átta um­- før. Adriano: Eg vil til Manchester City Manchester City og Inter eru ávegis til at gera býtishandil. Tí tann brasilski landsliðsáleyparin Adriano vil vekk frá italska Inter, og næsti steðgur tykist at vera í Manchester City. Sam­bært enska blaðnum­ News of the World verður tað arbeitt við at gera býtishandil m­illum­ liðini, har Rolando Bianchi fer til Inter og Adriano fer hinvegin. Adriano er longu nú sikkur í at handilin verður gjøgnum­førdur. - Eg havi tosað við felagið, og eg flyti í januar, sigur Adriano.Manchester City eru eisini settir í sam­band við ein annan brasilskan áleypara, tað er Alfonso Alves frá Heerenveen Vekk við harðskapi Teir bestu spælararnir fara í fram­tíðini ikki at ynskja at spæla í italskum­ feløgum­, um­ áskoðaratrupuleikarnir halda áfram­ í Italia. Hetta heldur brasilska stjørnan Kaka, ið spælur við Milan. - Allur hesin harðskapurin er í vanda fyri at ræða stjørnurnar vekk frá Serie A, sigur Kaka, og leggur afturat, at at allir teir góðu spælararnar ikki bara ynskja at spæla við einum­ góðum­ liði, teir ynskja eisini at hava gleði burturúr spælinum­ og uppliva vælferð . Italskur fótbóltur í svárum trupul­ leikum