hósdagur 15. november 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 222 - 15. november 2007
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Tað verður Heðin
Askham, ið skal venja
B36. Hetta stóð greitt
í gjár, tá partarnir
undirskrivaðu
sáttmála
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við setanini hjá B36 av
Heðini er tað nú bert GÍ av
Formula-liðunum, sum ikki
hevur sett venjara fyri kom-
andi kappingarár. Og tað er
merkisvert, at talan higar til
einvíst hevur verið um før-
oyskar loysnir í ymsu feløg-
unum.
Heðin hevur ikki staðið á
odda fyri liði í fremstu
deildini áður, men hann
hevur lokið hægstu føroysku
venjaraútbúgvingina, og í
fleiri ár hevur hann verið
partur av arbeiðinum kring
yngru landsliðini.
Ungur hópur
B36 hevur nógvu seinnu
árini verið eitt av feløgun-
um, sum støðugt hava medd-
að móti oddinum. Og í fel-
agnum verður staðfest, at
hetta eisini er málið í ár.
Tað eru tó fleiri, ið hava
sett spurnartekin við, um
missurin av fleiri profilum
ikki er ov dyggur smeitur
fyri felagið í hesum roynd-
um. Burtur eru Jákup Mikk-
elsen, Fróði Benjaminsen
og Amed Davy Sylla, og
tað eru ikki spælarar, sum
tú
uttan
víðari
finnur
avloysarar fyri.
Tað hevur tó verið greitt
eina tíð, at Dmitri Jankovic,
sum í ár spældi við VB/
Sumba, skal styrkja um
B36-verjuna í ár. Hartil
skrivar felagið á heimasíðu
sínari, at nýggjur málverji
er ávegis til felagið, eins og
arbeitt verður við at styrkja
álopspartin.
Men ásannað verður tó,
at talan í nógvar mátar verð-
ur um ein hóp, sum verður
munandi yngri, enn hann
var tað í ár, staðfestir Kristj-
an á Neystabø fyri heima-
síðuni hjá B36.
Tey
fremstu
Á yvirlitinum niðanfyri
síggjast nøvnini á teim-
um, sum hava fingið
flestu
atkvøðurnar
í
atkvøðugreiðsluni. Yvir-
litið er sett upp í stavrað,
og sigur soleiðis einki
um, hvussu raðfylgjan er
hjá teimum fremstu.
Ársins venjari
Kvinnur
Alexander Djordjevic
Allan Dybzak
Magni Jarnskor
Menn
Eli Hentze
Piotr Krakowski
Jóhan Nielsen
Ársins málverji
Kvinnur
Mildrid Djurhuus
Randi Wardum
Menn
Jens Martin Knudsen
Jákup Mikkelsen
René Tórgarð
Ársins stjørnuskot
Kvinnur
Doris í Garði Joensen
Rósa Magnussen
Heidi Sevdal
Menn
Einar Hansen
Kristoffur Jakobsen
Bogi Løkin
Ársins spælari
Kvinnur
Rannvá Andreasen
Malena Josephsen
Heidi Sevdal
Menn
Fróði Benjaminsen
Óli Hansen
Nenad Stankovic
Ársins dómari
Lars Müller
Eiler Rasmussen
Petur Reinert
Eisini føroyskt í B36
Í beinleiðis sending
úr Miðlahúsinum í
morgin verða bestu
fótbóltsspælararnir í
landinum kosnir
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
At Amed Davy Sylla og
Malena Josephsen gjørdust
bestu málskjúttar í nú farna
kappingarárinum, er ikki
tað heilt stóra loyndarmálið.
Og sum siður er, so verða
tey eisini heiðrað fyri hetta,
tá tey fáa gylta skógvin frá
Thomas Dam Ítrótti.
Hinvegin er enn ikki
greitt, hvørji skulu fáa heið-
urin sum bestu fótbóltsfólk-
ini á árinum. Atkvøðu-
greiðsla hevur verið millum
liðformenn og venjarar,
eins og fjølmiðlafólk hava
sagt sína hugsan, og úrslitið
av hesum verður almanna-
kunngjørt í Miðlahúsinum í
Vágsbotni fríggjadagin.
Meistararnir í fokus
Ikki óvæntað, so eru tað tey
bæði meistaraliðini – NSÍ
hjá monnum og KÍ hjá
kvinnum – sum eiga flestu
spælararnar
millum
tey
fremstu. Aðra staðni á
síðuni
síggjast
tey
trý
fremstu í ymsu atkvøðu-
greiðslunum.
Hartil verður serstøk virð-
isløn eisini latin til liðið,
sum í árinum hevur spælt
besta fótbóltin í Formula-
deildini. Hetta er virðisløn,
sum verður latin av Thomas
Dam Ítrótti og Sosialinum.
Grundarlagið undir hesum
eru bóltarnir, sum ítróttar-
skrivararnir hjá Sosialinum
eftir hvønn dystin hava
givið ymsu liðunum.
Tað liðið, sum hevur
fingið
flestu
bóltarnar
gjøgnum alt kappingarárið,
fær sum vinning eitt sett av
fótbóltum.
Hesir
bóltar
skulu gevast til eitt av yngru
liðum felagsins, og verða
bóltarnir tá lætnir beinleiðis
til spælararnar á hesum
liði.
Tey bestu verða kosin
Tað verður ein av hesum trimum, sum fær heitið sum besti spælarin í Formula-kappingini í 2007