fríggjadagur 16. november 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 223 - 16. november 2007
Í morgin fáa Føroyar
eftir øllum at døma
atlimaskap í altjóða
matvørufelagsskap
inum hjá ST, FAO
ATLIMASKAPUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í morgin, leygardagin 17.
november, fara limalondini
í FAO at atkvøða um før
oyskan atlimaskap í felags
skapinum.
Løgmaður, Jóannes Eides
gaard, hevur áður víst á, at
limalondini í so at siga øll
um førum fylgja tilmælinum
frá leiðsluni í felagsskapin
um, og hendan hevur mælt
til at samtykkja føroyskan
atlimaskap.
Felagsskapurin hevur ein
týðandi leiklut innan altjóða
fiskivinnusamstarv. Atlima
skapurin fer at geva Føroy
um møguleika fyri at hava
ein virknan leiklut og ávirk
an innan hetta samstarv.
Atlimaskapurin gevur eisini
aðrar møguleikar fyri sam
starvi, eitt nú innan menn
ingarhjálp. Starvsøkið hjá
FAO umfatar menningar
hjálp, og felagsskapurin
samstarvar eitt nú við World
Food Program.
FAO (Food and Agricul
ture Organization) er ein
STfelagsskapur, ið umsitur
matvøru og landbúnaðar
mál, eins og heitið sigur.
Heimildirnar og endamálið
hjá FAO eru at betra
føðigóðsku og lívskor kring
heimin, stuðla upp undir
vøkstri í altjóða búskapinum
og tryggja veitan av mat
vøru til alsamt vaksandi
fólkatalið í heiminum.
FAO fremur sítt endamál
við at virka sum ein altjóða
vitanardepil, ið veitir ráð
geving og stuðul til lima
londini.
Felagsskapurin
samskipar og arbeiðir fram
ímóti at áseta altjóða norm
ar og reglugerðir. FAO og
limalondini samstarva eitt
nú innan menningarvirk
semi, og limalondini kunnu
gagnnýta dátugrunnar og
hagtøl, ið felagsskapurin
umsitur.
COFI stóran týdning
Bert sjálvstøðugar tjóðir
kunnu fáa fullan limaskap í
FAO.
Stjórnarlógin
hjá
felagsskapinum inniheldur
tó greiðar ásetingar um
atlimaskap.
Sum atlimur fær Føroyar
fulla atgongd og talurætt á
ráðstevnum,
aðalfundum
og nevndarfundum, men tó
ikki atkvøðurætt. Tað er
kortini ikki vanligt, at
atkvøtt verður um faklig
ella politisk mál, ið verða
viðgjørd.
Umsitingin av málsøkjum
er skipað í starvsnevndir,
eitt nú COFI (Committee
on Fisheries), sum hevur
ábyrgdina av fiskivinnu.
Tað verður serstakliga í
COFI, at Føroyar fara at
verða virknar. Slíkar starvs
nevndir hjá FAO samtykkja
felags frásagnir, ið endur
spegla niðurstøður, tilmælit
og avgerðir, ið semja er
um.
FAO varð settur á stovn í
1945 og hevur í dag 190
limalond.
Felagsskapurin
hevur høvuðssæti í Rom.
Í sambandi við atkvøðu
greiðsluna í morgin, fara
løgmaður, Jóannes Eides
gaard, og fiskimálaráðharr
in, Bjørn Kalsø, saman við
embætisfólkum til Rom at
taka lut á fundinum.
Føroyar atlima
skap í FAO
Strandavegurin liðugur
ALMENT HÁTÍÐARHALD
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Leygardagin 17. november kl. 13.00 verður
Strandavegurin alment tikin í nýtslu.
Í hesum sambandi skipar Landsverk fyri almennum hátíðarhaldi í
„Kafeteria“ í ítróttahøllini á Skála.
Skráin fyri dagin
Á Strondum, við vegamótið oman fyri Hulk:
Kl. 12.00 Lokalu ítróttafeløgini skipa fyri renning inn á Skála eftir nýggja vegnum.
Á Skála, oman fyri ítróttaøkið:
Kl. 13.00 Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, bjóðar vælkomin.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sker snórin.
Bilafylgi koyrir eftir nýggja vegnum út á Strendur og aftur.
Aftaná bjóðar Landsverk øllum til alment hátíðarhald í „Kafeteria“ í ítróttahøllini
á Skála.
Øll eru vælkomin.
Tað verður serliga innan økið hjá Bjørn Kalsø, fiskivinnuna, at atlimaskapur í FAO fær týdning
fyri Føroyar