hósdagur 15. november 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 222 - 15. november 2007 ]
EB/Streymur styrkir seg
EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við bæði Høgna Zac
hariassen og Fróða Clementsen. Nevndin upplýsir har, at
sáttmálarnir eru galdandi fyri komandi kappingarár.
Høgni Zachariassen er miðvallarleikari úr ÍF, meðan verju
leikarin Fróði Clementsen seinasta kappingarár spældi
við AB. Hann er annars uppvaksin í B36, men hevur áður
spælt við EB/Streymi. Fyri kortum gjørdi EB/Streymur
eisini sáttmála við unga Levi Hanssen, so hóast kapping
arárið endaði fyri tíð síðani, so hendir framvegis ein
rúgva kring felagsliðið í Sundalagnum.
Ítróttarbreyt á venjingarlegu
Fyri fyrstu ferð hevur ein føroyskur miðnámsskúli eina serliga ítróttar
breyt. Tað er Handilsskúlin á Kambsdali, sum í hesum skúlaárinum
hevur eitt serligt tilboð til ungar fótbóltsspælarar, sum vilja gera nakað
eyka við fótbóltin, samstundis sum teir taka eina útbúgving. 15 næm
ingar ganga á Ítróttarbreytini á Kambsdali, og tey eru í hesum døgum á
venjingarlegu í Aalborg. Tey búgva á AaB College og fylgja dagligu
gongdini har. Onkrar morgnar venja næmingarnir saman við hinum
næmingunum á AaB College, men føroysku næmingarnir hava eisini
sínar egnu venjingar. Føroysku næmingarnir verða í Aalborg til
mánadagin, tá ið tey flúgva heimaftur til Føroya.
Eftir sera spennandi
fyrru innleiðandi
FM kapping í talvi
fyri børn og ung,
sum var í Vestmanna
vikuna undan, var
seinna innleiðandi
FM kappingin
telvað í Sandavági
leygardagin. 38 børn
og ung møttu til
kappingina
Talv
Tíðindaskriv
Kappingin er skipað í 5
aldursbólkum:
Upp til 10 ár (f. 1997 og
yngri), 1112 ár (f.1995/96),
1314 ár (f.1993/94), 1516
ár (f.1991/92) og 1720 ár
(f.1988/90). Elsti bólkurin
telvar bert finaluna. Um
framt at verða FM kapping
í hvørjum aldursbólki sær,
er talan samstundis um
úttøkukapping til NM í
talvi, sum verður í Danmark
í februar mánaði í 2008.
Føroyameistarin og nr. 2 í
hvørjum aldursbólki vinna
sær rætt til luttøku í Norð
urlendsku kappingini. Før
oyar senda eins og seinnu
árini fulla manning, 10
telvarar, til kappingina.
Í næstum verður drigið
saman um, og tey átta, sum
samanlagt hava staðið seg
best í hvørjum aldursbólki,
luttaka í FM finaluni, sum
verður í Argja skúla, leyg
ardagin 24. november.
FM kappingin í Sandavági
stóð onki aftanfyri fyrru
undankappingina í Vest
manna, hvat spenningi og
intensiteti viðvíkur. Úrslit
ini lagaðu seg soleiðis, at
bert Heiðrikur T. Jacobsen
(U14) og Høgni Egilstoft
Nielsen (U10) megnaðu at
endurtaka sigurin frá vikuni
undan, meðan Hjalti Toftum
Jógvansson (U16) og Johan
Hentze (U12) vunnu sínar
bólkar nakað teir ikki
megnaðu í fyrru royndini.
Plaseringarnar annars, bera
somuleiðis boð um eina
óvanliga spennandi FM fin
alu 24. November. Tí FM/
NM stríðið sýnist víðopið í
flest øllum bólkunum.
Hjalti sigraði eftir
trygga telving
U16 bólkurin er mannaður
við sera royndum unglinga
telvarum, sum hava luttikið
í fleiri undanfarnum FM
kappingum, harav, Rógvi,
Hjalti og Margar, telva í
bestu deildini í liðkapp
ingini. Til tess at avgerða
fyrru
kappingina,
varð
neyðugt við dupultumdysti
ímillum 4 telvarar. Hesuferð
vildi trýfeldi FMvinnarin
seinastu árini, Hjalti Toftum
Jógvansson
og
Rógvi
Egilstoft Nielsen, tað øðr
vísi. Báðir telvaðu sann
førandi og eftir tveir innan
hýsis javnleikir, vann Hjalti
restina og harvið kapping
ina, meðan Rógvi setti hálvt
stig til ímóti Margari og
endaði á øðrum. plássi.
Vagnur Dam úr Sundalag
num telvdi enn eina góða
kapping og gjørdist nummar
trý. Innleiðandi úrslitini
bera boð um, at Hjalti og
Rógvi aftur í ár hava í
kvittanum, at blanda seg í
FModdin. Í finaluni verður
tó avgerandi, hvør hevur
besta dagsformin ein
víðopin FMfinala.
Sannførandi sigur
til Heiðrik
Heiðrikur T. Jacobsen tók
við har hann slepti: Vann
fyrru kappingina í Vest
manna og endurtók bragdið
í Sandavági, tó hesuferð enn
meira sannførandi. Heiðrikur
vann kappingina við 7,5
stigum av 8 møguligum, 2
stig fremri enn silvurvinn
arin. Pætur Poulsen úr Skop
un sum ikki hevur luttikið
í hesum høpinum áður
vann nakað óvæntað silvur í
fyrru kappingini. Tí var
spenningur um hann megn
aði at endurtaka frálíka
úrslitið í seinnu royndini.
