Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 223 - 16. november 2007 Björn Borg góð íløga Svenska tennisstjørnan Björn Borg kann av sonnum brosa, tí hetta seinasta árið er virðið á partabrøvunum í hansara klædnafyritøku hækkað heili 3000 prosent, skrivar Aftonbladet. WBM, sum fyritøkan hjá Björn Borg eitur, varð skrásett á marknaðinum í Stockholm fyri trimum árum síðani, og tá bar til at keypa eitt partabræv fyri fimm svenskar krónur. Árið eftir var virðið 10 krónur, og í dag kostar tað partabrævið 138 svenskar krónur. Grønland hall í 2008 Grønlendska Landstingið hevur nú samtykt fíggjarlógina fyri 2008. Tað vóru teir báðir stjórnarflokkarnir, Siumut og Atassut, sum atkvøddu fyri teimum einstøku greinunum, men sum siður er atkvøddi andstøðan fyri lógini sum heild. Demokratarnir vóru tó ímóti. Sermitsiaq skrivar, at sambært fíggjarlógini fær grønlendski landskassin 300 mió. krónur í halli næsta ár, sjálvy um Landstingið hevur samtykt at krevja 100 mió. krónur inn í eyka avgjøldum. Løgreglan vil hava smidligari manna­ gongdir í roynd­ unum at steðga rúsdrekkakoyring, men tað er ein spurn­ ingur, sum Løgtingið má staka støðu til RúsdRekkakoyRing Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Mannagongdin, sum vit arbeiða eftir, er alt ov stirv- in. Úrslitið av er, at alt ov nógvir bilførarar, sum koyra við kenning, sleppa undan at vera tiknir. Tað heldur Jón Klein Ol- sen, varapolitikommiserur. Hann sigur, at tað er óhugsandi, at løgreglan nakrantíð fær steðgað allari rúsdrekkakoyring. - Men hevði løgreglan havt betri amboð, kundu vit uttan iva nógv fleiri verðið tiknir, heldur hann. Tá ið bilførarar verða steðgaðir og alkoholmátarin vísir, at teir hava drukkið, er tað neyðugt at útvega lækna til at taka blóðroynd, sum skal brúkast sum prógv í rættinum. - Hetta er ein mannagongd, sum er rættiliga tíðarkrevj- andi. Serliga tá ið vit eru staddir á bygd, kann tað vera langt til lækna. - Tað er ongin ivi um, at nógvir rúsdrekkakoyrarar sleppa undan at vera tiknir ímeðan vit royna at fáa blóð- royndina av einum ein- støkum bilførara. Betri útgerð Jón Klein Olsen sigur, at tískil kundi løgreglan hugs- að sær, at mannagongdirnar verða gjørdar smidligari fyri at gera arbeiðið nógv effektivari. Hann hevur eisini eitt uppskot, hvussu arbeiðið hjá løgregluni kann gerast effektivari á hesum øki. Í Svøríki hevur løgreglan fingið rúsdrekkamátarar, sum eru so álítandi, at mát- ingarnar kunnu brúkast sum prógv í rættinum. Slíka útgerð ynskir løgregl- an í Føroyum sær eisini. - Við slíkari útgerð verður kanningararbeiðið munandi effektivari, tí vit skulu brúka nógv minni orku, hvørja ferð, vit taka ein fullan bil- førara. Sum støðan er nú, skulu vit leita eftir lækna at fáa eina blóðroynd. Høvdu vit havt svensku prógv-alko- metrini høvdu vit á staðnum kunnað tikið bæði lyklar og koyrikort frá einum ávirkað- um bilførarar, tí mátingarnar eru so álítandi, at tær halda sum prógv í rættinum. Men um løgreglan fær slíka útgerð, er ein politiskur spurningur, tí so skal pen- ingur játtast til endamálið. Kunnu ikki fongsla Annars heldur Jón Klein Olsen, at lógin átti eisini at verðið broytt, at løgreglan fekk størri heimildir at varðhaldsfongslað fólk. Í Danmark varð lógin broytt nakað síðani, so at tað ber til hjá donsku løg- regluni at varðhaldsfongslað fólk, sum bera seg grovt ábyrgdarleyst at í ferðsluni. - Fólk, sum í fyllskapi ella av øðrum, grovum skilaloysi, hava elvt til deyðsvanlukkur í ferðsluni kunnu varð- haldsfongslast í Danmark og har verða tey sitandi, til tey hava fingið dóm. - Men tann møguleikan hevur løgreglan í Føroyum ikki, tí her er lógin ikki broytt. Sostatt verða slík fólk leyslatin í