fríggjadagur 16. november 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 223 • 16. november 2007
Vikuskifti
7
a Sjóvinnubankanum
Kaupthing
Mamman Ingibjørg er úr
Fuglafirði, og pápin Jens er
úr Danmark. Men Peter Holm,
og 2 ára yngri bróðurin; Jan
Otto Holm, sum eisini starvast
hjá Kaupthing traðkaðu sínar
barnaskógvar í Syðrugøtu.
Bygdin, sum næstan er blivin
hvørsmans ogn, meðan G-
Festivalurin er, var barndómsins
óspilti heimur hjá Peter. Góðu
barnaárini gingu skjótt, har
spælið niðri við sandin og í
fjøruni høvdu sín nátúrliga lut hjá
bygdardronginum. GÍ fylti eisini
nógv barna- og ungdómsárini.
Fyri ein smádrong var tað ein
langur spákitúrur at ganga úr
Syðrugøtu, og til Norðragøtu fyri
at kunna sleppa at spæla bólt í
Sarpugerði. Men hetta var ein
sjálvsagdur lutur hjá Peter, sum
tað hevur verið hjá so mongum
ungum og børnum í Gøtunum.
Peter stóð nógv í málinum hjá
GÍ, kappingarárið 1985, og eisini
seinni í áttatiárunum. Men tá
GÍ vann FM-heitið í 1986 spældi
Peter á besta liðnum hjá hálvu
bygdarmonnunum í Fuglafirði.
Fuglafjørður var eisini eitt av
barndómsins paradísum hjá
Peter og Jan Otto. Peter hevur
serliga góð minnir frá abbanum;
Otto Eliassen. Hann og Jan
Otto ferðaðust mangan inni í
Fuglafirði, sum smádreingir.
Tað skuldi tó eydnast Peturi at
vinna eitt FM-heitið við ÍF í 1989.
Men tað var ikki í fótbólti, men í
flogbólti har ÍF hevur gjørt meiri
um seg.
Samanhaldið við
Gøtugjógv
Petur fór í 1. flokk í 1975, og
gekk hann 1. til 7. flokk í fólka-
skúlanum við Gøtugjógv. 8. og 9.
flokk tók hann á felags fram-
haldsdeildini í Fuglafirði. Í 1984
fór Peter í 1.g í Studentaskúlan,
sum tá lá við Gøtugjógv. Tey
vóru triðji studentaárgangurin,
sum gekk í Studentaskúlanum
við Gøtugjógv. Umstøðurnar
vóru trongar, og merktar
av, at skúlin var eitt tátíðar
pilotprojekt. Albogarúmið var ikki
stórt, men tað var hjartarúmið
harafturímóti. Tey sum gingu á
Studentaskúlanum við Gøtugjógv
høvdu eitt serligt samanhald. “Eg
taki synd í teimum, sum ganga
í Kambsdali í dag. Víst hava tey
betri umstøður og fasilitetir.
Men tey eru ikki í námind av
tí felagsanda og samanhaldi,
sum vit høvdu, sum gingu við
Gøtugjógv.” sigur Petur sælur av
góðum ungdómsminnum.
Yrkisleiðin ikki heilt
greið
Yrkisleiðin hjá Peter lá ikki
heilt greið meðan hann gekk á
Studentaskúlanum. Hann lá og
vigaði millum søgu, datalogi og
verkfrøði. Hann hevði stóran
áhuga fyri øllum trimum. Tó
valdi hann at fara í læru í gamla
Sjóvinnubankanum. “Læt meg
líka royna hetta her” var tankin
tá hann fór í læru í 1987. Peter
minnist, at gamli lokali stjórin í
Sjóvinnubankanum í Fuglafirði,
var millum teir, sum grunaðu hvat
kundi fara at henda við føroyska
búskapinum. “Hetta gongur
einaferð galið” plagdi Ditlev Róin
at taka til. Og í 1992 gjørdist
illgrunin til veruleika. Peter fekst
nógv við EDB-tøkni meðan hann
var í Sjóvinnubankanum, og
hetta beindi hann á útbúgvingina
HA-DAT, ella eisini nevnd: DØK,
sum er ein stytting fyri “Datalogi
og økonomi”. Peter tók prógv
sum DØK’ari í 1992. Hesi árini
gjørdist yrkisleiðin greið fyri
Peter. Honum fór at dáma at
lesa finansiering og roknskap.
Árini 1992-1995 var hann tað
ein nevnir: lánsbrævagreinari á
Bikuben Børs í Keypmannahavn.
Hesi árini var hann bæði í
fulltíðar starvi, umframt at lesa.
Navn: Peter Holm
Føðingardagur: 4. november 1968
Bústaður: Millum Gilja 2 í Hoyvík
Hjúnarstøða: Giftur Fridu (fødd Andreasen) av Toftum
Børn: 3 børn tilsamans
Starv: Stjóri í Kaupthing Bank
Útbúgvingar: Matematiskur Studentur frá Gøtugjógv í 1987,
útlærdur í gamla Sjóvinnubankanum í 1989, HA/DAT ella DØK
(Datalogi og økonomi), prógv í 1992, Cand. Merc-FIR (Finansiering
og regnskab), prógv í 1995.
Fakta
Samrøða
Heri Simonsen
heri@sosialurin.fo
➘
Sethús
Upprunaligt byggiár: 1989. Keyptu tey í 2005
Bilurin hjá Peter:
Audi Q7
Petur heldur, at føroyskir politikarar seta onnur í gongd
í visjónsbólkum, uttan at gera nakað nevnivert sjálvir
Mynd: Jens Kristian Vang