Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 223 • 16. november 2007 Vikuskifti 4 Egil sleit sínar barnaskógvar, og sínar fyrstu fótbóltsskógvar í Hvalvík. Ella rættari sagt úti í ósanum millum Streymnes og Hvalvík. Sum 7 ára gamal, afturi í 1981, máttu Egil og javnaldrarnir í ítróttarfelagnum Streymi ofta vassa upp á øklar fyri at koma upp á turt á tí lítla vøllinum, sum liggur skamt frá landsvegnum. Fór bólturin út av vøllinum til innkast, hornaspark ella málspark, so mátti onkur aftur leypa í vaðið fyri, at fótbóltsspælið kundi halda fram. Streymur var sett á stovn bara 3 ár áðrenn Egil byrjaði uppá fótbóltsleikin, í 1978. Streymur vóru heimleysir fyrstu árini. Teir leiktu fyrstu árini norðuri á Eiði, og síðani bleiv leikt á Skála. Alsamt fleiri fólk í bæði EB og í Streymi innsóu, at tað bar ikki á mál at standa einsamallur. Egil minnist, at tað vóru serliga Magnus á Stongum, Eiðislækni og Bergur Magnussen, gamli málrevurin hjá Streymi og B36, sum gingu undan at fáa eitt felagslið í Sundalagnum. Flestu vóru fyri Nøkur fá tilkomin EB-viðhaldsfólk og Streyma-viðhaldsfólk settu spurnartekin við samanlegg- ingina. Men tey ungu, og tey í góðum árum vóru stórt sæð øll fyri. Í 1993 blivu øll segl sett til í Sundalagnum. Fyrsta árið í gomlu 2. deild hilnaðist væl, og EB/Streymur flutti upp í gomlu 1. deild. EB/Streymur dúkkaði aftur, men stabiliseraði seg sum eitt 2. deildar lið. Í nýggju øldini hevur felagsliðið tó verið fast inventar í bestu deildini, og eingin tekin eru um, at teir ikki verða tað í nógv ár framyvir. Egil heldur tó, at tað var sera týdningarmikið, at tað bleiv lagt saman í yngru deildunum eisini. Í byrjanini vóru tað bara besta og næstbesta liðið, sum vóru í samstarvinum. Tey ungu blivu vand upp, sum EB-arar, ella sum Streyma-leikarar. Tað gjørdi, at tað bleiv eitt stórt mentalt stig hjá teimum ungu at koma inn á felagsliðið. Hvør við sínari serstaku bakgrund. Sìðani totalu samanleggingina um aldarskiftið hevur bara gingið ein veg við samvinnuni og samanhaldinum í Sundalagnum. Nú siga øll við ein Silvur kann bæði ve Enn er tað ikki heilt vist, um fryntligi liðskiparin hjá EB/ Streymi, Egil á Bø, verður við besta liðnum hjá EB/Streymi næsta ár. Men hann og familjan fara so at búseta seg í hjartanum í Sundalagnum, komandi ár Ítróttarprofilurin Heri Simonsen heri@sosialurin.fo Egil um nýggja vøllin í Streymnesi Umstøðurnar eru sera góðar á, og rundan um vøllin. Men vit og viðhaldsfólkini krevja eitt sindur meiri tíð, fyri at venja okkum heilt við nýggja leikvøllin. Nakað av muni er á vøllinum, tá hann er turrur ella vátur. …um áskoðarnar hjá EB/Streymi Teir eru bara Føroya bestu áskoðarar. Teir stuðla ótrúliga væl. Bæði tá tað gongur væl, og tá tað gongur minni væl. Teir eru framúr, eingin ivi um tað.