Føroyum og hetta er at ganga rættarkensluni hjá nógvum fólki ógvuliga nær, tí tað kann vera torført at skilja, at slík fólk ikki verða sett føst. Men orsøkin er, at vit rætt og slætt ikki hava lógarheimild at varðhaldsfongsla tey, sigur varapolitikommiserurin. Men eisini tað er ein polit- iskur spurningur, sum løgtingið má taka støðu til, tí tað skal lógarbroyting til, leggur hann afturat. Politikarar kunnu steðga rúsdrekkakoyring Nú eru tað ikki bara ungir dreingir sum koyra skít, men eisini fullar gentur í bili eru ein vaksandi trupulleiki RúsdRekkakoyRing Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Rúsdrekkakoyring er ein trupulleiki, sum hevur verið í øking í ár. Tað staðfestir Jón Klein Olsen, varapolitikommiser- ur, á politistøðini í Havn. Hann sigur, at tað eru alt ov nógvir bilførarar í Føroy- um, sum koyra við kenn- ing. - Tað er alt, alt ov vanligt, at bilførarar koyra ávirkaðir av rúsdrekka og tað er ikki vika, har ikki nakrir bilførar- ar verða tiknir fyri at koyra við kenning sigur hann. Og verður hugt eftir tølun- um fyri, hvussu nógvir bilfør- arar verða tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka, er nógv sum bendir á, at árið í ár fer at seta eitt keðiligt met, sum tað árið, har tað vórðu flest bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir. Ringasta árið higartil var í 2003, tá ið 194 bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ávirkaðir. Tann 6. november í ár vórðu longu 170 bilførar- ar tiknir og síðani tá eru nakr- ir tiknir afturat. Og so skal minnast til, at hálvur annar mánaði er eftir av árinum. - Tað er heilt greitt, at vit fáa bara ein brotpart av teimum, sum koyra við kenning og tí má staðfestast, at hetta er ein alt ov stórur trupulleiki í Føroyum. Hvussu stórur tann partur- in er, sum løgreglan fær fatur á, er hopleyst at meta um, men tølini vísa, at hetta er alt ov útbreitt. Ungar gentur upp í part Jón Klein Olsen sigur, at vanliga fatanin hevur verið tann, at tað eru teir ungu dreingirnir, sum koyra við kenning. Men tað er ikki veruleikin sjálvur. - Tíverri vísa tølini, at nú eru tað eisini alsamt fleiri ungar gentur, sum koyra ávirkaðar av rúsdrekka og eisini tilkomin fólk. Tær ungu genturnar eiga avgjørt størri og størri part av hes- um keðiligu hagtølunum. Jón Klein Olsen heldur, at tølini kunnu eisini tulkast soleiðis, at løgreglan ger eitt stórt arbeiði fyri at fáa fatur á teimum, sum koyra við kenning. Løgreglan kundi saktans pynta um hagtølini við at gjørt minni, men fyri tað hevði trupulleikin ikki horvið. Hann sigur, at løgreglan hevði eina vón um, at tað fór at hjálpa, at tað verður nevnt í fjølmiðlunum, tá ið bilførarar verða tiknir fyri at koyra við kenning. Men tað hevur hann ikki varhugan av. - Tað sær ikki út til, at tað rínur við, tí vit halda ikki, at tað virkar tálmandi, sigur varapolitikommiserurin. Føroyingar koyra skít sum ongantíð fyrr Talvan vísir, hvussu nógvir bilførarar eru tiknir fyri at koyra við kenning seinastu árini. Ringasta árið var í 2003, tá ið 194 bilførarar vórðu tiknir. Tann 6. november í ár vóru longu 170 bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning og sostatt bendir nógv á, at hetta verður eitt keðiligt metár 1997 1998 1999 2000 2001 2002 2003 2004 2005 2006 2007 170 155 127 153 156 159 194 168 160 180 170 10 12 8 9 18 9 15 19 11 11 9 45 32 37 36 36 38 42 41 31 47 36 115 111 82 108 102 112 137 108 118 122 125 Skuldsetingar fyri brot á gr. 15 í ferðslulógini, (heilivágur o.s.fr) og gr. 16 rúsdrekka- og promillukoyring) - sv hesum í sambandi við ferðsluóhapp við fólkaskaða - av hesum í sambandi við ferðsluóhapp við ongum fólkaskaða - Ikki í sambandi við ferðsluóhapp Ferðsla