Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 223 - 16. november 2007 Veiðan minni virði Íslendsk skip fiskaðu tvey prosent meiri í oktober enn í sama mánaði í fjør, og komst tað av, at skipini fiskaðu 15.000 tons meiri av sildví síðsta mánað enn í oktober í fjør. Sildin hevur eisini verið sera høglig í heyst, og skipini fáa framvegis nógv. Hinvegin vísa hagtølini, at íslendingar hava fiskað minni av toski og svartkjafti í ár enn í fjør, og tað hevur havt við sær, at tað landaða virðið er umleið fimm prosent minni í ár enn um hesa tíðina í fjør. Geir Haarde sangari Íslendingar kunnu nú hoyra forsætisráðharran, Geir H. Haarde, royna seg sum sangara. Hann er við á einari fløgu, sum bólkurin South River Band gevur út við tí fyri eyga at stuðla vælgerandi endamálum. Summi halda, at forsætisráðharrin kemur væl frá teirri nýggju uppgávuni, og einstakir andstøðupolitikarar í Altinginum halda skemtandi fyri, at fyri tjóðina hevði tað heldt verið ein fyrimunur, um Geir H. Haarde helt seg til sangin heldur enn politikkin. Skipini landaðu 550.000 pund í Salt­ ang­ará hósdag­in. Veiðan er seld fyri 1,6 miljónir krónur, sum g­evur ein manning­­ arpart upp á stívlig­a 30.000 krónur Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ísfiskatrolararnir úr Leir­ vík, Stjørnan og Polarhav, hava gjørt ein rimmar túr. Skipini landaðu í Salt­ angará hósdagin og høvdu tilsamans 275 tons, fyrst og fremst upsi. Hetta eru 550.000 pund, ið man vera ein tann størsta ísfiskalastin í nøgd, sum landað er í Føroyum. Veiðan er seld fyri stívliga 6 krónur í miðal fyri kilo, og tað gevur eitt landingar­ virði, sum liggur um 1,6 miljónir krónur. Hetta gevur aftur ein manningarpart, sum er stívliga 30.000 krónur. Rokfiskiskapur Skipari á Stjørnuni hendan túrin var leirvíkingurin, Hjalti Eliasen, sum býr í Havn, og skipari á Polarhavi var fuglfirðingurin, Jør­ mund Olsen. Stjørnan og Polarhav fóru út næstsíðsta mánakvøld, og í eitt heilt samdøgur lógu skipini og andøvdu, tí veðrið var so vánaligt. Hjalti Eliasen sigur, at skipini høvdu tann góða fiskiskapin eysturi á Slættan­ um, teir rópa, sum er eystur av Fugloyarbankanum. ­ Vit fingu meginpartin av veiðini trý tey seinastu sam­ døgrini; tá fingu vit eini 350.000 pund tilsamans. Hetta var stórur og góður upsi, meginparturin 3’arar og heilt fitt av 2’arum. Hann sigur, at av samlaðu veiðini vóru eini 50.000 pund onnur fiskasløg, eitt nú hýsa, toskur og havtaska. Spurdur, hvussu tað gekst at arbeiða so stórar nøgdir undan, tá veiðan var so stór tríggjar teir seinastu dag­ arnar, sigur skiparin, at tað var eingin trupulleiki. ­ Vit tóva vanliga í einar 7­8 tímar hvørja ferð, og tað tekur bert 4­5 tímar hjá manningini at arbeiða fisk­ in undan so hvørt. Stjørnan og Polarhav hava tvær kryvjimaskinur umborð í part, og hetta er ein veldugur lætti hjá mann­ ingini. Hjalti sigur, at teir rætti­ liga komu í eitt ”rend” av upsa á Slættanum, og van­ ligt er, at upsin á hesi leiðini – hesa tíðina av árinum – er stórur og góður. ­ Tá ið tað frættist um góðu veiðina, komu fleiri skip, og at enda vóru fleiri skip á leiðini eystur av Fugl­ oyarbankanum. Eisini lemmatrolarar, sum annars royndu vesturi á Rygginum, komu hendanvegin, sigur hann. Á ytri leiðini Skiparin sigur, at henda leiðin kemur undir ytri leið­ irnar, og tað merkir, at tríggir veiðidagar telja sum ein dagur. Tilsamans 14 mans eru við Stjørnuni og Polarhavi hvønn túrin. Skipini eru longu farnir útaftur, men hendan túrin er Hjalti í landi. Janus Olsen úr Rituvík er maðurin, sum er í hansara stað, og stýrimaður við Stjørnuni er Henry á Reyna­ trøð. Hann var eisini við roktúrin, og hann er aftur við hendan túrin, sum júst er byrjaður. Stjørnan og Polarhav hava gjørt roktúr Teir hava ført mangan góðan førningin til lands, og í gjár landaðu Stjørnan og Polarhav heili 550.000 pund í Saltangará Mynd: Vilmund Jacobsen ­ Stjørnan og­ Polar­ hav fiskaðu fyri 46 miljónir krónur í fjør, og­ hig­artil í ár hava vit fiskað fyri 38 miljónur krónur. Helst verður árið í ár nakað lakari enn árið í fjør, sig­ur Hjalti Eliasen, skipari Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Skiparin á Stjørnuni sigur seg illa duga at meta um, hvussu útlitini eru við ups­ anum í løtuni. ­ Fiskiskapurin hevur sum heild verið lakari í ár enn í fjør, men í seinastuni hevur verið líkt til, at bati er fyri framman. Tó er ilt at meta um, hvønn veg tað fer at ganga, tá ið saman um kemur. Hjalti Eliasen heldur, at útlitini eru ivasom. Hann sigur, at nøgdirnar eru heldur minni í ár enn í fjør, og samlaða veiðivirðið er eisini nakað minni. ­ Vit fiskaðu fyri til­ samans 46 miljónir krónur í fjør, og higartil í ár hava vit fiskað fyri 38 miljónir krón­ ur. Gongst, sum ætlað, gera vit nakrar túrar aftrat fyri ársskiftið, og tí verður mun­ urin ikki so stórir, tá árið er úti. Hann væntar, at stundir verða til einar fýra túrar aftrat í hesum árinum. Umborð á Stjørnuni og Polarhavi er kortini eingin orsøk til at lata illa at, og tað ger manningin heldur ikki. ­ Eg vænti, at manningar­ parturin fer at liggja um hálva miljónir krónur, tá árið er úti, og tá er talan um reellan manningarpart – við frítíðarskipanini, sum mann­ ingin hevur, sigur Hjalti Eliasen. Stjørnan og Polarhav eru á gulllaksaveiði í summar­ hálvuni og á upsaveiði í vetrarhálvuni. ­ Okkum dámar væl at fara á gulllaks síðst í apríl mánaða, tá ið vit hava verið á upsanum allan veturin. Eg vænti kortini, at inntøkurnar, sum upsin gevur skipi og manning, er ein stórur helm­ ingur av tí samlaða, sigur Hjalti Eliasen, skipari. Ilt at meta um útlit við upsanum