Tað gjørdi hann í harðari
kapping við Johan Vør
madal, úr Vestmanna, sum
gjørdist nr. 3, eitt hálvt stig
aftari. Í útgangsstøðinum
somuleiðis ein opin FM
finala, har Heiðrikur tó
sýnist at vera best fyri,
meðan kappingin hinvegin
tykist meiri opin um 2.
plássið og harvið seinna
NMplássið í bólkinum.
Johan Hentze
eirindaleystur
Tað sýntist nærum sum um,
at Johan Hentze kom vestur
til Sandavágs at prógva, at
2. plássið í fyrru innleiðandi
kappingini var ein "svips
ari". Telvdi sera sannførandi
í Sandavági. Øll mótstøða
varð kveistrað til viks, og
hann vann øll talvini! Fyrru
kappingina
vann
Einar
Gregersen
úr
Klaksvík,
somuleiðis við fullum stiga
tali, men hesuferð rakk tað
til eitt 3. pláss, eftir spenn
andi umdyst ímóti yngra
bróðurinum, Heðin Greg
ersen, sum vann umdystin
20 og harvið 2. plássið í
kappingini.
Vinnararnir
vóru teir somu í Sandavági
og
í
Vestmanna,
men
raðfylgjan gjørdist øðrvísi.
Og hóast Johan, Einar og
Heðin tykjast at verða
drúgvir í FMfinaluni, er
ein riðil av góðum telvarum
beint í hølunum sum megna
at taka av, um høvið býðst
– eitt nú FM vinnarin frá
2006, Sára Traber Olsen.
Ivaleyst ein tann mest opni
og spennandi FMbólkurin
hesuferð.
Ongin steðgar Høgna
Høgni Egilstoft Nielsen lat
heldur ikki hesuferð iva
vera um, hvør sterkastur er
í yngsta bólkinum. Eins og
í fyrru kappingini vann
Høgni bólkin við fullum
stigatali. Og aftur hesuferð
vóru tað Alfred og Sjúrður
Olsen úr Vestmanna, sum
vunnu ávikavíst silvur og
bronsu. Høgni er uttan iva
favorittur í finaluni, men
FM stríðið verður ivaleyst
serliga ein kapping ímillum
hesar tríggjar unglingarnar.
Men tað er sæð áður, at
riðilin av telvarum, sum
liggja beint niðari, gera ein
vørr í finaluni og her eru
fleiri, sum bjóða seg fram.
Ein spennandi finala í væn
tu ikki minst, hvør megnar
at vinna 2. plássið og harvið
NM luttøku í februar mánað
2008.
Stórur spenningur millum tey yngru
Teir báðir Gregersen-brøðurnir, Einar og Heðin, máttu í umdyst at avera, hvør teirra skuldi
gerast nummar tvey og trý
Mynd: faroechess.com
Bólkur B: U16 - (telvarar føddir 1991/92)
1
Hjalti Toftum Jógvansson (Havn)
7,0
2
Rógvi Egilstoft Nielsen (Sandavág)
6,5
3
Vagnur Dam (Svínáir)
4,0
4
Margar Berg (Havn)
2,5
5
Jóhann Rói Mortensen (Norðskáli)
0,0
Bólkur C: U14 - (telvarar føddir 1993/94)
1
Heiðrikur T. Jacobsen (Havn)
7,5
2
Pætur Poulsen (Skopun)
5,5
3
Jóhann Vørmadal (Vestmanna)
5,0
4
Bárður Jónsson Stórá (Vestmanna)
1,5
5
Jógvan Emil Joensen (Vestmanna)
0,5
Bólkur D: U12 - (telvarar føddir 1995/96)
1
Jóhan Hentze (Havn)
8,0
2
Heðin Gregersen (Klaksvík)
6,0
3
Einar Gregersen (Klaksvík)
6,0
4
Rúni T. Jacobsen
5,0
5
Jóannes Hansen
5,0
6
Sára Traber Olsen
5,0
7
Eydna Andreasen
4,0
8
Sølvi Egilsson
4,0
9
Pætur Magnussen
4,0
10
Hørður Hentze Johansen
3,0
11
Eli Johannesen
3,0
12
David Henriksen
2,0
13
Teitur Thorleifsson
1,0
Bólkur E: U10 - (telvarar føddir 1997 ella seinni)
1
Høgni Egilstoft Nielsen (Sandavág)
8,0
2
Alfred Olsen (Vestmanna)
6,5
3
Sjúrður Olsen (Vestmanna)
6,0
4
Dánjal K. Hansen
5,0
5
Jógvan Eli Debes
4,5
6
Julian Gregersen
4,0
7
Leivur í Buð Justinussen
4,0
8
Tóki Johannesen
4,0
9
Magnus Reinert Hansen
4,0
10
Fríði Potts
4,0
11
Súsanna T. Jacobsen
4,0
12
Fróði Zachariassen
3,5
13
Flóvin Hans Jógvansson
3,0
14
Jákup á Rógvu
2,0
15
Valborg T. Jacobsen
1,5